mikudagur 6. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fyri
tveimum
mánaðum
síðan fluttu Fía Svanekier,
Martin
Hummeland
og
bæði børn teirra í húsini, tey
høvdu keypt sær í Hornbæk
í Danmark. Áðrenn tey fluttu
inn, vórðu stórar ábøtur
gjørdar á húsini.
Nú er øll umbyggingin
smildrað sundur, og húsini
mugu aftur hava stórar
ábøtur.
Tað hendi alt eftir einari
lítlari løtu sunnumorgunin.
Klokkan var eitt koter til
fimm, tá ið Fía vaknaði við
einum braki.
– Hon hoyrdi eitt hvin,
og glas, sum smildraðist og
tann niðurundir. So vaknaði
eg eisini og rann niður
aftan á henni, sigur Martin
Hummeland.
Allastaðni lá dust.
Bilurin kroystur
inn í húsini
Tey fóru útum, og har stóð
ein spildurnýggjur AUDI A4
kroystur inn í veggin.
Tað reyk úr bilinum, sum
eingin var í.
Fyrsti tanki teirra var, at
onkur hevði fingið skaða.
Tá kom ein maður gang
andi úr urtagarði teirra yvir
móti bilinum.
– Hann tóktist ógvuliga
skelkaður og spurdi eftir
einum vinmanni. Vit ryndu
at sissa hann og vingu
mannin inn í húsini og góvu
honum vatn at drekka.
Beinanvegin hevði Fía
ringt til politiið, sum kom tá.
Sambært eb.dk greiddi
hesin maðurin politinum
frá, at ein vinmaður hansara
hevði koyrt bilin, men tá ið
eingin annar var at finna,
handtók
politiið
henda
mannin. Maðurin vísti seg
at vera ein kendur ungur
danskur poppsangari, Arian.
Fía og Martin vita ikki, um
tað var hesin maðurin ella
ein annar, sum koyrdi bilin.
Tí málinum tekur politið
sær av.
Flutt út
Hús teirra fóru ógvuliga
illa, og veggurin á húsunum
klovnaði.
Beint eftir óhappið noydd
ist familjan at fara á gistingar
hús at vera, men tey royna
at finna ein varandi bústað,
meðan hús teirra verða um
væld. Alt má gerast av nýggj
um aftur, tí so nógv er knúst.
– Hùsini verða sum nýggj
aftur, sigur Martin.
Martin Hummeland starv
ast sum tyrluskupiari hjá
Atlantic Airways. Fía Svane
kier er sjúkrarøktarfrøðingur
á Ríkissjúkrahúsinum.
Veggurin klovnaði
Føroysku Fía og Martin og børn teirra lógu í fasta svøvni, tá ein ein bilur
sunnumorgunin buldraði inn í hús teirra í Holbæk í Danmark
Randi Jacobsen
Íslendingurin
Birgir
Páll
Marteinson, sum í einum
nevningatingi í Føroyum í
2008 varð dømdur sjey ára
fongsulsrevsing,
verður
skjótt latin leysur.
Hann hevur frá íslendsku
rættarmyndugleikunum
fingið eftirgivið helvtina av
dóminum og verður leysur 2.
mars næsta ár, upplýsir hann
á Facebook.
Birgir Páll Marteinsson
var ein av teimum dømdu
monnunum
í
sonevnda
Norðstjørnumálinum. Hann
tók ímóti bátinum, sum kom
úr Noregi og á veg til Íslands
legði inn í Føroyum. Birgir
Páll Marteinsson koyrdi í
fleiri dagar runt í landinum
við eini stórari nøgd av
sterkum rúsevnum.
Hann varð fyrst fluttur til
Danmarkar at sita, men stutt
eftir fluttur til Íslands.
Óynsktur í Føroyum
Dómurin var eisini, at Birgir
Páll Marteinsson ikki skal vísa
seg aftur í Føroyum. Hetta
forboð vil hann fegin hava av
tikið, ikki minst í hann hevur
føroyska unnustu.
Tað verða tó ikki íslendsku
men føroysku/donsku myndug
leikarnir, sum fara at taka
støðu til eina slíka umbøn.
Olaf
Johansen
koyrdur
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelagnum
hevur bururvíst skriv
aranum, sum felagið
hevur havt í meira enn
35 ár
Í 35 og eitt hálvt ár
hevur Olaf Johansen
starvast sum skriv
stovumaður í Føroya
Fiskimannafelag.
Tað ger hann ikki
longur.
Mikkjalsmessudag
fekk hann boðini frá
Jan Højgaard, formanni
felagsins, at hann varð
burturvístur.
Jan Højgaard vil
ikki upplýsa grundgev
ingina, men sum skilst
snýr tað seg ikki um
nakað álvarsligt óreglu
semi við peningi.
Burturvísing
er
ógvuligasta stigið, tá
ið ein arbeiðsgevari vil
av við starvsfólk. Tað
stigið verður vanliga
bara brúkt í sambandi
við eitt nú svik, grova
misrøkt ella illoyalitet.
Hjá einum burtur
vístum starvsfólki er
einki sum eitur upp
sagnartíð, og tí missir
starvsfólkið eisini bein
anvegin rættin til løn.
rj
Birgir Páll skjótt leysur
Birgir Páll Marteinsson varð dømdur
í einum nevningatingi í apríl 2008
Íslendingurin, sum dømdur varð í Føroyum í einum umfatandi
rúsevnismáli, sleppur við hálvari revsing
Ein 25 ára gamal maður,
sum í Føroya rætti varð
dømdur fýra mánaða
fongsulsrevsing, situr
framvegis varðhalds
fongslaður.
Maðurin varð dømd
ur fyri tvey innbrot
eftir heilivági á Lands
sjúkrahúsinum.
Hann hevði framm
anundan ein átta mán
aða fongsulsdóm, sum
hann fekk í 2008 m.a.
fyri
harðskap,
rán
og innbrot, og tann
dómurin var ikki úti av
verðini, nú hann aftur
var fyri rættinum.
Ákæruvaldið kærdi
nýggja dómin og fekk
viðhald frá rættinum
í, at maðurin skal sita í
varðhaldinum, til málið
kemur fyri landsrættin.
Grundgevingin er ótti
fyri, at sleppur hann
út, kann hann finna
uppá at gera líknandi
brotsverk aftur.
rj
Situr
framvegis