mánadagur 11. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. oktober · Nr. 144
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur skapt mikla øsing,
nú tað er komið fram, at lækn
ar, sum fara til Suðuroyar at
hava forvakt, tjena heilar
56.000 krónur um vikuna.
Tá hetta kom Jenisi av
Rana fyri oyruni, setti hann
landsstýrismanninum í heilsu
málum, Aksel V. Johanne
sen ein spurning á Tingi um
hetta.
– Eg setti spurningin
fram, tí eg trúði ikki mínum
egnu oyrum, tá eg hoyrdi
tað. Júst í hesum døgum
sita vit og royna at spara
allastaðni, har sparast kann.
Vit fara inn allastaðni, eisini
hjá teimum veikastu í sam
felagnum, og ofta snýr tað
seg um minni enn eina
millión, vit klípa burtur av
hjá pensjónistunum, sigur
Jenis av Rana.
Samstundis hoyrist, at
læknar kunnu fara eina viku
til Suðuroyar og forvinna
56.000 krónur fyri sjey dagar.
– Bara tað, at landsstýris
maðurin váttar, at soleiðis er,
ger, at eg standi púra býttur.
Hvat er hetta fyri nakað?
Hvussu ber hetta til í eini
tíð, har vit annars royna at
spara? Hvussu kann man
oysla soleiðis?, spyr Jenis av
Rana.
Tá so landsstýrismaðurin
argumenterar fyri hesi skip
anini, stendur formaður Mið
floksins púra býttur.
– Tú kanst ikki argument
era fyri at brúka so nógvar
pengar til nakað sum helst.
Eingin hevur rætt til at tjena
56.000 krónur um vikuna,
og tá landsstýrismaðurin so
sigur, at teir eru í døgnvakt,
so taki eg meg til høvdið. Ein
lækni arbeiðir í døgnvakt
í sjey dagar, tá haldi eg, at
man má halda seg burtur frá
einum slíkum lækna, sigur
Jenis av Rana.
Kann ikki verjast
Heldur ikki argumentið um,
at hendan skipanin hevur
verið í Klaksvík í nógv ár,
heldur Jenis av Rana nógv
um.
– Tað argumentið kann
heldur ikki brúkast, tí tú
kanst ikki verja tann veru
leika, at nakar kann tjena
56.000 krónur um vikuna, og
tá tað nú er staðfest, má tað
kannast og broytast ongan
tíð ov skjótt, sigur Jenis av
Rana.
Hann sigur, at eingin
hevur rætt til at tjena 56.000
krónur um vikuna, og slett
ikki í einum samfelag, sum
leitar eftir krónum og oyrum
fyri at yvirliva.
Jenis av Rana er sjálvur
lækni, men hevði hann sagt
nei takk til eitt so trivaligt
tilboð?
– Eg kundi havt sagt ja
og lagt alt annað frá mær.
Eg skal tó ikki lasta tey,
sum taka av, tí vit eru jú øll
bara menniskju. Men tann
maðurin, sum verjir hesa
skipanina, um hann ikki
syrgir fyri at broyta lønina
og fáa hana niður á eitt
sømiligt støði, er hann verri
enn undangongumaður hans
ara, sum jú noyddist frá, tí
hann hevði brúkt for nógvar
pengar, sigur Jenis av Rana.
Ein svaklig løn
Tað er eingin verja fyri at lata 56.000 krónur í løn um vikuna, og tá ein verja fyri hesum er, at læknarnir eru á
samdøgursvakt, má eg bara taka meg til høvdið, tí ein slíkan lækna skal man als ikki fara til, sigur Jenis av Rana
Leo Poulsen
Eitt mál, sum hevur fylt nógv
hjá
vanliga
borgaranum,
er spurningurin um ferða
endurgjald til tinglimir, og
serliga munin á ferðaendur
gjaldi sammett við tað ferða
endurgjald,
sum
vanligi
borgarin fær.
John Johannesen ætlar
sær at gera nakað ítøkiligt
við hetta málið.
– Uppskotið liggur púra
klárt juridiskt, og spurn
ingurin er bara at fara rætt
fram formelt, Skulu vit taka
tað gjøgnum formansskapin
í Tinginum, tí hetta er ein
spurningur
um
Tingsins
viðurskifti, so hevði tað
kanska verið rætt at gjørt tað
tann vegin. Hin møguleikin
er at fáa ein tinglim frá
hvør sínum flokki at vera
við sum uppskotsstillarar
til eitt tingmál, sigur John
Johannesen.
Tað er hetta, hann kannar
í løtuni, og fyri at fáa eitt slíkt
uppskot ígjøgnum Tingið er
sjálvandi neyðugt, at finna
ein meiriluta fyri tí.
– Lat okkum nú síggja,
hvussu leikur fer, og hvussu
tingfólk eru til reiðar at
viðgera síni egnu viður
skifti. Her eru tveir ójavnar
í hesum máli. Tann fyrsti er
tann veldugi ójavnin í koyri
pengum sum er hjá einum
tingfólki og einum vanligum
borgara, men her er eisini
talan um ein ójavna ið ger, at
tingfólk ikki eru líka stillað,
sigur John Johannesen.
Hann sigur, at tað ofta
eru fólk, ið fáa henda øgiliga
koyripeningin, sum reisast og
siga, at tingmannalønirnar
skulu skerjast fimm prosent,
nú tá tað verður spart
aðrastaðni í samfelagnum.
– Veruleikin er tann, at
tingmanalønirnar ikki eru
serliga høgar, men tað eru
nøkur tingfólk, sum fáa
nakrar ágóðar, ið eru alt
ov órímiligir sammett við
vanliga borgaran og sammett
við onnur tingfólk, sigur
John Johannesen.
Uppskotið, sum liggur
klárt, leggur upp til, at
tingfólk fáa ferðaendurgjald
eftir sama leisti, sum vanligi
borgarin fær, og tað er ein
risastór skerjing í mun til tað,
sum tingfólk fáa í dag.
John Johannesen ætlar, at tingfólk skulu fáa sama
ferðaendurgjald, sum vanligi borgarin fær
Vil skerja ferðaendurgjaldið
John Johannesen segði á Tingsins røðarapalli í síðstu viku, at hann fer at leggja
uppskot fram um at skerja ferðaendurgjaldið hjá tinglimum
Jenis av Rana øtast um ógvusligu lønina, sum læknar fáa fyri forvakt á Suðuroyar sjúkrahúsi um vikuna