Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 20 Sosialurin 2. partur Í 1. parti nevndi eg, at nógv kemur fram um kristindóm og skriftirnar í hesum døgum og skriftirnar verða citeraðar, lógin verður havd á lofti osf. Tað er vituligt, at um tú skalt leggja teg uppí eitt orðaskifti um skriftirnar, mást tú hava eina rímuliga vitan um tær. Soleiðis er í øllum lívsins viðurskiftum. Tú mást hava nakað av royndum og vitan um tey ting, tú tosar um. Um tú leggur uppí og ikki hevur kunnleika um tað, sum tú tosar ella skrivar um, kunnu ting skjótt verða vend á høvdið, og líti skil verður á. Summi leggja kanska uppí og leggja líka í, um tey ikki hava tann kunnleika til skriftirnar, sum krevst, tí tað er einki álvara aftanfyri, men vilja kanska bara spotta, sum eg nevndi í fyrra partinum. Okkurt sum eg las herfyri kundi bent á, at so er. Men hetta fekk meg so at hugsa um hetta, at kanska man átti at skrivað eitt sindur um sumt, sum sjálvdan verður nevnt, ikki fyri tann, sum kanska bara ynskir at spotta, men fyri onnur, sum møguliga lesa tað í álvara og fáa hug at lesa sjálv tað, sum skriftirnar læra. Bíblian er sera áhugaverd. T.d. eru Mósebøkurnar og lógin sera læruríkur lestur, um man lesur tær við tí ljósi, sum Nýggja Testamenti kastar á tær. Tað er á tann hátt tær mugu lesast, tí sum eg longu havi nevnt, var tann tíðin heilt serlig, og lógin og fyriskipanirnar har vóru til jødarnar og ikki til heidn­ ingarnar. Harrin var komin niður til ísraelsfólk at búgva og var inni í tabernaklinum, tí vóru heilt serlig boð og fyri­ skipanir givnar ísraelsfólki. Samkomutjaldið (Tabernaklið) Samkomutjaldið var gjørt soleiðis, at tað var í tveimum. Tann størri parturin kallaðist tað heilaga, og tann minni parturin innast í tjaldinum hitt alraheilagasta. Í tí alra­ heilagasta stóð sáttmála­ ørkin, og harí lógu sáttmála­ talvurnar ella lógtalvurnar. Yvir ørkini breiddu tveir kerúpar, gjørdir úr gulli veing­ ir sínar. Inni her talaði Gud til Móses. Móses hoyrdi rødd Guds í rúminum, har hann var millum kerúparnar. 2. Mós. 25,22 sigur tað soleiðis: “Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.” Sálmur 80,2 sigur hetta: Lurta eftir, Tú hirði Ísraels, Tú, ið leiðir Jósef sum fylgi! Tú, sum situr uppi yvir kerú­ bunum, opinbera Teg í dýrd! Vit síggja, at her hendir nakað heilt serligt, sovorði hevur ikki hent áðrenn og heldur ikki aftaná. Móses var ein heilt serligur maður í ætlan Guds. Í 4. Mósebók lesa vit hetta: “Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar. Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum. Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum. Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?“ 12, 5­8.” Og í 5. Mósebók stendur soleiðis um Móses: “Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar profetur sum Móses, hann, ið HARRIN um­ gekst andlit til andlit – táið hugsað verður um øll tekin­ ini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egyptalandi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara, og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels.” 34,10­12. Tá ið nú Gud Harrin var komin so nær fólki sínum, so er ikki so undarligt, at tað komu heilt serligar lógir í gildi. Fólkið mátti ikki nærkast tí heilaga. Inn í hitt alraheilagasta fór høvuðspresturin bert eina­ ferð um árið og ikki uttan blóð, sigur Hebrearabrævið 9,7. Nú komu eisini boðini um allar ofringarnar, sum vit kunnu lesa um í 3. Mósebók. Blóðið mátti renna frá teim djórum, sum ofrað vóru. Hesi offur talaðu øll um tað eina stóra ofrið, Kristus, sum var lovaður at koma, sum frelsari fyri øll fólkasløg. Vit síggja Kristus líka frá teimum fyrstu síðunum í 1. Mósebók. Bíblian er ein bók um dóm og frelsu Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. Jóh. evang. 1,17. So lógin og fyriskipanirnar vóru givnar til ísraelsfólk og annars tey, sum tóku við trúnni á Ísraels Gud og lótu seg umskera. Framhald Kjak Móselóg, Jødar og heidningar Í kappingini um hvør skal hýsa einum 50 metra longum svimjihyli, er ein ætlan komin á fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár, har landið skal stuðla byggingini av einum langhyli í Vági. Uppskotið er áhugavert, men í summum førum ljóðar tað somikið óveruligt, at eg loyvi mær at seta fyrireikarunum av ætlanini nakrar spurningar. Byrja verður uppá arbeiðið í hesum árinum, pengar verða játtaðir á fíggjarlógini fyri næsta ár, men tað verður longu klárt at svimja í februar ella mars. Hetta ljóðar sera óveruligt í mínum oyrum, og tí spyrji eg fyrireikararnar, hvussu hetta hongur saman? Kostnaðurin verður mettur til millum 12 og 13 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevn­ ast, at ítróttarhøllin á Sandi verður mett at kosta 35 milliónir krónur. Hvussu ber tað til at ein svimjihøll við 50 metra longum hyli bara kostar ein triðing av tí, sum ein ítróttarhøll kostar? Við í ætlanini í Vági er ein síðubygningur við skiftirúmi, gosbaði, dampbaði og sauna. Inni í sjálvari høllini verður eisini eitt venjingarøki ­ alt fyri millum 12 og 13 milliónir krónur. Lat meg siga tað soleiðis: Um hetta letur seg gera, so eiga stigtakararnir í minsta lagið at verða brúktir sum ráðgevarar í sambandi við aðrar almennar verkætlanir. 1.500 tons av vatni Mær er fortalt, at ein orsøk til lága kostnaðin og skjótu byggitíðina er, at ætlanin er ikki at spreingja hylin niður í lendið, men hann skal standa omaná. Men setur tað ikki ótrúðliga høg krøv til undirlendið, um eitt ”kar” við 1,5 milliónum litrum av vatnið skal standa á gólvinum? Bara vatnið vigar 1.500 tons! Sagt verður, at munnlig avtala er fingin í lag við SEV, um at avlopshiti frá elver­ kinum verður latin svimji­ hylinum. Mín spurningur er: Fær svimjihylurin allan hendan hitan fyri einki? Um pengar koma at mangla í fyri at fullføra ætlanina, hvør skal so rinda teir pengarnar? Kann tað hugsast, at stigtakararnir tá fara at venda sær til lands­ myndugleikarnar við eini umbøn um fleiri pengar? Ein annar áhugaverdur spurningur er, um landið skal gjalda part av rakstrinum øll árini frá 2011 og so leingi sum svimjihylurin verður brúktur? Eg síggi at fyrireikararnir leggja stóran dent á at undir­ strika, at talan er um eina ætlan fyri alt landið. Enda­ málið við tí er sjálvandi at fáa landsmyndugleikarnar at átaka sær ein størri part av út­ reiðslunum. Veruleikin er tó tann, at eingin fer at ferðast langa leið, bara fyri at svimja í einum 50 metra hyli. Vónandi ber tað til Onkur kann undrast á, at eg seti hesar spurningarnar, men eg seti teir, fyri at sleppa undan at síggja enn eina ætlan, sum ”bóndafangar” landsmyndugleikarnar til eina møguliga restfígging, og annars varandi útreiðslur í óendaligar tíðir. Eg havi einki ímóti sjálvari ætlanini, men haldi, at vit eiga at ”spæla við opnum kortum”. Annars vil eg ynskja stigtakarunum góða eydnu við ætlanini. Tølini flóta í langhylinum Helgi Abrahamsen løgtingsmaður