Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 6 Sosialurin Leo Poulsen Hóast eina tíðarfreist upp á bert 57 tímar, var nevnd­ arformaðurin, Odd Bjellvåg, rímiliga bjartskygdur um møguleikan, at útvega neyð­ uga kapitalin upp á góðar tvær milliardir, og hann er enn sannførdur um, at við einari rímiligari tíðarfreist hevði hetta eydnast. – Tað eri eg rímiliga sann­ førdur um, tí tær ábendingar­ nar, vit hava fingið á markn­ aðinum eru, at um tú skal útvega so nógvan kapital, tekur tað einar tríggjar mánaðar. Fingu vit ta tíðina, hevði tað eisini borið til, tí vit hava ein ógvuliga sunnan banka í Føroyum, sigur Odd Bjellvåg. Hann ásannar, at samtakið hevur ávísar trupulleikar í Danmark. – Men hinvegin, hevur tú grivið nóg djúpt og hevur tú tikið nóg nógv oman av, so er eisini nakað, sum kann koma inn aftur fyri framman, sigur Odd Bjellvåg. Hann vísir á, tá øll ali­ vinnan fór fyri bakka í Før­ oyum, og hvussu eingin trúði upp á ta vinnuna. – Men bankarnir trúðu upp á hana, og tað vóru eisini nakrir íleggjarar, ið trúðu upp á hana, og bæði bankarnir og íleggjarar hava fingið nógvan pening aftur. Vit kunnu jú bara hyggja eftir Bakkafrost. Samlað sæð hevur tað verið ein sukses søga, sjálvt um tað gjørdist eitt ógvuliga stórt tap í 2004, sigur Odd Bjellvåg. Vónar føroyska loysn Í síni frágreiðing til eyka­ aðalfundin segði Odd Bjel­ lvåg, at Eik Banki nú bert er eitt tómt hylki, og tað merkir, at einki er eftir í felagnum. Heldur ikki meklaravirkið INNI. – Alt fylgir við yvir í nýggja felagið, eisini mekl­ aravirksemið. Allar ognir verða fluttar yvir eins og allar skyldur uttan tær, sum relatera til eginognina hjá felagnum, sigur Odd Bjellvåg. Nevndarformaðurin sær ikki teir stóru møguleikarnar í, at hendan nevndin verður við til at keypa bankan aftur. – Alt er sjálvandi møguligt, men so skal tað verða saman við øðrum sterkum kreftum. Eg haldi, at í hesum førium er tað týdningarmesta, at talan verður um ein føroyskan banka, men skal tað henda, skulu nógvir pengar til. TF Holding hevur boðað frá, at teir framvegis eru áhugaðir, men tað skal nakað meiri til, enn tað, teir megna at lyfta. Eg havi tó eina vón um, at onnur vilja bakka teir upp, so bankin ikki endar á øðrum hondum, sigur Odd Bjellvåg. Eingin veruligur møguleiki Tað hevur ljóðað, at ein teoretiskur møguleiki er fyri, at verandi partaeigarar Leo Poulsen Tað merktist beinanvegin, at tað var ein álvarsløta, tá eykaaðalfundurin hjá Eik Banka varð hildin á Hotel Føroyum í gjárkvøldið. Álvarsom andlitsbrá eyð­ kendi fundarfólkið, og ikki hoyrdist nakað til vanliga suðið av smáprátandi og smáskemtandi fundarluttak­ arum. Andlitini vóru tey flestu sum runnin í stein. Einki sást til fráfarnu stjórarnar, sum annars við kollapsinum av bankanum høvdu mist einar 15 milliónir í partabrøvum – vildi Dimma­ lætting vera við fyrr í vikuni. Heldur einki sást til aðrar stórar partaeigarar, sum hava mist í milliónaflokkinum í partabrøvum. Um tað so var álvarsemið í løtuni, ella bara eingin ork­ aði at traðka fram, er ikki til at siga, men tá orðstýrarin, Fríða Patursson, sakførari, gav orðið frítt til fundarfólkið til spurningar ella viðmerk­ ingar, tók eingin orðið. Og tað kom helst óvart á nevndina, og tað fekk í hvussu er Odd Bjellvåg, nevndarformann, at takka fyri ein framúr siðiligan fund. Hinvegin er kanska ikki so nógv at spyrja um í slíkari støðu, og viðmerkingar høvdu helst givið lítla meining. Odd Bjellvåg fekk so seinastu orðini. Hann harmaðist um, at ein 178 ára long søga skuldi enda soleiðis. Tað var heldur ikki uttan beiskleika, at hann staðfesti, at tíðarfreistin var alt ov stutt til, at nevndin kundi útføra nakra veruliga bjargingarroynd. Kortini kundi hann enda fundin við einari lættari viðmerking. ­ Kaffi og køkur eru í hølinum uttan fyri. Hetta verður seinasta ferðin, at Eik Banki bjóðar nakað, so etið og drekkið til uppi er, segði Odd Bjellvåg. Tíðarfreistin forkom Tað var ikki uttan beiskleika, at Odd Bjellvåg, fráfarandi nevndarformaður í Eik Banka, skrivaði seinasta kapittulin í 178 ára longu søguni hjá peningastovninum Tøgn á eykaaðalfundinum Nevndin í Eik Banka, og kanska serliga Odd Bjellvåg, hevði helst gjørt seg út til eina langa røð av spurningum og viðmerkingum á eykaaðalfundinum, men salurin var tigandi Nú aftan á mugu vit bert staðfesta, at møguleikin at bjarga Eik Banka ongantíð var veruligur, sigur Odd Bjellvåg Mynd: Álvur Haraldsen Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær til eykaaðalfund hjá Eik Banka uppi á Hotel Føroyum í gjárkvøldið Mynd: Álvur Haraldsen