Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 8. oktober 2010 2 VIKUSKIFTI Í familju við allar Vatnsoyrar Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Juanita Schrøter Holm / Jens Kristian Vang 2 Klumma: Í familju við allar vatnsoyrar 4 IntErVIEw: amariel norðoy 6 tIPS: seyðaskinn 8 BaKgrund: so nógvar ferðapengar fáa løgtingsfólk 10 10 tIng um romario 11 90 SEKund: finn johannesen 12 IntErVIEw: juanita schrøter holm 14 tIl arBEIðIS: hansa frederiksberg 15 umafturafturum: høgni djurhuus 16 BaKgrund: john lennon 70 ár 18 ÚtISEtIn: nicolaj falck 19 mIðlamJarr: tað siga tey á facebook og Í miðlunum 23 tað HEndIr: konsertir, tiltøk, bøkur og annað 24 VIKumyndIn Sum barn plagdi pápi mín at siga við meg, at eg var í familju við eina heila bygd. Tað vóru nevnliga forfedrarnir hjá okkum, sum vóru niðursetufólk í Vatnsoyrum. Eg var stolt av at vera í familju við eina heila bygd - men helt tað samstundis vera eitt sindur løgið, at eg ikki var babtist, tá tey øll vóru tað... Tá vit fluttu til Føroya fyri einum ári síðani, var tað hetta við familju, sum mangan fekk meg at smílast fyrstu mánaðirnar. Sonurin fekk ein vinmann í barnagarðinum, Torstein, sum fortaldi, at abbi hansara eisini eitur Torstein og býr í Skopun. »Ná, so tú er abbasonur hann, og sonur hana, og mostur tín eitur tað...« Ein annan dagin gjørdi eg eina samrøðu við ein, sum vísti seg at vera beiggi konuna hjá einum syskinabarni. Pedagogurin í barnagarðinum hjá yngra soninum var dóttir ein góðan vinmann hjá beiggja mínum, og soleiðis helt tað áfram. Hóast CTD og annað lort, ið kemst av, at vit eru ov tætt í familju, er tað hóast alt sjarmerandi, at søga okkara er flættað soleiðis saman, sum hon er í Føroyum. Tað tók nakrar mánaðir, og so var eg vand av við anonymitetin í stórbýnum og byrjaði næstan at presentera meg við at siga: »Eg eri dóttur Pedda hjá Jesar í Sørvági.« Tað fekk fleiri at nikka, enn um eg brúkti útlendska Inna Tørnroos (eftirnavnið hjá álendska manninum). Men hóast eg elski, at vit í Føroyum kenna øll, eru í familju við tey flestu og hava mein ingar um tað mesta, er anonymiteturin í stórbýnum eisini fantastiskur. At kunna ferðast nakrar kilometrar frá heiminum, og ONGIN kennir teg aftur. Tú nýtist ikki at hugsa um um klæði, hár, smyrsl ella gongulag – ella um tú dettur á rumpuna - tí ongin kennur teg aftur. Í bústaðsøkinum í einum stórbýi er tað tó næstan sum í einari lítlari bygd – øll kenna hvønnannan og vita tað mesta. Men at presentera meg sum »Inna hjá Pedda hjá Jesar« ja, tað virkar nokk bara í Føroyum! INNIHALD klumman Inna Törnroos savnsmynd 10 ting ið stjala okkara arbeiðstíð 5 ArbeIðstímAr um vikuna. So nógva tíð nýta fóLk, ið hava atgongd til teLDu, á netinum, meðAN tey eru til ArbeIðIs. tað eru 13,5%, um vit arbeiða 37 tímAr um vikuna. tað er eIN amerikanSkur grANskINgArbóLkur, Sum hevur kANNAð amerikanSka ArbeIðsmArkNAðIN, og tey hava funnið 10 teir StørStu ArbeIðs tíðArtjóvArNAr lagt tIl rættIs: Eydna Skaale 1: Facebook (1 tíma og 14 minuttir um dagin) Tað kemur helst ikki óvart á nakran, at Facebook er á einum klárum fyrstaplássi yvir síður, sum stjala okkara arbeiðstíð. Tað hevur eisini kostað fleiri fólkum starvið, at tey dagføra sín status við at kommentera sjóran ella keðiliga arbeiðsplássið. 2: Online spøl (33 minuttir um dagin) meðan summi roykja, so spæla onnur snake, bricks ella tetris, fyri at slappa av eina løtu. men verð varin. smáu spølini kunnu nevniliga vera eins bindandi, sum tubbakkið. Áðrenn tú veist av, kennir tú teg noyddan at spæla. 3: Privatur teldupostur (27 minuttir um vikuna) Hóast t-posturin alsamt verður troðkaður burtur av sosialum netverkum sum Facebook og Twitter, sum gera samskiftið enn lættari, so taka privatu teldubrøvini tó framvegis nógv av okkara arbeiðstíð. 4: Portalar av ymsum slagi (14 minuttir um vikuna) Portalar sum iGoogle og msn, sum hjálpa okkum at rógva runt á internetinum, stjala eisini fitt av okkara arbeiðsmegi. 5: Privat kjatt (13 minuttir um vikuna) smá kjatt aftur og fram um líkt og ólíkt við vinir, familju ella arbeiðsfelagar enda ofta við at taka meiri av tíni arbeiðstíð, enn tað í grundini átti at gjørt. 6: Youtube og video av ymsum slagi (13 minuttir um vikuna) youtube er triðmest vitjaða síðan á netinum, og alt fleiri leggja eisini leinkjur til youtube út á Facebook, og so noyðast vit lííííka at síggja, hvat tað er, vinir okkara halda vera stuttligt, syrgiligt, ræðuligt ella flóvisligt. 7: Google (11 minuttir um vikuna) Google hevur svarið uppá alt. Hava vit ein spurning, óansæð hvat evnið er, so fara vit beint til Google. Eisini um vit eru til arbeiðis. 8: Shopping á netinum (9 minuttir um vikuna) alt fæst á netinum, og hóast vit halda okkum væl í 11 mánaðir um árið, so vísir kanningin, at vit í desember nýta nógvar arbeiðsminuttir til at vitja handilssíður sum ebay.com. 9: Porno (8 minuttir um vikuna) Júst hvussu tað letur seg gera, nú opin kontórlandsløg eru í hæddini, veit eg ikki, men tað eydnast hóast alt summum at hyggja at porno í arbeiðstíðini. 10: Managerspøl (7 minuttir um vikuna) Online managerspøl, har tú hevur ábyrgdina av einum fótbóltsliði, einum súkkluliði, einum heri, sum skal í kríggj ella av at byggja eina bygd, stjala eisini nógv av arbeiðstíðini – serliga hjá mannfólki. Kann arbeiðið veruliga vera so stuttligt? Er tað ikki meiri sannlíkt, at hon júst hevur fingið eini stuttlig kjattboð frá vinkonuni, at hon hyggur at einum klippi á youtube, ella at hon klárar seg væl í Tetris?