Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Teitur Lassen hevði í gjár­ kvøldið konsert í stóra Kon­ sert salinum hjá Danmarks Radio, og tíðarritið Gaffa gevur Teiti gott ummæli fyri framførsluna. Ummælarin heldur, at Teitur við sínum eyð mjúka og inniliga stíli megnaði væl at fylla salin, og tað var líkavið, at honum ikki nýttist ein bólk afturat sær. Gaffa heldur, at tað hoyrdist á bólkinum, at talan fyri stóran part var um nýggjar sangir, og bólkurin tí ikki hevði spælt tilfarið áður á konsertum. – Við sannførandi rødd og góðum gittarspæli kundi Teitur havt klárað seg uttan fylgispæl frá bólkinum, og tað hevði kanska eisini veirð betri, sigur ummælarin hjá Gaffa. Blaðið heldur, at løtan, tá ið eitt føroyskt gentukór kom á pallin at syngja saman við Teiti, var stór. – Tá blivu armsveiggini hjá Teitur stór, og røddin hjá honum var umgyrd av einglaljóði, skrivar Gaffa. Blaðið gevur Teiti fýra av seks stjørn­ um fyri fram­ førsluna í gjár­ kvøldið. Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fríggjadagin upplivdu vit nakað, sum vit ikki ofta uppliva nú á døg­ um. Tey ungu gjørdu vart við seg, tí tey hildu seg verða fyri órøttum. Ætlanin hjá politiska myndug­ leikanum, sum er farin undir at viðgera fíggjarlógina komandi ár, er at skerja lestrarstuðulin hjá teimum ungu. Tað vilja tey lesandi ikki finna seg í, og tí varð kallað saman til mótmælisgongu í høvuðsstaðnum fríggjadagin. Og nógv lesandi úr øllum landinum møttu til tiltakið. Nú á døgum er tað helst meira ger andiskostur, at tey ungu savn­ ast til Paradise­veitslur, konsertir, LAN­party og annað – tað snýr seg um undirhald og upplivingar. Tí var tað hugaligt at síggja, at ung fólk framvegis kunnu finna saman at gera vart við seg á gøt­ unum, at mála skelti, kalla tiltakið eina mótmælisgongu og siga politikararunum, at tey finna seg ikki í viðferðini, tey fáa. »Ongan studning – onga framtíð« stóð skrivað á einum av skeltum, og hvat var tað ikki herligt at síggja hondskrivað mótmælisskelti verða veipa ímóti polikarunum ein fríggja dag í oktober. Skerjingin av lestrarstuðlinum kann síggjast í bæði einum og øðr­ um ljósi. Politiski myndugleikin roynir at vísa á, at neyðugt er skerja nógva staðni, og at føroyski lestrar­ stuðul er hægri, enn hann er í granna londunum. Tí er tað rímiligt at skava nakrar hundrað krónur av føroyska stuðlinum. Hetta verður gjørt samstundis, sum tað verður mett sum týdningarmikið, at tey ungu fara at lesa víðari, taka eina útbúgving og seinni kunnu geva sam­ felagnum nakað munagott. Tey skulu bara ikki hava so nógvar pengar fyri at útbúgva seg, sum tey hava fingið. Ferðastuðulin til tey lesandi utt an lands skal eisini skerjast. Før­ oyingar, sum útbúgva seg í øðrum lond um, skulu hava minni av pen­ ingi til at ferðast heim við. Ein skerjing á 1000 krónur fyri hvønn persón um árið er næstan láturlig, tá ið vit í Sosialinum fríggjadagin kunnu lesa um, hvussu nógvan ferðastuðul løgtingsfólk uttan fyri Havnina fáa fyri at ferðast millum heimið og arbeiðið. Hugaligt at síggja, at ung­ fólk framvegis kunnu gera vart við seg á gøtunum Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivdir frá fletting, sum ikki verða gagnnýtt, skulu burturbeinast á skyn­ saman hátt. Tað sigur Um hvørv is­ stovan í eini fráboðan, nú slaktið er fyri kring landið. – Leivdir frá fletting skulu ikki at verða beindar í á, fjøru ella haga. Henda dálking av umhvørvinum kann ofta síggja ótespilig út, geva ringan lukt og verða atvold til smittu, sigur Umhvørvisstovan. Heitt verður á fólk um at beina tær leivdir frá flett ing og slakti, ið ikki verða gagnnýttar, í bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta enda­ málið. Í hesar bingjur kann eisini annað lívrunnið tilfar latast í, tað veri seg slógv, fjaðrar, og annað. Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsu áset­ ingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá flettingini. Sambært kunngerðini skal alt djóraburturkast frá slátri samlast saman í ser ligar bingjur til enda­ málið á góðkendum stað og burturbeinast á góðkendum brennistøðum. Leivdirnar kunnu smitta UNGFÓLK GERA VART VIÐ SEG Teitur í føroyskum einglaljóði Ørskap­ urin fekk frítt spæl ReidaR NóNfjall Síða 12-14 Vit arbeiddu seriøst BjaRNi OlSeN Síða 35