Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Veiði- og heystblað Snorri Brend – Á einum skala yvir spennandi ting, fær hetta 7 av 10 stigum, sigur ein annar djórafrøðingur. Undanfarnar kanningar av evro­ peisku haruni, sum kallast »Lepus europaeus« hava víst, at haran leggur oftari nú enn áður. Vanliga verður sagt, at haran kann leggja tríggjar ferðir um árið. Men hildið verður nú, at haran hevur evni at gerast kviðin, meðan tann fyrra løgan framvegis er í lív­ móðrini. Tann stóri og ósvaraði spurn­ ingurin higartil hevur verið, hvussu hetta er gjørligt. Nú er svarið umsíðir komið. Faðirskapur Tað er eydnast týskum granskarum á »Leibniz Institute for Zoo and Wildlife Research (IZW)« í Ber lin at síggja ta einastandandi mekan­ ismuna í lívmóðurini hjá kvenn­ haruni. Hetta varð gjørt við góðum ultra­ ljóðs­myndum, og við at gera eina faðirskaparroynd av kall­haruni. Fyri teir er eingin ivi um, at haran hevur serstøk evni at fáa ungar, – og sum teir siga: Hetta krevur smidlig fostur og sjáldsamar sáðkyknur. 37. dagur Hin evropeiska haran gongur við ungunum í 42 dagar. Men í royndini varð eggkyknan fruktað tann 37. dagin. Nýggju fostrini mentu seg fyrst nakrar dagar seinni í eggleiðaranum. Tá pláss aftur bleiv í lívmóðrini, fluttu tey inn hagar fyri at vaksa víðari, vísa ultraljóðmyndirnar. Hetta var fyri sovítt greitt hjá granskarunum, men teir høvdu kortini trupulleikar við einum: Hvussu kunnu sáðkyknurnar koma ígjøgnum eina lívmóður, sum er á tremur við ungum, fyri at kunna frukta tey nýggju eggini, sum lógu uppi í eggleiðaranum? Teir funnu tó upp á ráð. Við at gera eina faðirskaparroynd kundu teir brádliga staðfesta, at gongdin var júst soleiðis sum teir høvdu varhugan av. – Hetta hevur aftur við sær, at haran kann økja um avkom sítt við einum triðingi í hvørjari løgu, nú hon í roynd og veru kann ganga við tveimum løgum samstundis, vísa granskararnir á. – Hetta hevur haran í sær, so­ leiðis at stovnurin ikki skal minka. Ella sum Einar Strømnes tekur til: – Reint mekaniskt er tað vissuliga trupult at koma framvið eini løgu av ungum. Her er helst talan um sama faktor og somu mannagongd sum útbrótarakongurin Houdini brúkti á sinni. snorri@sosialurin.fo Veiði- og heystblaðið hesaferð: Síða 16: Tí legg ur haran so nógvar ungar Síða 18-20: 155 ár síðani haran kom til Føroyar Síða 21: Nóls oy ingar gera nógv burtur úr haruni Síða 22-23: Ymisk fuglaveiða Síða 24: Eftir seyði í Lítlu Dímun Síða 26-27: Vitj an á Slátur­ mið støðini í Haraldssundi Síða 30: Nýtt framleiðslu­ hús í Stóru Dímun Síða 44: Halló Tí fær haran so nógvar ungar GRANSKING Týskir granskarar hava nú váttað ein elligamlan illgruna: Hin evropeiska haran kann verða kviðin við tveimum løgum (kuld) samstundis. ­ Hetta er eitt ótrúligt og serstakt fyribrigdi, sigur djórafrøðingurin Einar Strømnes, ið starvast við Naturhistorisk Museum í Oslo Oyggjablaðið í næstu viku: FAROEXPO 2010 Haran kann økja um av­ kom sítt við einum triðingi í hvørjari løgu, nú hon í roynd og veru kann ganga við tveimum løgum samstundis