mikudagur 13. oktober 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Fótbóltslandsliðið
má
mangan
standa fyri skotum, tá ið úrslitini
eru vánalig ella í mínsta lagi hálv
vánalig. Framvegis hoyrast av og
á viðmerkingar um, at føroyingar
áttu ikki at spælt við í altjóða
fótbólti – og argumentini eru
kanska serliga, at úrslitini eru so
vána lig, og føroyingar kunnu ikki
standa seg í liðítrótti.
Tí hevur tað týdning – ikki minst
fyri tey, sum varða av landsliðnum
– at onkur góð úrslit eru av og á.
Tað er ikki longur nóg mikið, at
landsliðið stríðist væl, spælir væl,
skorar eitt mál ella tapir heiðurliga.
Treytirnar eru broyttar síðani 1990,
nú snýr tað seg heilt einfalt um
at fáa stig – at spæla javnleik ella
vinna onkran dyst – áðrenn fólk
kalla tað eitt gott úrslit.
Tað hava verið onkur long
tíðar skeið, har føroyska landsliðið
hevur
fingið
samanhangandi
vána lig úrslit, og tað hevur lagt
trýst á bæði liðið og tey rundan
um. Men seinastu árini hava onkur
góð úrslit verið, og tey hava rætti
liga fløvað. Javnleikurin ímóti
Eystur ríki, sigurin á Litava og nú
javnleikurin ímóti Norðurírlandi
eru góð úrslit sum vísa, at tað ber
til. Tá ið spælararnir stríðast alt, teir
megnað, smáu marginalarnir spæla
við, og hepnið eisini er í okkara
parti, so ber til at fáa úrslitini, sum
vit í grundini ikki áttu at fingið.
Seinastu tvey stóru úrslitini
hevur føroyska landsliðið fingið
á Svanga skarði, har føroyingar av
fyrst an tíð spældu sínar altjóða
heima dystir. Seinni fingu før oy
ingar eisini Tórsvøll sum møguleika
til heimadystir, og tað verður
verið gott tveimum leikvøllum,
har landsliðið kann taka ímóti út
lendsku liðunum.
Tað verður helst eisini soleiðis
frameftir, at Føroyar koma at spæla
á bæði Tórsvølli og Svangaskarði –
alt eftir hvør mótstøðan er og nær
dystirnir verða spældir. Men tað er
ikki til at fjala útyvir, at Svangaskarð
hevur verið pallurin fyri nakrar av
størstu løtunum í landsliðsfótbólti,
og tí má tað frameftir syrgjast fyri,
at umstøðurnar eru góðar til altjóða
fótbólt á Svangaskarði. Líka so væl,
sum Fótbóltssambandið spælir við
í menningini av Tórsvølli, má FSF
eisini hugsa um, at Svangaskarð
skal verða ein góður møguleiki til
landsdystir.
Svangaskarð hevur verið
pallurin fyri nakrar av størstu
løtunum í landsliðsfótbólti
Jenis
av
Rana
finnist
harð liga at lønunum, sum
læknar fáa fyri forvaktir
á sjúkrahúsum. Sosialurin
skrivaði fríggjadagin, at
læknar kunnu fáa upp í
56.000 krónur í vikuløn
fyri hesa vakt. Hetta held
ur Jenis av Rana er full
komiliga órímligt. Hann
kallar lønin svakliga.
Men Jenis av Rana hevur
kanska ein lítlan fingur
við í spælinum, og
parta maður hans
ara í løg ting inum
hev ur eisini ver
ið uppi í leik
inum.
Í 1990’unum
var
Jenis
av
Rana formaður
í fe lagnum hjá
yngru
læknum,
og tá stríddist hann
fyri
teirra
rætt
ind um. Karsten Hansen,
sum fyri nøkrum árum
siðani skifti úr Tjóðveldi
til
Mið flokkin,
hevur
vegna
Fíggjar mála ráðið
undirskrivað
núverandi
sátt málar hjá læknunum.
So tey í Miðflokkinum
hava eisini havt eitt sindur
av ávirk an á høgu lønirnar,
sum læknar kunnu fáa fyri
for vaktir á sjúkrahúsum.
Jenis og Karsten
hava spælt við
SvangaSkarð aftur í miðdeplinum
Tíðindamaðurin og rit høv
undurin, Høgni Mohr, hevur
givið út bók um tíðina, hann
var á landssjúkrahúsinum
og eygleiddi lívið frá føðing
til deyða.
Nakrar mánaðir í 2007
ar beiddi Høgni Mohr sum
dokumentaristur á lands
sjúkrahúsinum. Frá leiðsluni
fekk Høgni fullkomiligt frælsi
at eygleiða og skjalfesta
upp livingarnar, hann hevði
saman
við
starvsfólkum,
sjúk lingum og avvarðandi.
Burtur úr eygleiðingunum
hjá Høgna Mohr er nú sprott
in bók við átta frásigandi
tekstum. Tekstirnir røkka
heilt frá tí, at ein genta verð
ur fødd, til at líkið av einum
bráðdeyðum manni verður
skorið upp.
»Tá deyðin verður avdúk
aður« er 96 síður. Til allar
greinirnar
í
bókini
eru
litmyndir, ið Jens Kristian
Vang hevur tikið. Øgiliga
egið forlag gevur bókina út.
For lag og høvundur takka
Sosialinum fyri at hava
royndarprentað greinirnar á
sumri í 2008.
– Eg fór fattur og for
dóms sinnaður inn á lands
sjúkrahúsið men kom út aftur
lútandi og eyðmjúkur. Hetta
er mætasta journalistiska
upp gáva, mær er litin til,
sigur Høgni Mohr.
Eyðmjúkur út av sjúkrahúsi
ABC mel
ur runt uttan
mál ella mið
Høgni Hoydal
KjaK síða 10
Nyttar
ikki at gera
um støð ur
hjá lækn
um verri
jan Rasmussen
KjaK síða 11
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Skal verandi fíggjarkarmur
h a l d a s t , hóast almennu
løn ir nar hækka í næstum,
so spælir Rósa Samuelsen,
lands stýriskvinna í almanna
málum, ikki við meira.
– Eitt prosent í eini møgu
leikari lønarhækking hevur
við sær eina eykaútreiðslu
upp á 11,5 milliónir krónur
fyri almannaøkið, og tað er
vónleyst at finna teir peng
arnar í sparingum, sigur Rósa
Samuelsen.
– Skal eg gera eina sparing
fyri úti við 12 milliónir krónur,
so hongur systemið heilt
einfalt ikki saman. Tað skulu
ógvusligar sparingar gerast –
veitingar mugu avtakast og
hópuppsagnir gerast – og tað
ber heilt einfalt ikki til, sigur
landsstýriskvinnan.
Hon vil ikki stað festa, at
hon fer úr lands stýris sess
inum, um hetta verða henn
ara treytir, men tað kann
næstan
hoyrast
millum
orðini – lesast millum regl
ar nar.
Rósa setir hart móti hørðum