Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 4 Sosialurin Randi Jacobsen Enn er einki at frætta frá samráðinginum mill­ um almenna fak fe lags­ samstarvið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið hinu meg­ in. Í seinastu viku var ein fundur, og tá varð avtalað at hittast aftur í næstu viku. Líkt er til, at hvørgin parturin hevur skund at fáa nýggjar sáttmálar. Í almenna fakfelags­ samstarvinum eru Før­ oya Lærarafelag, Starvs­ mannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Samráðst hevur bæði verið í felag og einsæris um serkrøv. So leingi samráðst verður, vil einki felag upp lýsa nakað frá sam­ ráð ingunum. Krøvini hjá pørtunum eru heldur ikki almenn enn. Sáttmálarnir gingu út 1. oktober, men so leingi samráðst verður, verður arbeitt eftir gomlu sátt­ málunum. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggj armálum hevur gjørt greitt, at í ár er ikki rúm fyri nøkrum lønarvøkstri. Feløgini hava mótmælt tí fráboð­ anini, sum tey meta vera at gera seg inn á sam­ ráðingarrættin. Samstundis sum samráðst verður, viðger løgtingið uppskotið til nýggja fíggjarlóg, har ásett verður, hvat al­ menna stovnarnir skulu klára seg við næsta ár. Randi Jacobsen Tá ið Norrøna sigldi til Es bjerg, fóru teir lokalu havnaarbeiðarnir umborð at surra. Men soleiðis er ikki í øðrum donskum havnum. Tá nú Norøna fór at sigla til Hirtshals, valdi Smyril­line at gera sum onnur reiðí gera at lata manningina sjálva gera hetta arbeiði. – Tað er rætt, at vit hava hoyrt graml um, at teir í Esbjerg vilja hava stóra felagið 3F at blokera Norrønu í Hirtshals, sigur Rúni Olsen, maritimi leiðarin á Smyril­ line. Enn er tó einki hent. Havnaarbeiðarnir í Es­ bjerg hava eisini ført fram, at mann ingin á Norrønu ikki er í fakfelag. – Tað er ikki rætt, tí øll manningin er limur í Føroya Fiskimannafelag, sigur Rúni Olsen. Fríggjadagin boðaði Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan frá, at mikroovnspoppkorn av merkinum Coop við Smør­ smakki antin skal latast inn aftur í handilin, har vøran varð keypt, ella má vøran beinast burtur. Vøran er pakkað í tríggjar ferir 100 gramms pakkar. Orsøkin til afturkallingina er, at mjólkaprotein ikki er merkt í tilfarslistanum. Fólk, sum eru ovu rvið­ kvom ella ikki tola mjólk, kunnu fáa allergiska reaksjón av vøruni. Áhugin fyri at gerast havnafúti í Klaksvík er stórur. Sjey umsóknir eru til starvið. Í hesum døgum eru setanarsamrøður, og tað ganga neyvan fleiri dagar, til starvið verður sett. Sjey umsóknir Gongur seint við samráð­ ing unum Hóast sáttmálarnir hjá teimum fýra stóru feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fór út gildi 1. oktober, skunda partarnir sær ikki við at gera nýggjar sáttmálar Hótta Norrönu við blokadu Tíðindi ganga nú um, at havnaarbeiðararnir í Esbjerg vilja hava felagið 3F at blokera Norrønu í Hirtshals, tí dekkararnir á skipinum surra sjálvir umborð Í Esbjerg fóru lokalu havnaarbeiðararnir umborð at surra, men soleiðis er ikki aðrastaðni Randi Jacobsen Savnsfagnaðurin byrjaði sunnudagin við útferð til Gjárar, og alla hesa vikuna verða alskyns tiltøk til børn og vaksin. Hjá børnunum liggur í hvussu er væl fyri at luttaka, nú skúlarnir eru í heystfrí. Hvønn dag í vikuni eru tónleikatiltøk í Tutl á Káta Horninum í Havn. Tónleikurin er tengdur at evnunum, sum Savnsfagnaðurin snýr seg um. Í Miðlahúsinum verða hvørt kvøld tveir styttri fyrilestrar og ein tónleikaløta við kensum føroyskum tón ­ leik arum. Tey fýra søvn­ ini standa fyri hvør sínum kvøldi frá mánadegi til hósdag, Fríggjakvøldið verða vinnararnir av Savns­ fagnaðar kapp ingunum heiðr að ir, og ein almenn savns faganarquiz verður eins og ein tónleikarløta. Myndir frá teknikapp­ ingini verða at síggja bæði í Miðlahúsinum og á Býar­ bókasavninum. Endamálið við tiltøkunum er at vísa á, at vísindi og list ikki eru ólík, tí bæði krevja kreativitet og eygleiðing. Fagnaðurin heldur fram Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur aftur kallað mikroovnspoppkorn av merkinum COOP við smørsmakki Poppkorn av hillunum