mikudagur 6. oktober 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. oktober 2010 · Nr. 142
20
Sosialurin
Bilar
Snorri Brend
Tendensurin er greiður: Fleiri og
fleiri velja reyðar, bláar, brúnar og
hvítar bilar.
Áður vóru tað serliga teir gráu og
silvur-littu bilarnir sum vórðu mest
seldir. Teir eru sjálvandi ovarlaga á
sølulistunum, men fjarstøðan til
tann bláa bilin gerst alsamt minni.
– Teir hvítu bilarnir, sum fyri 4-5
árum síðani vóru heilt úti, eru eisini
á veg framaftur, vísa hagtølini.
Litir ella megi
Fyrra hálvár í ár vóru teir grønu
bilarnir, sum lógu á odda á móta-
og sølulistunum fyri 10 árum síðani,
keyptir av 530 norðmonnum.
– Liturin á bilunum hevur stóran
týdning. Tað er kanska orsøkin til
at bilverksmiðjurnar hava tað
stóra og sterka litkortið frammi
á tei m um smærru bilunum, sigur
Trond Blindheim, rektari á norska
Markedshøyskolen.
Liturin sigur eisini nakað týdn-
ingarmikið um eigaran. Men hjá
dreingjum hevur hetta kortini ikki
so nógv at siga, tí teir hugsa meiri
um orku og styrki í bilinum.
– Tað vísir seg, at fólk fyrst
hyggja eftir hvat slag av bili, ein skal
keypa – um tað er ein stationcar,
fýrahjólstrektur bilur ella líknandi.
Síðani verður hugsað um prís og
merki.
– Í triðja lagi kemur liturin. Lita-
valið hevur týdning fyri mong,
tí tað sendir út nøkur signal um
eigaran, sigur Blindheim. – Ja, hann
sigur eftir øllum at døma nógv um
eigaran.
– Mín meting er, at gentur eru
ikki so bangnar fyri at velja bilar
við góðum, sterkum og sjónligum
litum. Frágreiðingin er helst hon, at
gentur hava størri sans fyri, hvussu
tingini síggja út enn dreingirnir.
Liturin hevur mest
at siga hjá kvinnum
MÓTI Tey flestu velja svarta litin, tá tey keypa nýggjan bil. Men
fleiri og fleiri velja nú ein lit sum sæst aftur í landslagnum
Gentur
er ikki so
bangnar fyri
at velja bilar
við góðum
og sjónligum
litum
LITRÍKT
Liturin á bilinum hevur nógv at siga, serliga hjá kvinnum. Tað
er kanska júst orsøkin til at bilverksmiðjurnar hava størsta
og sterkasta litkortið frammi á teimum smærri bilunum
Ætlaði at bakka
30 km til hús
Snorri Brend
Noreg: Ein mikudag í farna mánaði endaði
norska løgreglan í eini heldur sjáldsamari
støðu: Teir steðgaðu nevniliga einum bilførara,
ið ætlaði at bakka einar 30 kilometrar gjøg-
num Gudbrandsdalen, norður til heimstað
sín, Tretten.
Maðurin koyrdi við einum goml um
Mercedes-bili, men hesin var als ikki egnaður
ella góðkendur til ferðslu á almennum vegi.
Tá løgreglan steðgaði manninum í tí
bakkandi bilinum, og undraðu seg um, hvagar
hann ætlaði sær, fall svarið beinanvegin:
“Heim til Tretten!”.
Bilførarin greiddi frá, at gear kassin
í bilinum var í ólagi, og at tað bara var
bakkgearið sum riggaði nøktandi.
Løgreglan hevði tó lítla sam kenslu fyri
ynskinum hjá manninum um at sleppa til
hús á henda hátt, og gav honum koyriforboð
á staðnum. Nummarspjøldrini vórðu snøgt
sagt klipt av bilinum, eins og myndin vísir.
– Hetta slagið av atferð í ferðsluni er als
ikki í samsvar við lógarverkið, sigur Edmund
Tofthagen, ið arbeiðir í politi-økinum í
Gudbrandsdalen.
Í grein 3 í norsku ferðslulógini stendur,
at bilførarar eiga at ferðast “hensynsfullt og
aktpåliggende”.
Bilførarin var hinvegin ikki ser liga fegin
um avgerðina at seta bilin, men boygdi seg
kortini fyri kravinum frá løgregluni.
– Hann hevði einki val. Slíkt tjak ast vit
ikki um. At bakka til hús, er ikki loyvt, sigur
Tofthagen við norskar fjølmiðlar.
– Passar ikki
– Hetta er bara tvætl. Eg ætlaði als ikki at
bakka so langt, sum løgreglan sigur, vísir
maðurin á.
Norskir miðlar hava skrivað nakað um hendingina, og eitt av bløðunum hevur
ómakað sær at fáa eina viðmerking frá manninum.
Hann sigur stutt við blaðið, at hann veruliga ætlaði at bakka, men ikki til hús. Í roynd
og veru ætlaði hann bert at bakka bilin ein munandi styttri tein, til eitt bilverkstað ið
lá har um vegir.
– Eg hevði so ongar trupulleikar av at bakka soleiðis við eini ferð uppá bert 40-50
km/t.
– Eg koyrdi við ávaringarljósunum tendraðum, so eg var ikki til vanda fyri nakran í
ferðsluni, greiðir maðurin frá.
BILLUTIR & AMBOÐ P/F
Veitarin til
bilmarknaðin
Kambsdalur
611020
Tórshavn
611010
Sosialurin 341800