Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 8. oktober 2010 16 VIKUSKIFTI lennon 70 Uni Arge ua@sosialurin.fo Tann 9. desember í 1980 varð eg vaktur kl. 07.20, tí eg skuldi í skúla. Stutt frammanundan høvdu vit í 4. flokki uppdagað The Beatles. Tann fyrsta plátan, vit øll keyptu og tráspældu, var "Help." Á baksíðuni vóru myndir av teimum fýra beatlunum. Beinanvegin helt eg meg síggja, hvør tann skrappasti var. Tað var John Lennon. Hann sá sannførdur og eitt sindur vandamikil út. Sum 9 ára gamal hevði eg valt mær mína tónleikaligu hetju, og eg gleddi meg at hoyra restina av tilfarinum hjá The Beatles og John Lennon. Men so varð eg vaktur. "Nú mást tú koma upp, tí Ívar sigur, at John Lennon er skotin í New York!" Eins og milliónir av øðrum fólkum í heiminum hugsaði eg, at tað kundi ikki passa. Ongin kundi finna uppá at skjóta ein tónleikara. Politikarar vóru gamaní skotnir fleiri ferðir framm­ anundan, John F. Kennedy í 1963 og Robert Kennedy í 1968, og stutt eftir, at yngri Kennedy varð skotin, varð Martin Luther King myrdur. Abraham Lincoln varð myrdur eftir amerikanska borgarakríggið og eisini Gandhi, tá hann hevði rikið onglendingar úr India. Men John Lennon? Hvussu kundi nakar skjóta hann? Hvussu kundi nakar skjóta ein, sum hevði givið heiminum so nógvar góðar sangir, spjatt so nógva gleði og verið drívmegin í heimsins størsta tónleikabólki? Hataði skúlan Hetta var í 1980 púra óskiljandi, og tað er tað enn. Morðið á John Lennon gav stutt sagt onga meining. Maðurin, ið skeyt, var ein skitsofrenur knokkur av Hawaii, ið alt sítt lív hevði stríðst við egnar undirlutakenslur. Tíðliga var hann farin at fjeppast uppi í The Beatles, men í skitsofrena høvdinum vendist alskurin til hatur, og fjepparin stardi seg óðan inn á John Lennon. Tá Lennon og Yoko Ono 17. november í 1980 góvu út plátuna "Double Fantasy" eftir fimm ára tøgn, fór hann til New York við revolvara, tí hann vildi stjala góða umdømið hjá síni fyrimynd. Kl. 22.50 tann 8. desember skeyt hann fimm skot eftir Lennon. Fýra raktu, og fáar minuttir seinni doyði hann. Hetta var endin á lívinum hjá per­ són inum John Lennon, men verkið eftir hann er enn ljóslivandi, og røddin og sangirnir ljóma framvegis um allan heim. John Lennon var ein so gávuríkur listarmaður, at hann visti ikki, hvørjum beini hann skuldi standa á sum ungur. Hann hataði skúlan og gjørdi uppreistur ímóti lærarunum við at skulka og spæla tónleik. Hann teknaði nógv, skrivaði stuttligar yrkingar og var eitt oratoriskt begávilsi. Genturnar bæði ræddust og hámettu tann framliga og sjarmerandi unga mannin, ið misti mammu sína longu sum 17 ára gamal. Hetta merkti hann alt lívið. Hann var óður og við­ kvæmur um somu tíð, men hevði sam bært Ringo Starr heimsins størsta hjarta. John Lennon ætlaði sær á yngri árum ikki at arbeiða frá 8.00 til 16.00 sum vaksin. Tílíkar fastlagdar karmar ræddist hann sum pestina sjálva. Hann flýddi tí inn í tónleikin í egna bólki sínum, The Quarrymen, og meðan hann við hesum bólki spældi á einum kirkjubasari í Liverpool á sumri í 1957, hitti hann Paul McCartney. Seinni fór hann á listaskúla saman við einum øðrum vinmanni, Stuart Sutcliffe. Har gekk onki serligt at møta upp heldur, tí tónleikurin dró. George Harrison kom upp í The Quarrymen, og bólkurin skifti navn til The Beatles. Síðan fóru teir til Hamburg at spæla í fleiri umførum, og Ringo Starr settist við trummurnar. Drívmegin í Beatles Restin av søguni um The Beatles er líka kend sum sangirnir hjá bólkinum. Øll hava tó kanska ikki givið sær far um, at árini frá 1962 til 1966 var John Lennon nærum óstýriligur sum sangskrivari og sangari. Sangirnir floymdu úr hansara hondum, eitt nú á plátuni "A Hard Days Night," har hann átti 10 av 13 sangum. Hann sang sum ein dreymur, tí konsertirnar góvu honum góða venjing. Legendarisk er ikki minst upptøkan av "Twist And Shout" í 1962, har hann forkølaður sang seg inn í rocksøguna við einum røttum mannfólkaavriki. Rødd hansara hevði karakter og hvassleika, men eisini eymleika. Hann kundi syngja teir mest uppslítandi rock­ sangirnar við øgiligari orku, og hann kundi sorgblítt tulka tann viðkvæmasta sangin um sváran miss og sakn. "Rock 'n' Roll Music" hjá Chuck Berry, sum Beatles innspældi í 1964, er eitt annað dømi um kraftina í rødd hansara. Upptøkan varar í tveir og ein hálvan minutt, og tú situr sum á nálum og bíðar eftir, at ræddarbondini slitna, men hann missir aldrin tamarhaldið. Á einum sangi sum "Instant Karma" er hann so væl upplagdur, at innspælingin hjá eitt nú U2 av sama sangi bliknar afturímóti. Men lurta so eftir sangum sum "Julia," "Girl" og "In My Life." Nú er tað søgusigarin, sum reflekterar yvir mammuna, miseydnaða kærleikan og farnar dagar. Hetta ger hann við eins stórari sannføring, tí John Lennon var ikki bara ein av heimsins bestu og mest fjølbroyttu sangarum. Hann var eisini ein av heimsins bestu sangskrivarum. Sangirnir, ið hann og Paul McCartney Sagt er um hAnn, at hann var maðurin, Sum gav nýmótAns tónleikinUm tað StørSta spArkið í afturpartin nAkrAntíð. tann 9. oktober í ár hevði John lennon fylt 70 ár, og heimurin takkar honum enn fyri sermerktU røddina, nýSkapandi sAngirnAr, hvaSSa vitið, Stuttligu viðmerkingArnAr og dirvið at tala myndUgleikUm ímóti. hóaSt 30 ár eru liðin, Síðan hann doyði, Sita fólk enn við tárUm í eygunum og hyggja at lennon-klippUm á youtube Heimurin saknar framvegis lennon