Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. oktober 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 11. oktober · Nr. 144 Sosialurin Líkt er ikki til, at hetta verður nøkur stór vika á landingarmiðstøðini Kongs­ havn í Saltangará. Í morgun, tá vit fræt tu, lá einki skip til land ing, og gólvini inni á land ing ar­ miðstøðini vóru turr. ­ Sum er, hevur einki skip boð að frá landing, men vit vænta, at okkurt verður, sum vikan líður, frættu vit í morg un. Upsaveiðan hjá par trol­ ar un um hevur verið mis ­ jøvn, men yvirhøvur smá lig tað mesta av summ ar in um. Væntandi hevur verið, at upsafiskiskapurin fór at taka seg uppaftur í heyst, men soleiðis hevur ikki verið higar til. Onkrir partrolarar hava tó gjørt hampiliga góðar túr ar og hava fingið upp í lastina, men sum heild høvdu menn vónað, at fiski­ skap ur in gjørdust meiri støðugur og góð ur. vilmund@sosialurin.fo Góðir íslandstúrar hjá línuskipunum Vilmund Jacobsen Í dag landa tvey línuskip á Toftum. Kambur hevur 193.000 pund, og Stapin hev­ ur sløk 128.000 pund. Bæði skip ini hava verið undir Ís­ landi. Kambur hevur havt 12 set ur, og Stapin hevur havt 9. Á túrinum undan hesum vóru somu skip eisini undir Ís lan di. Tá hevði Kambur 206.000 pund, sum er ein góð ur túrur, meðan Stapin hevði umleið 170.000 pund, sum eisini er ein góður túrur. Meginparturin av veiðini hjá línuskipunum undir Ís landi er toskur og brosma, men hendan túrin hevði Stap in eisini væl av blálongu. Veiða í tølum Taka vit veiðina hjá Kambi í morg un, hevur skipið 86.000 pund av brosmu, 53.000 av tos ki, 9.000 av lira og 1000 pund av kongafiski. Av veiðini hjá Stapanum í morg un, eru góð 55.600 pund tosk ur, 35.000 brosma, 27.000 blá longa, og 8.000 pund er liri. Á Landingarmiðstøð Før­ oya á Toftum vænta tey eisi­ ni línuskipið Vesturhavið he sa vikuna, men í morgun var ikki greitt, nær skipið kemur inn at landa. vilmund@sosialurin.fo FISKIVINNA Tveir teir seinastu túrarnar undir Íslandi hevur línuskipið Kambur fiskað tilsamans 400.000 pund, sum er góð línuveiða Turt gólv hjá Kongshavn Veiðan hjá føroysku línuskipunum undir Íslandi hevur verið hampiliga góð seinastu túrarnar Mynd: Vilmund Jacobsen vinnuni, men í fíggjar lógar­ upp skotinum fyri komandi ár er tilfeingisgjald við í inn tøku grundarlagnum hjá lands stýri num. ­ Líkt er tí til, at tær treytir, sum vinnufeløgini hava sett fyri at vilja yvir­ taka skipanina við inn tøku­ trygd, ikki fara at halda – og gera tær ikki tað, hava vit eina nýggja støðu, leggur for­ maðurin í Føroya Skipara­og Navigatørfelag aftrat. 1% av virðinum Uppleggið hjá vinnu feløg­ unum er annars, at 1% skal fara av óbýttum land ingar­ virði, sum verður parturin hjá reiðarum og manningum til nýggja grunnin, sum skal syrgja fyri, at fiskimenn hava eina inntøkutrygd. Eyðstein Djurhuus vísir á, at eitt vanligt ár liggur avgreiðingarvirðið hjá fiski­ flotanum um 2 miljardir krón ur, og eitt prosent av hes um gevum 20 miljónir krón ur, sum undir vanligum um støðum er nóg mikið til at dekka tørvin á minstuløn. ­ Verður hetta skipanin, verða tað soleiðis tey skip, sum fiska væl, ið koma at gjalda ein størri part inn í grunnin, meðan tey skip, sum fiska minni væl, gjalda minni. Hetta fer so leið is at virka sum ein útjavn ing ar­ skipan, sigur hann. Steðga misbrúki Formaðurin í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag vísir á, at vinnan á fundi eisini hevur viðgjørt spurningin um møguligt misbrúk av inn tøkutrygdini, og í eini nýggjari skipan kemur vinn­ an sjálv at syrgja fyri, at møguligt misbrúk verður steðg að. ­ Tað er eingin loyna, at ein stórur partur av inn­ tøku trygdini er til útróðr­ ar skipanina, og her vísir tað seg, at parturin broytist lítið – antin tað gongur væl ella minni væl at fiska. Øll vinnu feløgini eru samd um, at eftirlitið í eini nýggjari skip an skal skerpast, og hesa áskoð an hevur Meginfelag Útróðr ar manna eisini, sigur Eyð stein Djurhuus. Sosialurin kann leggja aftrat, at eingin peningur er sett ur av til inntøkutrygd í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011, men uppskot um at avtaka inntøkutrygdina kom annars í tingið saman við fíggjarlógaruppskotinum. Nýtt lógaruppskot Inntøkutrygd fiskimanna kom í 1947. Tey fyrstu árini fíggjaði vinnan sjálv hesa skipan, men í 1969 endaði hon í lands kassa num. Nú skal inntøkutrygdin so úr aftur landskassanum. Eyðstein Djurhuus veit at siga, at eitt lógaruppskot um eina nýggja skipan kemur úr Fiski málaráðnum um nakrar vikur. ­ Kjarnin í tí uppskotinum er, at inntøkutrygdin skal vera uttan fyri lands kas­ san, og partarnir á arbeiðs­ marknaðinum, sum eru Reiðarafelagið og mann in­ garfeløgini, skulu um sita hesa skipan, leggur for mað­ urin í Føroya Skipara­og Naviga tør felag aftrat. Ein grunnur verður stovn­ að ur við stovnsfæi. Enn eru ikki allar súður syftar um nýggju skipanina við inntøkutrygd, og spenn­ andi verður at fylgja við, hvussu leikur fer. vilmund@sosialurin.fo Føroyski fiskiskipaflotin og føroyski fiskimaðurin noyðast nú at venja seg við tankan um, at inntøkutrygd fiskimanna ikki longur fer at koma úr landskassanum Mynd: Vilmund Jacobsen