fríggjadagur 8. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
Sosialurin
Komandi sunnudag verður
elsti maður í Sandavági, Frits
á Dunga nítifimm ár.
Frits er einki annað enn
ein úrmælingur. Hóast sín
høga aldur fylgir hann við
í øllum, sum hendir, bæði í
bygd og bý, í landinum og úti í
heimi. Tað er einki at taka seg
aftur í, at Frits er dagførdur
fram til dagin í dag!
Tað var sunnudagin 10.
okt. 1915 at Frederikka og
Hans
Christoffer
Svabo
Joen sen, í Sandavági (hann
úr Mið vági) fingu ein son.
Hann
verð ur
upp kall að
ur eftir foreldrunum, og
á
dóps seðl inum
stendur
Hans Christoffer Frits, sum
vit best kenna sum Frits á
Dunga. Framm an undan áttu
tey Jáku og Mourits. Seinni
kom syst irin Jen hild. Tey eru
øll farin.
Í 1915 hevur hvalastøðin
á Gjánoyri lýsi til sølu, og
bardur av stórhvali vórðu
vaskaðar, turkaðar og pakk
aðar í sekkir millum annað
til korsettfjaðrar. Tað var tá,
at Frits var føddur. Í Klaksvík
hendir eisini okkurt hetta
árið. Jógvan Kjølbro og kon
an Karin fingu sær egnan
handil, ið var byrjanin til
størstu fyritøku í Føroyum.
Frits vaks upp í einum
ser merktum,
føroyskum
heimi. Har galt tað um at
fáa tað besta burtur úr dag
ligdegnum. Pápin skrivaði
dagbók, ið er til skjals í
heiminum á Dunga. Har
stend ur mangt forvitnisligt
at lesa um veður og vind,
bygda og samfelagslív, missi
ón og kirkju. Vakra hond
skriftin boðar frá einum
skilamanni, ið ger upp við
seg sjálvan og tað, ið rørir seg
úti um landið.
Men tað er Frits, tað snýr
seg um hetta vikuskiftið.
Hann heldur føðingardagin
á 62N.
Tað sermerkta við Frits á
Dunga er, at hann øll síni ár
hevur verið tann sami. Her er
at siga, at samfelagið hevur
vent sær fleiri ferðir, ja, nógv
stig men Frits hevur verið
við og er hin sami. Sjálvandi
hevur hann eina meining
um rembingarnar, men hann
góðtekur menningina, hóast
hann ikki meinar, at alt er
so beinrakið. Treyðugt so,
kanska.
Av givnum orsøkum hava
vit verið við í so mongum í
Sandavági. Mong eru fallin
frá, onnur hava tikið við,
men Frits hevur verið har
alla tíðina. Tað hevur verið
sera forvitnisligt at støkka
inn á gólvið hjá honum.
Fyrst sum ung og nýgift,
seinni
sum
mamma
og
omma. Tað, sum vit hava lagt
okkum eftir, er hetta gløgga
minnið, Frits hevur. Húsið í
Lonarstræti hevur ikki átt
frægari talsmann enn Frits.
Tað er ikki ”tað ting”, hann
ikki veit, tá vit umrøða gamla
húsið hjá Gjáar Jóhonnu
í Lonarstræti, sum tó á
Sandavágsmáli verður kallað
”Knarristræti”. Og hann
vitjaði gomlu GjáarJóhonnu,
hvørja ferð, hann umborð
á Vesturleið fór ørindi til
Havnar. Hon lá tá óhjálpin og
málleys á Uppihaldsdeildini
í Hoydølum, og umsorgan
vísti hann henni og vitjaði.
Frits tekur mangan til hesa
myndugu konuna, ið giftist
vestur í Vágar. Tey høvdu
eitt serstakt samskifti, sum
hevur fest seg til nakað
ómiss andi.
Frits
hevur
upplivað
krepp ur og góðar tíðir. Her
fyri fortaldi hann okkum,
hvussu
truplar
tíðirnar
vóru í Føroyum í ´20unum.
Hann minnist, tá frægir
handilsmenn
í
bygdini
máttu geva skarvin yvir í
Sandavági. Hann fer aftur
til eina mynd, ið stendur
eftir, rættiliga markant tá
alt mátti seljast út í tí stóra
handlinum, ið øll vóru so
errin av. Tað varð ”handlað”
út gjøgnum køksvindeygað,
og
handilsvørurnar
fóru
fyrst. So komu ognarlutirnir
hjá handilsfamiljuni, koppar
og kannur, málningar, amboð
og annað. Einaferð kemur ein
hvørvisteinur út gjøgnum
vindeygað tá rópar ein eldri
maður úr mannamúgvuni:
Handan eigi eg, og hann er
ikki til sølu. ! Hetta er nakað,
ið talar fyri seg. Gamli
maðurin hoyrdi til húskið,
sum seldi út !
Góði Frits, um vit skulu
seta orð á teg, so er tað títt
óavmarkaða
trúfesti.
Vit
vita væl, sambært bókini
”Skakandi tilburðir”, hvussu
stóra orku, tú legði í at bjarga
einari grikskari sjómanning
undir krígnum. Slíkt eru
menn, ið tora at geva seg upp
til ”kanska og kanska ikki”.
Gloymi ongantíð vøkru
myndina, har tú fortelur,
at tit komu á Havnina við
griksku manningini. Hendan
dagin lógu ”Ekliptika” úr
Klaksvík og ”Guiding Star”
við bryggju. Tær vóru
klárar at fara, men kríggið
var ein ovurstór hóttan, 2.
heimskríggj. Hesar prúðu
snekkjur fóru avstað og
bóru ikki boð í bý, hvurvu
og spurdust ongantíð aftur.
Hvørja ferð, tú tekur til
hendingina, harmast tú.
Tú
segði,
at
tykkara
innsatsur, tá tit bjargaðu
griksku
skipsmanningini,
var
ein
sjálvfylgja.
Siti
mangan undir hesi frásøgu
tíni, hon er vissuliga eitt
prógv um, at tú ongantíð
hevur tikið teg sjálvan fram
um nakran annan.
Tá tú sigur í bókini
”Skakandi hendingar”, at
tú, tá tú komst til Havnar
fór inn í Gamla Bókhandil
at taka eina mynd av tær,
so tey har vesturi kundu
minnast teg,
Ja, tá spurdu vit teg,
hvar myndin var. Nei, tað
visti tú ikki, tað hevði ikki
verið verri at havt myndina
av Frits á breddanum, nú
føðingardagsheilsa verður
skrivað. Tá hevur tú verið
26 ár.
Samanumtikið hevur tú
verið maður, við eini serligari
stødd og rødd og góðari
heilsu, góði Frits. Úr
Danmark eri eg biðin um
at senda tær nakrar góðar
heilsur. Familjan, ið av og
á vitjar í Sandavági, biðja
meg heilsa tær. Tey vóru
sera bilsin um, at tú enn ert
hin sami, gamli, góði Frits og
vart við teimum í Gásadali og
greiddi frá.
Enn ert tú ikki vorðin
gamal í okkara verð. Tú
broy tist ikki so, hevur fingið
pacemakara, ið gevur tær
nakað eyka.
Góði Frits, hjartaliga til
lukku við degnum. Gævi
vit fáa teg ímillum okkum í
nøkur ár aftrat. Tú
setir lit á Dungabrekku
og Lonarstræti. Teg gleðast
vit um, hvørja ferð tú við
lívsjáttandi heilsuni ynskir
okkum at vera vælkomin til
Sandavágs.
Fara vit út, takkar tú fyri
løtuna.
Vit takka tær fyri løtur
nar.
Fatti teg alt gott, góði Frits
og alt tað besta framyvir.
Poulina Slættanes
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tøkk
Hjartans tøkk veita vit tykkum mongu, ið á
ymiskan hátt sýndu samkenslu og rættu okkum
hjálpandi hendur, tá kæra kona mín, góða
mamma, vermamma, omma og langomma
okkara.
Aðalbjørg Joensen
f. Eidesgaard
Oyndarfirði
doyði og varð jarðað.
Somuleiðis takka vit fyri vitjanir, umsorgan og
hjálpsemi, meðan hon lá sjúk.
Tøkk fyri orgulspæl, góð og troystarrík orð
í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Missiónshúsið.
Stóra tøkk tit øll, ið komu at fylgja,
Blíðar heilsanir
Sigurd
Elinborg, Árni, Hjalti og Magna
Frits á Dunga
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri
maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
okkara,
Benjamin Joensen
Klaksvík
vanliga nevndur Benni
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
mikudagin 6. oktober 2010, 82 ára gamal.
Kistan kemur í Betesda fríggjakvøldið
klokkan 19.00.
Jarðarferðin verður sunnudagin
klokkan 14.00.
Hansa, Rúna, Gudny, Victoria og Jákup
Tey, ið ynskja at minnast Benna, kunnu lata eina
peninga gávu til Akurin,
kontur í peningastovnunum.