fríggjadagur 8. februar 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 27 - 8. februar 2002
Nr. 27 - 8. februar 2002
33
Útbúgvingarferð
fyri handverkslærlingar
Í samstarvi við Aberdeen College,Tekniska Skúlan í
Klaksvík og Tekniska Skúlan í Tórshavn skipar
Oljuútbúgvingarsamtakið fyri útbúgvingarferð til
Aberdeen.
Endamálið við ferðini er m.a., at:
• handverkslærlingar fáa innlit í viðkomandi olju-
útbúgvingar
• skapa størri samstarv millum føroyskt vinnulív/
skúla og vinnulív/skúla í Aberdeen
Luttøka og treytir:
• 10 handverkslærlingar fáa høvi at luttaka
• er galdandi fyri allar lærlingar, sum í viðkomandi
tíðarskeiði ikki eru í skúla
• lærlingar innan el-, maskinsmíð og smiðjuyrkini
• lærlingarnir skulu hava staðið í læru í minsta lagi
2 ár
• læruplássið innskrivar lærlingi til luttøku
Tíðarskeið:
• fráferð verður 18. mars og heimkoma 25. mars
• innskriving í seinasta lagi hósdagin 21. februar
Innskrivingarbløð fáast við at venda sær til:
• Tekniska Skúlan í Klaksvík tlf. 456311
• Tekniska Skúlan í Tórshavn tlf. 311957
Oljuútbúgvingarsamtakið rindar allar útreiðslur
(ferð,trygging og uppihald) í sambandi við útbúgv-
ingarferðina.
Tekniski Skúlin í Klaksvík • Tekniski Skúlin í Tórshavn
Við hesum verður søkt eftir tveimum
stýrimonnum til Strandfaraskip Land-
sins, at seta í fast starv frá 1. mars 2002.
Viðkomandi skulu byrja umborð á Mása-
num, men kunnu til eina og hvørja tíð
vera fluttir umborð á onnur skip hjá
Strandfaraskipum Landsins, sum fyri-
skipað av leiðsluni.
Viðkomandi má kunna avloysa skiparan
og motorpassaran á Másanum.
Uppgávurnar hjá skipunum
Høvuðsuppgávurnar hjá skipunum eru
at røkja innanoyggja fólka- og farmaflut-
ning eftir fastlagdari ferðaætlan, og
annars aðrar túrar við ferðafólki runt
oyggjarnar.
Arbeiðs- og vakatarskipanin er fyriskipað
í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi,
ið ein er settur umborð á.
Umborð á Másanum eru knýttir íalt 4
mans, og 3 mans sigla við hvørja ferð.
Arbeiðstíðin er 56 tímar um vikuna. Siglt
verður í 3 vikur og síðani 1 vika avspák-
ing.
Dagliga farleiðin er Hvannasund-Svínoy-
Fugloy.
Umstøður eru ikki at búgva umborð.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávurnar hjá stýrimonnu-
num eru at tryggja, at veitt verður fyri-
tøkuni ein úrslitagóð tænasta, herundir
samskipa,
viðlíkahalda
og
menna
stýringina umborð og tryggja, at bæði
manning og ferðafólk eru nøgd við tæn-
astuna. Somuleiðis hevur stýrimaðurin
ábyrgd av, at formligar reglur á økinum
verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir eru í
tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.
Stýrimaðurin skal eisini verða við til at:
• Tryggja at trygdin umborð er í sam-
svari við altjóða krøv
• Tryggja at skipið verður lastað í sam-
svari við altjóða krøv
• Meta um viðlíkahaldstørvin umborð
• Seta upp mannagongdir fyri viðlíka-
haldsarbeiði og dokking
• Samstarva við myndugleikar og aðrar
samstarvsfelagar
Førleikakrøv
• Vinnubræv sum skipari
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár
• Sjón- og hoyrnarrroynd, ikki eldri enn
3 ár
• Roykkavari/sløkkileiðari, ikki eldri enn
5 ár
• Kunnleika og royndir viðvíkjandi
rakstri av skipum
• Kunnleika til lógarkrøv innanfyri
rakstur av ferðamannaskipum
• Góð samstarvsevnir og góðan røkju-
skap
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att.: Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO–110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi 20. februar 2002, kl. 1200.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Páll Heinesen,
starvsfólkaleiðara
Tlf. 343000 ella e-postur: pah@ssl.fo
Størv
Stýrimenn
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutn-
ingurin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá SL javnvigar við yvir
150 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 11 skip, 40 bussar
og 15 lastbilar. Flutn-
ingsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Hvítvørur til føroyska húsarhaldið
Turkitrumla
5 kg av klæðum
Tíðarstýrd til lágan og
høgan tempereatur
prísur fyrr 5.395,-
Nú 4.795,-
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
C
M
Y
K
33
32