Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146 Sosialurin Eitt risastig móti búskaparligari javnvág Størsta takið við fíggjarlógini er at fáa hallið niður úr 780 mió í 507 mió, so vón er fyri at fáa tað heilt burtur í 2015. Sjálvt um endaliga talið aftaná tingviðgerðina verður nakað hægri, so er tað eitt risastig eftir einum árið at minkað hallið við meir enn kvart milliard! Og sjálvandi hendir tað ikki uttan nøkur tung tøk - ongin kann trúgva at tað ber til, uttan at seta tiltøk í verk, vit helst vildu sloppið undan. Hevði ringar vónir í vár Eftir ruðuleikan innanhýsis í samgonguni í vár, tá fíggjar- karmarnir fyri 2011 vórðu lagdir, trúði eg aldrin at tað fór at eydnast at fáa semju um eitt fíggjarlógaruppskot í heyst. Serliga tí tann eini samgonguflokkurin als ikki tók undir við teim ætlanum um átøk og reformar, sum vórðu lagdar fyri tingið tá. Kortini hevur tað eydnast at fáa eina semju, sum heldur fast við trý-býttu javnvágina í tiltøkunum, millum sparingar, bygnaðarbroytingar og breiðkan av inntøkugrund- arlagnum. Hetta var eitt kardinalpunkt fyri fíggjar- lógararbeiðið hjá Javnaðar- flokkinum, sum vann frama, meðan aðrir vildu leggja alla áherðslu á øktar sparingar, sum einans høvdu knúsað okkara vælferðarskipanir. Bæði fjølmiðlar og and- støða hava einoygd foku- serað upp á skerjingar og trupulleikar í ætlaðum tiltøk- um, og fullkomiliga ignorerað tær positivu raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum. Men tær skulu ikki tigast burtur, tí tær eru nógvar og góðar. Her skal eg vísa á nakrar teirra: Raðfestingar á heilsuøkinum Mammografi-skannari: Longi hevur verið tosað um at fara ígongd í Føroyum við mammografikanningar fyri bróstkrabba. Hetta er eisini eftir tilmæli í Krabba- meinsætlanini. Og nú eru so 5 mió settar av til keyp av mammografiskum skannara til Landssjúkrahúsið. Við nýggjum CT-skannara og MR-skannara, saman við nýggja mammografi- skannaranum, verður henda kanningarútgerðin á hægsta stigi, so man við nútímans tøkni fær nógv greiðari kanningarúrslit. Ryggambulatorium verður skipað á Klaksvíkar sjúkra- húsið og 1 mió.kr. sett av til endamálið, sum skal stytta um sjúkralegur og minkað um viðgerðir uttanlands. Endurvenjing: sambært álitinum um endurvenjing, rehabilitering, verður hetta uppraðfest á Klaksvíkar sjúkrahúsi við 0,8 mió.kr. Forvaktarskipan á Suðuroyar sjúkrahúsi, m.a. fyri at styrkja kommunu- læknavaktina, fær fulla játtan, har nýggja játtanin uppá 1,2 mió í 2010 verður økt upp í 3,0 mió í 2011. Útbúgvingin av komm- unulæknum verður styrkt, so at játtanin í 2011 kemur uppá 6,3 mió, at samanbera við 4,5 mió. í 2008. Talið av yngri læknum í útbúgving, sum var 6 í 2009 og 10 í ár, fer at verða 13 í 2011. Nútímansgerð av Lands- sjúkrahúsinum: 29 mió.kr. verða settar av í 2011 sum framhaldandi stig í íløgu- ætlan fram til 2015, sum m.a. fevnir um nýggjan psykiatriskan depil. Fígging tryggjað til nýggja dýra heilivágin Nógv hevur verið gjørt burtur úr tí stóra útreiðslu- vøkstrinum til heilivág – ser- liga til tann nýggja dýra og effektiva biologiska heili- vágin, sum m.a. gikta-, scle- rose- og krabbameinssjúkling- ar hava stóran fyrimun av. Nú verður játtanin til heilivág hækkað heilt úr 19 mió. í 2010 til 32 mió.kr. fyri komandi ár – ein hækking uppá 68% ! Og so verður játtanin sett á serstaka konto, óheft av øðrum rakstri av sjúkrahúsverkinum. Raðfestingar á almannaøkinum Kollveltandi nýskapan innan føroyska heildarpsykiatri, tá nýggjur Økisdepil fyri sinnis- veik verður tikin í nýtslu í Vági 1. mai 2011. Til raksturin í 2011 eru 7 mió.kr. settar av. Nýggir bústovnar skulu byggjast til menningartarnað, fjølbrekað børn og sinnisveik. Til endamálið verða 34 mió. kr. settar av í 2011. Nýtt ellis- og røktarheim í Vági við 24 plássum verður tikið í nýtslu 1.mai 2011. Til raksturin í 2011 eru 10 mió.kr. settar av. Til íløgur í eldrabúpláss verða tilsamans 38 mió.kr. settar av í 2011. Umframt Vág eru onnur nýggj ellis- og røktarheim á veg, í Vest- manna til 24 fólk, í Havn til 64 fólk og Klaksvík til 24 fólk. Í hesum sambandi skal nevnast tann positiva støðan, at landsstýriskvinnan eftir krøvum frá samgongu- feløgum hevur broytt sínar ætlanir um sparingar á Ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, so tillagingin frá nøkrum dupultstovum til einkultstovur verður gjørd líðandi gjøgnum árið, uttan hópuppsagnir av starvsfólki. Útbúgving raðfest hægri enn nakrantíð Hóast ein skuldi trúð tí øvugta út frá fjølmiðlum og andstøðu, so er veruleikin tann, at hóast strangar sparitíðir, so er útbúgving raðfest hægri enn nakrantíð. Eini 500 fleiri útbúgving- arpláss eru útvegað til ung á miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum. Á miðnámsskúlunum eru 330 fleiri tikin upp Á Fróðskaparsetrinum eru 170 fleiri tikin upp, bæði til sjúkrarøktarfrøði, lærara, pedagog, á Søgu- og samfelagsdeildina, Náttúru- vísindadeildina og á Føroya- málsdeildina Og so eru 41 mió. kr. settar av í 2011 til byrjanina av størstu íløgu nakrantíð til skúlabygging í Føroyum, til nýggjan studenta-, handils- og tekniskan skúla í Marknagili. Eitt framlop fyri føroyska gransking Meira hevur verið tosað enn tað hevur verið gjørt fyri at stimbra føroyska gransk- ing. Ein av høvuðstrupul- leikunum hevur verið at fáa atgongd til granskingar- pening, tí frá vinnuni kemur lítið og onki, og almennu føroysku grunnarnir eru avmarkaðir. Nú eru við eini játtan uppá 8,5 mió.kr. fingin víð- opin atgongd til sonevnda FP7 granskingarsamstarvið í ES, har føroyskir granskarar sleppa framat ovurstórum ES-granskingargrunnum við hundraðtals milliardum – í fríari og javnbjóðis kapping við aðrar europeiskar granskararar. Inn í kvørnina í fíggjarnevndini Tað hevur mangan verið so, at landsstýrið hevur lagt sítt uppskot til fíggjarlóg fyri tingið, og síðani er tað blivið ryggbrotið og maltrakterað í fíggjarnevndini, tá hon hevur malið tað gjøgnum sína kvørn við heilt øðrvísi raðfestingum og rossahandlum. Tað óttist eg ikki fyri hesa ferð. Haldi tað er eydnast landsstýrismanninum í fíggjarmálum at bróta henda óhepna óvanan í Fíggjar- nevndini við føstum sam- gonguavtalum. So hóast tað vera onkrar justeringar, so vænti eg at tann semjan, sum samgongumeirilutin hevur gjørt, verður hildin. Óloysti spurningurin um javning av lønum og veitingum Tann mest álvarsligi spurn- ingurin, sum stendur ósvar- aður, er hvat fer at henda við lønunum, pensjónum og veitingum, sum ongin hækking er sett av til í fíggjarlógaruppskotinum. Verður ein hækking úrslitið av almennu lønar- samráðingunum, so skulu eisini pensjónir og veitingar hækka í sama lutfalli. Á stovnum á almanna-, heilsu- og útbúgvingarøkinum eru eisini fleiri túsundtals fólk í starvi. Tað kann økja útreiðsl- urnar til veitingar og lønir á hesum økjum við tíggjutals miljónum. Hvat ger løgtingið so við tað? Vil man krevja, at so mugu Almanna-, Heilsu- og Mentamálaráðið bara finna pengarnar til hesar øktu útreiðslurnar við enn fleiri sparingum innan teirra egna øki? Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað ber ikki til, uttan at knúsa grundleggjandi vælferðarskipanir. Her hevur landsstýriskvinnan í almannamálum umsíðir sagt sína greiðu meining, og tað eri eg glaður fyri. So tí vænti eg eisini, at løgtingið finnur eina ábyrgdarfulla loysn á hesum máli. Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Stórar raðfestingar av bleytum virðum – hóast fjølmiðlar, andstøða & co. ikki síggja tað Skuldi ein trúð fjølmiðlum, andstøðu & Laksafoss, so er tað bert neyð og elendigheit, sum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011 ber í sær. Men so er ikki. Hóast nógvar sparingar, so eru eisini stór framstig, ikki minst á sonevndum bleytum økjum sum útbúgving og gransking, heilsuverki, psykiatri og eldrarøkt