Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 8. februar 2002 27 Mikudagin skrivaðu Christian Høgni Jacobsen og danska felagið Vejle undir ein sáttmála. 21 ára gamli áleyparin úr Runavík er nú fulltíðar yrkisleikari FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Stórtíðindi eru at frætta frá runavíkinginum Christian Høgna Jacobsen, sum hev- ur royndarvant við Velja seinastu tíðina. Hann skriv- aði mikudagin undir ein sáttmála við superligafel- agið Vejle. Eftir at hava vant og spælt við Esbjerg, ið er grannafelag hjá Velje, í eitt hálvt ár, hevur ungi áleyp- arin gjørt sáttmála við Vejle. Sáttmálaskeiðið erí tvey og eitt hálvt ár. Hetta er ein fulltíðar sáttmáli, sum gevur Christiani Høgna møguleikan at halga seg fótbóltinum burturav. Líkt er til at Christian Høgni verður fastur áleyp- ari í Vejle. Frammanundan eru fimm áleyparar í hópin- um, men hesir hava bara skotið seks mál tilsamans sínámillum í hesum kapp- ingarárinum. Hetta gevur føroyinginum møguleika at fáa spælitíð. Tað var fyrst Keld Bor- dinggaard, ið sýndi fyrrver- andi NSÍ-aranum áhuga, tá hann var í Esbjerg. Nú skal Keld vera hjálparvenjari á danska landsliðnum, og tí hevur hjálparvenjarin Frank Petersen tikið yvir í Vejle. Vejle hevði fylgt Christi- ani Høgna eina tíð, men vildi ikki fara eftir honum, meðan hann var í Esbjerg. Sáttmálin er komin í lag ígjøgnum NAFA, North At- lantic Football Agency, og tað er Jákup í Stórustovu, ið hevur umboðað leikaran í samráðingunum. – Vit eru sera væl nøgdir við samráðingarnar og við úrslitið, sum spurdist burt- urúr, sigur Jákup í Stóru- stovu. Umframt sáttmálan hjá Christiani Høgna hevur Jákup fingið eina sam- starvsavtalu í lag við Vejle. Hetta hevur við sær, at nak- rir ungir føroyskir leikarar sleppa at royna seg í fel- agnum. Ikki nøktandi tilboð og umstøður frá Esbjerg Sosialurin skilur, at tilboðið frá Esbjerg als ikki var nøktandi, og tí kom Vejle uppí leikin. Tá Christian Høgni fór niður, var tað ikki sum part- ur av nakrari avtalu, men hann flutti niður við gentu sínari. Hann setti seg síðani í samband við Esbjerg, har hann var við í hópinum og fekk nakrar minuttir á vøll- inum. Tað kann vera, at Esbjerg hevur tikið Christian Høgna fyri givið, og tí bjóðaði felagið honum ikki nakran góðan sáttmála. Síðani vendi leikarin sær til Jákup í Stórustovu, sum skuldi hjálpa honum at fáa ein sáttmála. Hetta hevur nú eydnast. – Tað er gott at fáa før- oyskar leikarar útum land- oddarnar, og Superligain er gott støði hjá einum ungum leikara, sigur Jákup í Stóru- stovu. Christian Høgni hevur spælt tríggjar venjingar- dystir við Vejle, og hann hevur skotið eitt mál, um- framt at hann hevur lagt upp til nøkur. Nú er hann farin til Kyp- ros á venjingarlegu við landsliðnum. Har fer hann eftir ætlan at vera við móti Póllandi og Liktinstein, áðrenn hann leggur leiðina til Spania. Har er Vejle á venjingarlegu, og liðið skal spæla nakrar venjingardyst- ir. NSÍ fær eisini nakað burturúr hesum sáttmálan- um, tí Vejle hevur keypt Christian Høgna frá NSÍ. NSÍ lænti fyrst Esbjerg spæliloyvi, men leikarin varð ongantíð keyptur leys- ur av sáttmálanum. – Tað er umráðandi, at tey føroysku feløgini eisini fáa nakað burturúr, tá spæl- arar skifta feløg, tí tað er kostnaðarmikið at reka eitt fótbóltsfelag í Føroyum, sigur Jákup í Stórustovu, sum fegnast um, at feløgini nú eru meira greið yvir, at tey kunnu fáa nakað burtur- úr ungum og evnaríkum leikarum. Tað er fyrrverandi danski landsliðsleikarin John Sive- bæk, ið hevur umboðað NSÍ í samráðingunum við Vejle. Vejle liggur í løtuni á næstaftasta plássi, og fremsta uppgávan hjá Christiani Høgna verður at bjarga felagnum undan nið- urflyting. Kvinnuliðið hjá StÍF vann mikukvøldið ein týðandi sigur á Kyndli. Við sigrinum fer StÍF av aftasta plássi og leggur bæði Sóljuna og Kyndil afturum seg HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Verulig botnuppgerð var í høllini á Hálsi mikukvøld- ið. Tvey tey aftastu liðini brustu saman í einum sera spennandi dysti, sum hevur avgerandi týdning fyri, hvør flytur niður. Tað vóru gestirnir, ið drógu longra stráið, tá sam- anumkom. StÍF vann dystin tepurt við trimum málum. Tó var útiliðið frammanfyri gjøgnum allan dystin. Sannførandi byrjan StÍF fekk eina betri byrjan enn Kyndil, og beinanvegin var greitt, at heimaliðið fór at vera kroyst gjøgnum dystin. StÍF sýndi betri spæl fyri steðgin og strand- ingar vóru kaldari framm- anfyri málinum enn Kyndil. StÍF førdi við seks mál- um við steðgin, og fáur mundi vænta ein spennandi enda. Seks mál vóru á muni, tá byrjað varð aftur, men StÍF økti skjótt upp í átta mál. StÍF hevði nú sera góð kort í hondini, men uppflytar- arnir vóru nær við at tveita sigurin burtur móti endan- um. Hóast munurin var stórur høvdu kyndilskvinnur á ongan hátt góðtikið eitt tap. Tær fóru at kempa og vunnu seg inn á StÍF í stór- um fetum. Í fýra minuttir fekk Kyndil seks mál, meðan StÍF ikki fekk bóltin í netið. Nú var tað bara eitt mál, ið skilti liðini. Kyndil hevði nú ein møguleika at venda dystinum á høvdið, men StÍF dróg sigurin í land seinastu løtuna av dystin- um. Sunfríð Jacobsen sló sig- urin fastan við tveimum málum í seinastu minuttun- um. Dysturin í tølum Kyndil – StÍF 26-29 (10- 16) Kyndil: Lotte K. Sørensen 10(3), Annika Ljósstein 7, Marjun Tróndarson 3, Ann Hansen 3, Palma Petersen 1, Anja Johannesen 1, Ann- Mari Wang 1 StÍF: Ileana Manulescu 9(1), Alina Olaru 8(1), Anna B. Danielsen 5, Sunfríð Jacobsen 3, Poula D. Olsen 2, Anna Maria Berthelsen 2 Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 2 Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 3 Dómarar: Kristjan Joh- annesen og Ragnar Simon- sen. Christian Høgni gjørt sáttmála við Vejle Christian Høgni Jacobsen fer framyvir at spæla í reyðu troyggjuni hjá Vejle. Hann hevur gjørt sáttmála við danska super- ligafelagið, har hann eftir øllum at døma verður fastur áleypari Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil – StÍF 26-29 (10-16) StÍF lyfti seg av aftasta plássi Anna Maria Berthelsen úr StÍF skræðir seg leysa frá Palmu Petersen, ið áður hevur spælt við StÍF. Tað vóru kvinnurnar hjá StÍF, ið vunnu botnuppgerðina Landsliðið hjá monnum í fótbólti fór mikudagin á venjingarlegu á Kyp- ros. Av tí at fleiri leikar- ar hava givið avboð og nýggir eru komnir ístað- in prenta vit her leikara- hópin í heilum líki Málverjar: Jens Martin Knudsen (NSÍ) og Meinhard Joensen (KÍ) Verjuleikarar: Pól Thorsteinsson (VB), Jón Rói Jacobsen (HB), Jóh- annus Joensen (HB), Arnbjørn Danielsen (NSÍ), Bartal Eliassen (GÍ) Miðvallarar: Palli Aug- ustinussen (VB), Rógvi Jacobsen (HB), Jákup á Borg (B36), John Peter- sen (B36), Heðin á Lakj- uni (KÍ), Klæmint Mat- ras (B36), Sámal Joen- sen (GÍ) Álop: Uni Arge (HB), Christian Høgni Jacob- sen (Vejle), Andrew av Fløtum (HB) og Hjal- grím Eltør (KÍ) Landsliðshópurin 27 Nr. 27 • fríggjadagur • 8. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Artur Johansen skeyt vinnandi málið tvey sekund fyri leiklok, eftir at Kyndil júst hevði javnað. Spenn- ingurin var í hæddini gjøgnum allan dystin, tá Kyndil tók ímóti steypavinnarunum av Strondum HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Strandingar megnaðu at halda støðið eftir ta hørðu steypafinaluna leygardagin móti Neistanum. Við einum máli eydnaðist tað at vinna á hinum havnarliðnum, Kyndli, í høllini á Hálsi mikukvøldið. Við sigrinum liggur StÍF einsamalt á triðja plássi, og bronsumerkini eru í hond- um. Tó hava strandingar framvegis ein møguleika at vinna silvurmerkini frá Neistanum, um alt gongur eftir vild. Munurin upp til VÍF er tó ov stórur at vinna innaftur. Spenningur fyri allar pengarnar Dysturin mikukvøldið var sera spennandi, og áskoðar- in fekk valuta fyri pengarn- ar. Liðini at kalla fylgdust gjøgnum allan dystin, og ongantíð var annað liðið langt frammanfyri. Kyndil hevði munin fyri steðgin. Serliga var Bárður Johannesen sera væl upp- lagdur. Hann gjørdi ikki færri enn sjey mál á rað ta einu løtuna í fyrra hálv- leiki. Kyndil var framman- fyri allan hálvleikin, men ongantíð var munurin fleiri enn trý mál. Saman við Bárði Johann- esen spældi málverjin Jóh- an Danielsen ein framúr góðan fyrra hálvleik. Hann møtti hetta kvøldið sínum gomlu liðfeløgum, sum hann hevur vunnið bæði steypafinalu og føroya- meistaraheitið við. Hann tók eini brotskøst og bjargaði annars fleiri góðum royndum í fyrra hálvleiki. Ein bjarging skaraði framúr. Costin Dumitrescu tekur brotskast, sum Jóhan tekur, men rum- enin fangar bóltin aftur. Hann blakar seg inn í mál- teigin, men enn einaferð tekur Jóhan skotið. Ikki kann sigast annað, enn at Kyndil hevði yvirvág og gott tak á StÍF hesa løt- una. Venjarin hjá StÍF kendi seg tá noyddan at taka eitt leikbrá (time out). Hetta tóktist at hjálpa nakað uppá avrikið hjá strandingum. Teir fóru spakuliga at ota seg innaft- ur á kyndlamenn, og við steðgin var bara eitt mál á muni. Fyrri hálvleikur var eisini merktur av fleiri býttum mistøkum. Leikarar missa bóltin uttan at verða trýstir ella. Eitt nú misti StÍF bóltin í tveimum álopum á rað fyri at gera ov nógv fet. StÍF fer framum Ikki gekk long tíð eftir steðgin, fyrr enn StÍF hevði lagt seg framum, og Kyndil megnaði ongantíð at leggja seg framumaftur. Munurin var ongantíð tann stóri, og Kyndil megn- aði onkuntíð at javna, men so fór StÍF frá heimaliðnum aftur. Dysturin var eisini sera hart spældur til tíðir. Til- samans tólv útvísingar fullu, har StÍF fekk heilar átta av teimum. Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla hevði StÍF eina leiðslu á tvey mál. Men síðani fingu strand- ingar tríggjar útvísingar innanfyri tríggjar minuttir, so teir spældu við fýra úti- leikarum. Hetta gav Kyndli møguleikan at javna. Regin Johannesen, bróðir Bárð, leyp inn frá vongin- um og javnaði til 23-23, tá bert tíggju sekund vóru eftir at spæla. Men steypavinnararnir gjørdu skjótt av. Bólturin varð tveittur niðan á miðj- una, har Marius Joensen setir beina kós móti málin- um. Úti á vonginum er Artur Johansen púra leysur Garvaði toppskjúttin hjá StÍF tveitir seg inn, og elegant lyftir hann bóltin uppum gamla liðfelagan Jóhan Danielsen. Vinnandi málið varð skotið tvey sekund fyri leiklok, og StÍF vann dystin við einum máli. Spenning- ur til seinasta sekund. Eitt reytt kort fall í dyst- inum, og tað varð givið eftir leiklok. Rúni Mohr, ið var á útskiftingarbeinkinum hjá Kyndli, var í øðini inn á dómararnar fyri onkra ávísa avgerð í dystinum. Hann gav dómaranum Sophusi Dal-Christiansen av grovfílini, og hetta fekk hann reyða kortið fyri. StÍF-arar vóru ovurfegnir um sigurin, og nú eru bronsukrónurnar at kalla tryggar. Hesin dysturin er kanska rættiliga eyðkendur fyri Kyndil í ár. Teir høvdu møguleikarnar at vinna ella fáa javnleik, og teir lótu enntá eitt mál inn í seinasta sekundi. Kyndil er framvegis næstaftast, men vandin fyri niðurflyting er ikki serliga stórur. Dysturin í tølum: Kyndil: Bárður Johannesen 11(2), Høgni Klein 6(2), Regin Johannesen 4, Janus Einar Sørensen 1 StÍF: Artur Johansen 6(2), Costin Dumitrescu 5, Sveinur Justinussen 3(1), Marius Joensen 3, Bent Djurhuus 2, Jón Rasmussen 1 Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 4 Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 8 Reyð kort: Kyndil 1 Dómarar: Kristjan Joh- annesen og Sophus Dal- Christiansen Kyndil – StÍF 23-24 (12-11) StÍF snýtti Kyndil StÍF vann tepurt á Kyndli mikukvøldið. Her hevur verjan gott tak á Janus Einari Eftir sigurin í steypafinaluni megnaðu Marius Joensen og hinir at halda støðið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26