mikudagur 13. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
18
Sosialurin
Veiði- og heystblað
4 harur blivu
til 5000
Snorri Brend
Tað var helst ein ávísur spenningur
á bryggjuni henda dagin í august
mánaði 1855. Millum fólkini, ið
vóru farin oman hagar, var sjálvasti
amtmaðurin, Carl Emil Dahlerup.
Nakrar dagar áðrenn hevði eitt
norskt skip sett kós móti Føroyum,
fult av timbri. Umframt manning
og farm, vóru eisini fimm harur úr
økinum kring norska býin Kragerø
við.
Tað var hesi sami 42 ára gamli
amtmaðurin, ið eisini var íðin
veiði maður, sum stóð fyri hesum.
Hann var komin til Føroyar seks
ár frammanundan, og hevur helst
ynskt at føroyingar eisini skuldu
sleppa at veiða haru.
Samband var áður fingið við
norskar myndugleikar, sum syrgdu
fyri flytingini. Tíverri komu bert
fýra teirra livandi fram til Føroyar
í hesum umfarinum. Hesar vórðu
síðani sleptar út á Kirkjubøreyni.
Líkt var til, at stórur áhugi var
fyri ætlanini. Long tíð gekk nevni
liga ikki, fyrrenn Dahlerup ynskti
at fáa uppaftur fleiri árið eftir. Enn
eru ongar keldur, sum kunnu siga,
um fleiri harur soleiðis komu til
landið.
Men tann dagin í 1858, sum seinni
kom at gerast flaggdagur okk ara,
var aftur ein stórhending í hesum
sambandi. Klokkan fýra seinna
partin kom nevniliga postbáturin
higar við tí dýrabara farminum:
Fýra harum aftrat.
Hesar fýra harurnar vórðu væl
móttiknar og síðani fluttar út í
Hornagarðin í Hornabø, haðani
tær vórðu sleptar leysar eftir longu
sjóferðina.
Líkt var til, at tær longu vistu
hvar teirra komandi heim skuldi
vera, tí sum skilst fóru tær spelandi
í ein beinan sunnan, til frælsið,
grýtuta lendið og vøkru náttúruna
á Kirkjubøreyni.
Og harum so líkt, fingu tær eina
løgu av ungum fyri og aðra eftir.
Bert 10 ár seinni kundu tær teljast
í túsundatali.
Út um landið
Fyri mong var hetta ein stórhending,
og ynskið var sjálvandi at alt skuldi
spæla væl av. Tí varð heitt á fólk um
ikki at skjóta harur tey fyrstu seks
árini.
Hóast hesar átta harurnar vórðu
fluttar við skipi higar, var líkt til at
tær komu at trívast her og komu
haraftrat skjótt fyri seg
Helst hevur tað eisini verið so,
at fólk hava frætt um hesar fyrstu
harurnar, tí nøkur ár seinni varð
skipað soleiðis fyri, at harur eisini
vórðu settar út í øðrum oyggjum: Í
Eysturoynni í 1872, Kalsoynni í 1919,
Kunoy og Vágar í 1920 og á Sand
oynni so seint um í 1972.
Roynt varð somuleiðis at fáa
haruna at støðast í til dømis
Mykinesi, Nólsoy, Koltri og í Stóru
Dímun. Men sum skilst vóru onkrar
av hesum oyggjum helst ov smáar
til at haran kundi nørast og støðast
her.
Eingi hagtøl finnast um, hvussu
nógvar harur eru kring landið í dag,
tí eingin skylda er at upplýsa fong
ella tal av veiðimonnum.
Fyri nøkrum árum síðani varð
kortini mett, at eini 5000 pør vóru
á teimum stóru oyggjunum, eins
og á Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Skúvoy,
Fugloy og Viðoy.
Spakar
Sum longu nevnt høvdu tey fyrstu
pørini góð livilíkindi her á landi.
Uttan iva var grýtuta lendið á
Kirkjubøreyni til fyrimunar fyri
innfluttu harurnar úr Noregi.
Umframt hetta er tað eisini
ein sannroynd, at eingi hóttandi
rovdjór funnust her, og tí vaks
stovnurin skjótt og trygt frá fyrsta
degi. Summar keldur vilja vera við,
DJÓRALÍV Tað var neyvan nøkur markering av degnum í august mánaði í ár, nú liðin eru 155
ár, síðani fyrstu harurnar vórðu settar út í Føroyum. Hóast hetta ikki varð gjørt, man lítil ivi
vera um, at enn kemur lív í harumenninar hvønn 2. november, fyrsta harudag á árinum
Størstar í Sandoy
Ein av áhugaverdu eygleiðingunum hjá
Dorethe Bloch, leiðara á Djóradeildini á
Náttúrugripasavninum er miðalvektin
hjá haruni á teimum ymisku oyggjunum í
tíðarskeiðnum 1948-2001.
Eftir hesum yvirliti at døma, viga harurnar á
Sandoynni mest í miðal, nevniliga 2,944 kg.
Beint í hølunum á Sandoyar-haruni er tann í
Suðuroy ið einans vigar seks gramm minni,
meðan haran í Skúvoy er tann minsta.
Annars sær yvirlitið yvir miðalvektina soleiðis
út:
Oyggj
Tal
Miðalvekt (kg)
Streymoy
3,196
2,820
Eysturoy
773
2,608
Vágar
130
2,683
Suðuroy
284
2,938
Sandoy
78
2,944
Borðoy
230
2,776
Viðoy
156
2,721
Kunoy
49
2,704
Svínoy
23
2,800
Nólsoy
214
2,695
Skúvoy
38
2,374
Samanlagt
4,980
2,777
(Kelda: The Faroese Hare (Lepus timidus). Its history and
acclimatization to the Faroe Islands (by Dorete Bloch))
Fakta
Harum so
líkt, fingu tær
eina løgu av
ungum fyri
og aðra eftir.
Bert 10 ár
seinni kundu
tær teljast í
túsundatali
Haran sum er kynsbúgvin
eftir bert átta mánaðum,
leggur tríggjar ferðir um árið,
einar 2-3 ungar hvørja ferð.
Fyrsta løgan er í februar/
mars; onnur í mai/juni og
triðja í august/september
Framhald á síðu ??