fríggjadagur 15. oktober 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
20
Sosialurin
Tóri Restorff Jacobsen
Kjak
Gleðiligt, at rúmd skal vera fyri, at ung fáa møguleikan fyri mið
námsútbúgving – hóast karmarnir hjá fleiri teirra eru undir alt
lágmark. Men ein bólkur er, sum oftast dettur burturímillum í útbúgv
ingarprátinum.
Hugsi um tey vaksnu sum als ikki sleppa á miðnámsskúla, tí tey
ikki hava 9. flokk.
Dugni hevur sum hin einasti, eitt tilboð til hesi, sum hava skerdan
arbeiðsførleika av fysiskum, sálarligum ella sosialum ávum. Nøkur
teirra eru orðblind.
Í 2009 var bert rúmd fyri helvtina av umsøkjakjurunum til skúlan
hjá Dugni. Í summar slapp á leið bert triði hvør umsøkjari innum
gátt.
Kortini er einki sum bendir á í fíggjarlógini, at ætlanin er at skapa
størri rúmd fyri hesum málbólkinum so fleiri teirra fáa møguleikan
at sleppa á skúlabonk komandi ár.
Landsstýrið hevur sostatt valt ikki at raðfesta, at hesi vaksnu
fólkini skulu fáa atgongumerkið til miðnámsútbúgving.
Kundi tískil hugsað mær, at fíggjarnevndin kannaði, hvat tað kostar
at nøkta eftirspurningin, so allir umsøkjararnir til Dugni skúlan fáa
ein møguleika fyri at sleppa á míðnámsskúla.
Vit vita, at tað eru serliga tey sum onga útbúgving hava, sum eru
í vanda fyri at gerast arbeiðsleys og at truplast er hjá teimum at fáa
eitt starv.
Vit mugu geva øllum, sum hava ynski og áræði møguleikan at
sleppa á skúlabonk.
Atgongumerkið
til miðnámsskúla
Bergtóra Høgnadóttir
Joensen
Fyri tveimum árum síðani samtykti
løgtingið at seta fyrsta av trimum
bankapakkum í gildi fyri Føroyar.
Eitt av endamálunum við pakkunum
var at skapa álit á bankarnar, fyri
at kundarnir ikki skuldu stilla seg
í bíðirøð, fyri at taka uppsparda
peningin út. Bankapakki I skuldi
tryggja, at eingin misti nakað, hóast
ein banki fór av knóranum.
Tað var eitt samt løgting, sum
avgjørdi
at
seta
bankapakka
I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu
Tjóðveldi og Miðflokkurin á, at
eftir teirra tykki høvdu føroysku
bankarnir ikki so nógv brúk fyri
bankapakkunum, tí teir høvdu
ikki sett seg í somu vandar, sum
danskir bankar. Flokkarnir søgdu,
at fíggjarmarknaðurin var danskt
málsøki, og hetta fór at hava við
sær, at føroysku bankarnir vórðu
noyddir at gjalda inn í eina skipan,
sum hevði til endamáls at bjarga
donskum bankum.
”Enn einaferð eru tað tey, ið ikki
hava tikið lut í ella fingið vinning
av spekulasjón og virðisflutningi,
ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava
fingið vinning, verða bjargað”, søgdu
flokkarnir í álitinum til uppskotið.
Men í dag mugu vit staðfesta,
at hetta gjørdist ikki veruleikin.
Føroysku peningastovnarnir vóru
als ikki uttanfyri vandastøðu, og
tær útreiðslur, sum bankarnir hava
havt av bankapakkunum, eru ikki
farnar til at bjarga partaeigarunum,
tí teir hava allir mist sítt.
Endamálið við bankapakkunum
var at skapa álit á bankarnar, og
um ein banki fór av knóranum, so
skuldu pakkarnir tryggja, at við
skiftafólkini ikki mistu tað, sum tey
høvdu innistandandi.
Vit
kunnu
tí
staðfesta,
at
bankapakkarnir hava virka júst so
sum ætlað. Deildirnar hjá Eik eru
framvegis opnar, starvsfólkini eru
tey somu, og eingin hevur mist sína
uppsparing. Vit kunnu róliga siga,
at vit við bankapakkunum hava
fingið fíggjarligt støðufesti.
Høvdu vit harafturímóti yvirtikið
fíggjarøkið og fíggjareftirlitið, so
sum CHEsamgongan arbeiddi við,
so hevði støðan í dag verið ein heilt
onnur.
Bankapakkarnir
virka sum ætlað
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Umhvørvið spyr ikki eftir
hvør dálkar.Tað sigur Jóannes
Eidesgaard og ber hetta brá
av, at hesin skilagóði maður
ynskir at taka co2útlátið í
álvara.
Men við nýggjasta um
hvørvisavgjaldinum prógvar
fíggjarmálaráðharrin at so
er ikki, heldur leggur upp
skotið upp til at økja um co2
útlátið.
Ein av undanmonnunum
hjá Jóannesi, Bárður Nielsen,
gjørdi nakað tað sama, tá
hann fyri nøkrum árum
síðani gjørdi tað nógv dýrari
at koyra diesel enn bensin
. Hetta hóast hann átti at
vita, at ein dieselrikin bilur
letur munandi minni co2 út
enn ein samsvarandi bensin
rikin bilur. Nú kostar ein
bensinbilur 2470 kr um árið í
vegskatti, har sami bilur við
dieslmotori skal gjalda 3690
kr. Hetta leggur sjálvandi
upp til at fólk ogna sær ein
bensinbil, havandi í huga at
dieselbilur aloftast eisini eru
dýrari at keypa.
Og tá nú Fíggjarmálaráðið
ætlar at hækka avgjaldið á
diesel 5 ferðir so nógv sum
til bensin, eru økunomisku
fyrimuninirnir við teimum
umhvørvisvinarligu diesel
bilunum
torførir
at
fáa
eyga við. Men so er ikki við
teimum fyrimununum tá tað
snýr seg um umhvørvið.
Fyri at seta tað upp svart
upa hvítt havi eg valt at taka
eina samanbering við:
Audi A3 árg. 2010 1,6
bensin, co2 útlátið er 162 g/
km
Audi A3 árg. 2010 1,6 diesel,
co2 útlátið er 109 g/km.
Tølini tala fyri seg. Bensin
rikni bilurin letur helmingin
meiri co2 út enn sami diesel
rikni bilurin.
Ístaðin átti Jóhannes at
skeitt eftir dønum, ið taka
fakligheitina í álvara og lata
bilar gjalda alt eftir, hvat
fyri umhvørvismerking teir
hava frá A hjá teimum mest
umhvørvisvinarligu til G hjá
bensinslúkarum. Eisini eru
donsku avgjøldini ymisk alt
eftir, um dieselmotorurin
hevur partikkulfiltur ella
ikki.
Var
Jóannes
nú
ein
skilamaður, so kom hann
við einum betri uppskoti
har atlit vóru tikin til co2
útlátið og fylgt fakta, heldur
enn at lurta eftir gomlum
mytum um, at bensin dálkar
minni enn diesel. Tað hevði
gagnað bæði Landskassa og
umhvørvi okkara.
Umhvørvið spyr ikki
eftir hvør dálkar
Allar deildirnar hjá Eik banka eru framvegis opnar, starvs
fólkini eru tey somu, og eingin hevur mist sína uppspar
ing. Sigast má, at bankapakkarnir virka sum ætlað