Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 Sosialurin Leo Poulsen Fitt av fólki hevði leitað sær niðan á Hotel Føroyar í gjárkvøldið til eykaaðalfundin hjá Eik Banka. Felags fyri øll var helst, at tey hvør í sínum lag vóru nakað forsøgd. Helst høvdu tey ilt við at trúgva, at íløgan sum fyri fáum árum síðani var trygg sum eikin sjálv, nú er hoyknað og liggur skerfløt fyri Finansiel Stabilitet. Til aðalfundin hevði nevndin í Eik Banka valt at heitt á Fríðu Patursson, sakførara, um at stýra fundinum, og hon staðfesti skjótt, at fundurin var lógliga lýstur, og at eingi uppskot vóru komin inn til fundin, sum tískil bert hevði eittans punkt á skránni. Frágreiðing nevndarinnar um støðu bankans og avtaluna við Finansiel Stabili­ tet smb. §246, stk. 2 í »lov om finansiel stabilitet« var almenna heitið á formansfrá­ greiðingini. Nomið var við søguna hjá Finansiel Stabilitet, eins og Odd Bjellvåg greiddi frá um ymsu bankapakkarnar, sum skuldu tryggja donskum og føroyskum bankum at standa seg. Hann greiddi eisini frá krøvunum hjá Fíggjareftirlitinum um solvens hjá ávikavist Eik Banka og Eik Bank Danmark sum endaðu við, at bankarnir skuldu hava ein basiskapital á 2,003 milliardir fyri Eik Bank Danmarks viðkomandi, sum svarar til ein individuellan solvens á 34,4% og fyri Eik Banka ein basiskapital á 2,285 milliardir svarandi til 25,1% í individuellum solvensi. Eingin tíð Odd Bjellvåg greiddi eykaaðalfundinum frá, at bankin eftir hansara tykki hevði fingið ringa viðferð frá Fíggjareftirlitinum, tí teir fingu ikki meiri enn snøggar 57 tímar at útvega neyðuga kapitalin, og tað sigur seg sjálvt, at tað var ikki nóg langt boð hjá nevndini at útvega meiri enn eina milliard til føroyska partin og einar 2,4 milliardir krónur til at bjarga øllum samtakinum. »Keypsupphæddin er ásett til 0 krónur. Í mun til eginkapital bankans, sum pr. 30. juni 2010 var 1,347 milliardir krónur hevur hesin ikki nakað virði, og virðini á ognunum eru minkað meiri við virðinum av ábyrgdarpeninginum á umleið eina milliard krónur, ella 2,347 milliardir krónur tilsamans«, stendur at lesa í frágreiðingini. Freistin hjá partaeigarum at lata inn uppskot til eykaaðalfundin var úti klokkan 18 mikukvøldið, og staðfestast kundi, at einki uppskot var komið inn. Tískil var bert kunningin hjá nevndini fyri á eyka­ aðalfundinum, og tað gav ikki fundinum nakran annan møguleika, enn at góðtaka avtaluna við Finansiel Stabilitet. Hetta hendi eisini á eykaaðalfundi hjá Eik Bank Danmark, sum hevði sín fund klokkan 18 danska tíð, ella ein tíma undan fundinum í Føroyum. Nevndin í Eik Banka hevur tískil nú bert eitt innantómt felag at stýra, og kann tí bert bíða eftir, at bankin verður seldur. Eik Banka Stillisligt farvæl til Eik Banka Snøggliga hálvan tíma tók tað hjá nevnd, umboðsráði og partaeigarum annars at siga eitt seinasta farvæl til Eik Banka, sum eftir 178 árum er farin í søguna kunnu fáa ein lítlan part inn aftur fyri síni partabrøv, men tað krevur, at bankin verður seldur fyri ein rættiliga góðan prís. – Ábyrgdarlánini í bankan­ um eru umleið eina milliard og tað merkir, at Finansiel Stabilitet skal hava meiri enn eina milliard, áðrenn partaeigararnir kunnu fáa nakað í sín lut. Men tá skulu vit minnast til, at sannlíkindini fyri, at ábyrgdarpeningurin fær nakað, er rímiliga stórur, tó skal hædd takast fyri trupulleikunum í Danmark, tí har er talan helst um eina avvikling av bankanum, sigur Odd Bjellvåg. Hesar smáu tvær vikurnar hava verið tungar, men eisini avbjóðandi. – Eg vil siga, at endin á hesum tíðarskeiðinum hevur verið ógvuliga svárur, meðan fyrri partu av tíðar­ skeiðinum var ein ógvuliga stór avbjóðing. Talan var um trupulleikar, sum kundu loysast, og tað trúðu vit veruliga upp á, og vit arbeiddu eisini til tann allarsíðsta tíman áðrenn vit máttu staðfesta, at har var eingin møguleiki, sigur Odd Bjellvåg. Hann staðfestir, at í veruleikanum var møguleikin ongantíð til staðar. – So vit mugu bara staðfesta, at 178 ár av søgu eru farin – í søguna, sigur Odd Bjellvåg, nevndarformaður í Eik Banka. ...allir tagdu innandura, eingin førdi orðið... Mynd: Álvur Haraldsen Hetta er helst seinasta ferðin, at nevndin í gamla Eik Banka situr framman fyri einum aðalfundi Mynd: Álvur Haraldsen