Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143 22 Sosialurin Eg ynski at festa nøkur orð á blað um okkara kæra vin Tummas Krog, men tað er ikki so lætt, tí hvat skal eg draga fram av øllum teimum góðu minnum, sum koma fram, tá ið ein skal lýsa eitt menniskja við so fjølbroyttum dygdum, sum Tummas átti. Hann var klókur og evnaligur, ærligur og trúfastur, umhugsin og væl meintur. Jákup Andrias og eg kendu hann í ár so mong, alt síðani eg kom til Føroya at búgva í 1956. Tummas var múrari og í hesum ørindum kom hann at arbeiða hjá okkum. Hann múraði og eg tapetseraði. Meðan hann arbeiddi hjá okk um legðist hann ikki á boð ini, men vitnaði fyri okk­ um um Jesus. Einaferð norski evangelist­ urin, Aril Edvardsen, vitjaði í Føroyum og hevði møti í ítróttarhøllini í Havn, bað Tummas okkum koma á møti. Tað var meðan eg var á einum av hesum møtum, at eg varð fødd av nýggjum við trúgv á Jesus Kristus. So eg kann siga, at tað størsta av øllum var, at Tummas leiddi meg inn á andaliga vegin, so at eg kom at kenna Jesus. Eg má takka Jesusi fyri, at hann unti okkum sum húski at kenna Tummas, og ígjøgnum hann at verða leidd til Jesus og frelst í 1981. Í Dávids sálmi 36,10 lesa vit »Í ljósi tínum síggja vit ljós.« Guds ljós kann koma til okkara ígjøgnum menniskju sum veruliga kenna Gud, og hetta kann gera, at vit kunnu koma at síggja eitthvørt, ið vit als ikki hava sæð áður. Ein slíkur persónur var Tumm as, sum stutt síðani flutti úr hesum lívi og heim til Frelsara sín. Eg hugsi altíð um hann sum ein lýsandi kristnan mann. Bert við at tosa við hann og síggja hann, kundi tú merkja nærveru Guds, tí hann livdi fyri Gudi eina, í øllum, sum hann segði og gjørdi. Eitt slíkt menniskja er sveipað í Guds ljósi, sum lýsur upp fyri onnur. Einaferð, ið eg hevði bjóð­ að Jákup Andriasi og Tumm­ asi á eitt Aglow­møti í Havn í 1996, talaði ein donsk kvinna við profetiskari gávu. Við Tummas segði hon: »Í sambandi við teg síggi eg eina mynd av einum róðrarbáti, ið rør við seigum tøkum, men tað løgna við hesi sjón er, at eg síggi at fiskur av sær sjálvum loypur upp í bátin.« Tummas var ein andaligur fiskimaður. Eg kom at hugsa um hesa profetisku sjón, tá ið Tummas kendi kallið at fara við bíblium út til russ isku skipini, sum lógu í nólsoyarfirði. Hetta gjørdi hann ferð eftir ferð í mong ár, ja, so leingi orkan rakk. Tummas stendur sum ein viti fyri øllum húsi mínum, sum ein blaktrandi viti fyri okkum øll um, at tað ber til at liva á slíkan hátt, at ein kann gerast ein signing fyri onnur – og ikki hitt øvugta. At enda sendi eg eisini eina heilsan til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt, hava kent Tummas – bæði fjar og nær – og sum nú kenna saknin eftir henda merkismann. Men samstundis skal hetta eisini verða ein áheitan til øll, um at lívið ikki endar við gravarbakkan, men sum Jesus sjálvur hevur sagt: »Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til faðirin uttan við mær – og tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.« (Jóh. 14,6 og 11,25). Við tøkk og stórari virð­ ing Solveig Arge Nøvn Minnisgrein um Tummas Krog Á myndini er Tummas Krog, Sjúrður Patursson úr Kirkjubø og Niels Joensen úr Skopun. Myndin er tikin í Skúvoy. Teir hava verið eftir eggum 20. september fingu Jenny A. og Svein í Heiðunum, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. Hon eitur Dagmar. 22. september fingu Lív K. Askham og Bergur Askham, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3550 gr. 27. september fingu Rúna Lamhauge og Hans Vang, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 38 cm long og vigaði 1370 gr. 27. september fingu Tóra Hentze og Hallur Jensen, Sandi, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4215 gr. 27. september fingu Eyð Eidesgaard og Bogi Johannesen, Kollafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4420 gr. 28. september fingu Ruth á Plógv og Petur Reinert, Sandavági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4155 gr. 29. september fingu Anna Johansen og André Wraae, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3440 gr. 29. september fingu Herdi Fernandez og Valbjørn Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm og vigaði 3620 gr. 30. september fingu Joan E. Justinussen og Dan L. Jensen, Argjum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3950 gr. 2. oktober fingu Ebba Vilhelm og Bárður Laksáfoss, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4415 gr. 2. oktober fingu Guðrun M. og Jógvan Páll Steinberg, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4450 gr. 2. oktober fingu Randi Sólsker og Sigfríður Abrahamsen, Eiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 2. oktober fingu Annika S. og Óli Christian R. Nybo, Syðrugøtu, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3850 gr. 3. oktober fingu Ruth og Fríðrikur Absalonsen, Leirvík, ein son. Hann var var 54 cm langur og vigaði 4055 gr. 6. oktober fingu Renate Ekren og Sune Ludvig, Tvøroyri, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3875 gr. Føðingar