fríggjadagur 8. oktober 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 8. oktober 2010 · Nr. 143
Sosialurin
Sjúrður Skaale
Kjak
Ein lóg skal vera líka fyri øll.
Men
viðhvørt
hava
politikarar hug at samtykkja
lógir, sum bert eru galdandi
fyri nakrar heilt ávísar per
sónar, felagsskapir ella virki.
Tá er í veruleikanum ikki
talan um eina lóg, men um
ein dóm.
Tí stendur í uppskotinum
til stjórnarskipan, at løgtingið
ikki kann samtykkja lógir,
sum í veruleikanum eru
dómar. Løgtingið skal ikki
kunna fremja “singulera lóg
gávu”, sum tað kallast, men
einans generella lóggávu.
Eykaskattur
Í uppskotinum til fíggjarlóg
hevur
landsstýrið
gjørt
av, at eitt “tilfeingisgjald”
skal leggjast á virki í ali og
fiskivinnuni, sum hava meira
enn eina millión í vinningi
áðrenn skatt.
Orðingin er gjørd so mikið
generel, at tað ikki kann
kallast singuler lóggáva.
Men hetta leggur seg ógvu
liga tætt upp at einum dómi
í lógarhami. Hetta minnir
um ein dóm, sum politiski
myndugleikin
fellur
yvir
nakrar heilt ávísar fyritøkur.
Fyritøkur, sum “fáa bót” fyri
at klára seg væl innan teir
givnu, generellu karmarnar.
Og tað ber til at siga við
stórari vissu júst hvørjar
fyritøkur, ið talan er um.
Hesin “dómurin” er bara
galdandi í eitt ávíst tíðar
skeið. Tá tað er farið, hava
fyritøkurnar sitið dómin av
sær, so at siga.
Revsa yviskot
Er tað ikki rímiligt, at fyri
tøkur, sum fáa stórt avkast
av at vinna burturúr okkara
felags tilfeingi, skulu gjalda
tinfeingisgjald,
kann
ein
spyrja.
Jú, víst er tað rímiligt.
Men tað er púra órímiligt,
at skipanin ikki er tann sama
fyri øll. Tað er ikki rímiligt,
at politiski myndugleikin
“dømir” ávísar fyritøkur at
rinda, meðan onnur sleppa
undan.
Tað er ikki rímiligt, at tann
besti skal revsast, meðan
tann, sum ikki fær tað at
bera til, sleppur undan.
Tað
sum
krevst,
eru
tryggir karmar um okkara
vinnulív, sum eru líka fyri øll,
sum ikki broytast frá ári til
ár, og sum øll kunnu líta á.
Kapitalisman
riggar ikki
Okkara
høvuðsvinna
er
ikki ein frí vinna. Politiska
skipanin hevur ikki lagt
fastar lógarkarmar, sum eru
líka fyri øll. Í staðin hava vit
politiska stýring av vinnuni.
Og tí fungerar kapitalisman
ikki.
Ein heilt grundleggjandi
meginregla í kapitalismuni
er, at tann besti kann víðka
um sítt virki og skapa sær
størri rásarúm – meðan tann
ringasti verður kroystur út.
Í Føroyum verður tú aldrin
kroystur út – tú situr altíð
eftir við einum politiskt
givnum loyvi til landsins
tilfeingi.
Okkara skipan ger, at tann
besti verður hildin niðri – og
tann ringasti verður hildin
uppi.
Makrelfiskiskapurin
í
ár er eisini eitt dømi um, at
tann politiska stýringin fer
ov langt. At áseta kvotuna
var sjálvandi ein politisk
uppgáva. Men tað var eisini
landsstýrismaðurin
sum
gjørdi av, hvussu nógv hvør
kundi fiska. Tað var ikki tann
liberala, kapitalistiska kapp
ingin sum var avgerandi, men
tann politiska stýringin.
Meiriluti fyri
liberalisering
Tjóðveldi hevur eitt uppskot
um, hvussu vinnan kann
liberaliserast, hvussu tann
politiska
stýringin
kann
avmarkast til einans at áseta
hvussu nógv kann fiskast,
og hvussu vinnan, í fríari
kapping, sjálv kann áseta sítt
“tilfeingisgjald”.
Eitt av málunum í CHE
samgonguni var at fremja
eina
slíka
liberalisering.
Jóannes
Eidesgaard
helt
tað vera so týdningarmikið,
at hann kallaði tað sjálvan
“legitimitetin”
hjá
teirri
samgonguni.
Magni Laksáfoss hevur
nú orðað eitt uppskot, sum
ber á sama borðið.
Tí er lítil ivi um, at meiri
luti er fyri at skipa okkara
tilfeingisvinnu soleiðis, at
treytirnar eru tær somu
fyri øll, og frí kapping eftir
kapitalistiskum
megin
reglum ræður.
Vónandi ber eftir næsta val
til at fremja slíka liberalisering.
At revsa tær best riknu
fyritøkurnar,
er
sjúkur
vinnupolitikkur.
Vit revsa tann besta og stuðla tí ringasta
Nýggja eykagjaldið á fyritøkur við yviskoti er dømi um ein sjúkan vinnupolitikk
Ognin matr.nr. 1030d, Tórshavn
verður hervið lýst til sølu
Húsini eru í trimum hæddum við fýra íbúðum og einum
goymslurúmi. Á loftinum er ein íbúð á uml. 90 m2.
Í miðhæddini eru tvær íbúðir á uml. 50 m2 hvør.
Í niðastu hæddini er ein íbúð á uml. 50 m2,
og eitt goymslurúm.
Grundøkið er 511 m2, harav 55 m2 er vegur.
Fleiri myndir av húsinum eru á heimasíðu okkara
www.lawfirm.fo
Selt verður um nøktandi boð fæst.
Áhugað kunnu venda sær til:
Inga Højgaard, advokat, ih@lawfirm.fo ella
Sigrid Midjord, skrivara, sm@lawfirm.fo
AdvokAtfelAGIð vIð Strond 4
YvIrI vIð Strond 4 · tel 311260 · fAx 311261 · P.o. box 359
fo-110 tórSHAvn · fAroe ISlAndS
eMAIl: lAwfIrM@lAwfIrM.fo · HeIMASÍðA: www.lAwfIrM.fo
JóGvAn PÁll lASSen · Petur even dJurHuuS
JóGvAn e. ellefSen · AnnA dAM · InGI HøJGAArd
Gunn ellefSen · MIMI SteIntórSdóttIr
Sosialurin 341800
Sethús handan Á 1 til sølu
LærLingur søkist!
i tiL smá-eLtóL & hvítvørudeiLd í miðLon
Vit søkja eftir lærlingi til smá-eltól & hvítvørudeild í Miðlon.
Viðkomandi má hava onkra miðnámsútbúgving, sum t.d. FHS,
HF ella studentaraútbúgving.
Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Levi E.
Winther á fartlf. 219697, ella at senda ein
teldupost til levi@elding.fo.
Starvið verður sett skjótast gjørligt
Umsókn saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum
verður at senda í telduposti til levi@elding.fo ella til:
ELDING Miðlon, Postboks 1289, 110 Tórshavn
um...
...er lisin
-so ert
tú við!