Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 8. oktober 2010 8 VIKUSKIFTI MUnUr Løgtingsfólk verða væl og virðliga endurgoldin fyri útreiðslur, sum tey hava av at ferðast millum bústaðin og arbeiði. Endurgjaldið er fleiri ferðir størri enn tað, sum vanlig fólk, ið eisini ferðast millum bústað og arbeiði, fáa í ferðaendurgjaldi – og nú er ætlanin eisini at skerja hetta endurgjald hjá vanligum fólki. Í Norðoyggjum er munurin millum endurgjald til løgtingsfólk og vanlig fólk upp í 67.000, hóast fólk skulu somu leið aftur og fram. Í Suðuroynni er mun urin upp í 50.000 krónur. Harafturat er galdandi, at løg­ tings fólk fáa sítt endurgjald fyri 100 arbeiðsdagar, meðan vanlig fólk skulu upp um 200 arbeiðsdagar fyri sítt endur gjald. Tað vil siga, at munurin er tvífalt so stórur, sum tølini í grundini vísa. Seinastu dagarnar hava atfinningar verið ímóti, at løgtingsfólk fáa so nógv størri endurgjald enn vanlig fólk, og bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og John Johannessen, sum er í formansskapinum í løgtinginum, halda, at ferðaendurgjaldið hjá løgtingsfólkum á bygd skal skerjast. Jógvan við Keldu, sum í nógv ár var landspolitikari, samanber í feskari viðmerking løgtingsfólk í Havn og á bygd og sigur, at politikarar úti um landið eiga at fáa somu lønarligu treytir sum løgtingsfólk í Havn, tí annars verður mismunur gjørdur á løgtingslimum. Tað er løgtingslógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna sum sigur, hvussu stórt kostnaðarendurgjaldið skal verða. Løgtingsfólk fáa í fyrsta lagi endurgjald fyri flutningskostnaðin av bili við Strandferðsluni. Síðani verður latin koyripeningur millum Havnina og heimstaðin í 100 dagar. Harafturat verður latin tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar. Hetta verður samanlagt ein trivalig upphædd, sum verður latin løgtingsfólki skattafrítt. Stórur munur er, hvussu nógv vanlig fólk og tingfólk fáa endurgoldið fyri ferðingina millum bústað og arbeiði. løgtingSfólk fáa Stórt endurgjald fyri koStnaðin, sum tey hava av ferðingini Hetta fáa løgtingsfólk í samsýning lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna staðfestir, at løgtingsfólk skulu samsýnast á hendan hátt: § 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í tænastumannalógini íroknað vanliga viðbót. 2. stk. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn, soleiðis: ✖ Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga. ✖ Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga. ✖ Tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar. ✖ Tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi fáa ikki kostnaðar- endurgjald. Eyðgunn Samuelsen KlaKsvíK 69.120 kr. Palleba Klaksvík 12.054 kr. Bill Justinussen Glyvrar 56.600 kr. Palleba Glyvrar 7.455 kr. lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein