fríggjadagur 15. oktober 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
22
Sosialurin
Hergeir Nielsen
Kjak
Hósdagin 6. oktobur varð stovnandi fundur
hjá UfM hildin í Havn, og fegnast nevndin
um avbera góða uppmøting. Ásannað
varð, at síðstu tíðina hevur saknur verið
í felagnum. Tískil avgjørdi fundurin at
endurstovna tað.
Ynski felagsins, UfM, er at vera mótspæl
mótí tí liberala virðispolitikkinum, ið
eyðkennir hini ungmannafeløgini og harvið
vera rødd hjá einum stórum parti av Føroya
fólki. Harumframt ynskja vit at mótmæla
ósamhaldsfasta politikkinum, ið verður
førdur í Føroyum í dag, og miða verður
ímóti at vísa á betri loysnir og rættvísari
sparingar, sum eitt alternativ til dagsins
hjartaleysa politikk.
Aðalfundurin valdi 5 nevndarlimir og
2 tiltakslimir. Nevndin hevur skipað seg
soleiðis:
Hallur av Rana
(Formaður).
Rani Andrasson Skaalum
(Næstformaður/skrivari).
Karin Oddsdóttir Lamhauge
(Kassameistari).
Dánjal Mouritsson Joensen
(Nevndarlimur).
Finnur Victorson Carlsen
(Nevndarlimur).
Rani á Borg
(Tiltakslimur).
Ari av Rana
(Tiltakslimur).
Vit fegnast um tað samstarv, sum longu
er fingið í lag við onnur og síggja við gleði
fram móti einari nýggjari tíð, har røddin hjá
UfM enn einaferð fer at gera vart við seg.
Tað er altíð vandamikið at
skulka, serliga um tú ert lands
stýrismaður í skúlamálum.
Ásett er í stýrisskipanar
lógini, at løgtingið hevur
eftirlit við landsstýrinum.
Hetta eftirlit sæst aftur
í orðaskiftunum á tingi og í
starvinum hjá løgtingsgrann
skoðarunum og landsstýris
málanevndini, í tingskipanini
við samráðum, ófráboðaðum,
munnligum, skrivligum og §
52a spurningum.
Øll tingfólk hava rætt til
at spyrja, og landsstýrisfólk
hava skyldu til at svara
settum spurningum.
Í einum §52a fyrispurningi
frá mær nú um dagarnar
loyvir Helena Dam á Neystabø
sær kortini at krúpa uttan um
settu spurningarnar, og svarar
í eyst, tá spurt verður í vest.
Svar hennara er bæði
villeiðandi, skeivt og ófull
fíggjað,
og
soleiðis
skal
ein landsstýrismaður ikki
sleppa at skulka sær undan
ábyrgdini í hesum máli.
Líka so umráðandi tað var
at reka ungfólki í Suðuroynni
út í Heiðarnar í Porkerishaga
num teirra bestu ár, líka so
stóran dent leggur landsstýris
kvinnan á at dylja, hvussu
spinnandi galið tað eisini verk
liga er við tí 100 mió. kr. dýra
deplinum, har hýkur uppi.
Eg havi sett henni nakrar
kontantar spurningar, og
hon skulkar sær undan at
svara teimum.
Hon svarar stutt sagt,
at " okkurt er galið í Hovi."
Tað vita vit alt um, og vit eru
fleiri, ið støðugt hava ávarað
móti gallskapinum.
Fakligur
dentur
er
hennara vegna kortini lagdur
á at svara so kryptiskt, at
eingin skal kunna koma
afturum aftur og siga, at hon
hevur svarað naka skeivt.
Tað er bara ikki gott nokk,
og átalu og revsivert er,
at landsstýrismaður dylur
nakað, hann veit, fyri løg
tinginum, tá spurt verður
so ítøkiligt, sum gjørt er í
hesum føri.
Skattgjaldarin verður í
hesum soppafongdu tíðum
drigin eftir oyrunum fyri
at bjálva og umvæla 100
ára gamlar bygningar móti
soppum, roti og vánaligari
inniluft.
Samstundis dylur lands
stýrið okkara, at tað brúkar
100 tals mió.kr. til at byggja
nýggjar soppafongdar og
ivasamt bjálvaðar bygningar
fyri í bygd og bý og ikki
minst úti í bø og haga.
Eg fari tí at spyrja uppaftur
og heita á landsstýrismannin
sjálvan um at svara settu
spurningunum á nøktandi
hátt.
Er tað rætt, at fakliga væl
grundgivnar tilráðingar eru
komnar um at skræða stórar
partar
av
skúladeplinum
úti í Heiðunum í Porkeris
haganum niðuraftur ?
• at taka allan klædningin
niðuraftur,
• at taka allan inndekning
og avdekning heilt inn til
vindsperruna niðuraftur,
• at gera fakliga rætt
tættnigsarbeiði kring øll op
við fugum og inndkningi
• at gjøgnumganga og
skifta út alla skadda bjálving
• at montera manglandi
bjálving við múrkrónuna
• at uppseta nýggja vind
sperru við tætningslistum
• at uppseta nýggja alu
klædningsplátu við tilhoyr
andi inn og avdekningi
• at seta upp nýggjar okar
(leysholt)
• at seta upp nýggjan
klædninging
• at umbyggja alu vind
eygu og glaspartíir
• at taka niður allar gips
plátur kring vindeygu og
glaspartíir
• at stórumvæla og leggja
nýggja isolering og damp
sperru á innveggirnar
• at bøta á fakligan hátt
um ljóð og brunasundurskilj
ingar millum tilhaldshøli
• at seta upp nýggjar gips
plátur og mála.
Er tað rætt, at stýrt varð
uttan um omanfyri nevndu
og aðrar trupulleikar, tá
hesir
vóru
avdúkaðir
í
byggitíðini, enntá í einum
partneringssáttmála, soleiðis
at fakliga rættar loysnir ikki
vóru valdar, hóast hesar
gjørdust kunnugar undir
sjálvari tilgongdini.
Sæð í ljósinum av oman
fyri nevndu skakandi veru
leikum, heldur landsstýris
maðurin so framvegis, at §
52a svar hennara í fyrispurn
ingi nr. 11/2010, var meira
nøktandi enn villleiðandi?
Hvat kemur hetta nýggja
projektið at kosta, og hvør fer
at rinda kostnaðin?
Má viðganga, at eg spílaði oyruni út, tá íð eg hoyrdi útvarpsmannin í tíðindasendingini
týsmorgunin greiða frá, at borgarstjórin í Fuglafirði hevði givið tveimum russiskum
skipum, sum lógu við bryggju og umskipaðu veiðu, boð um, at halda seg innan fyri tey
mørk, sum umhvørvislógin setur fyri óljóð, men at skipini, í staðin fyri at laga seg eftir
boðunum, vóru farin til Klaksvíkar at gera seg lidna at umskipa.
Væntaði satt at siga, at nú fór borgarstjórin at fáa eitt herðaklapp fyri sína djørvu
avgerð, men tað øvugta hendi. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann var settur í ringt ljós, og tú
fekst fatan av, at her hevði hann ordiliga dummað seg.
Men tað, sum borgarstjórin hevði gjørt, var, at hann hevði steðga einum lógarbroti, og
tað er hann sum evsti ábyrgdari av havnalagnum ikki bara í sínum fulla rætti til at gera,
tað hevur hann skyldu til! Tí umhvørvislógin er væl galdandi á havnaøkinum í Fuglafirði
eins og alla aðra staðni í landinum. Ella tað er hon kanska ikki? Hon er kanska bara vøkur
orð, sum ikki eiga at verða tikin í álvara?
Eg haldi, at útvarpsmaðurin skyldar borgarstjóranum í Fuglafirði eina umbering fyri
hatta innslagið, tí um fjølmiðlarnir fara at eggja myndugleikunum at halda hándina yvir
lógarbrot, hvar eru vit tá?
Helena skulkar
Skattgjaldarin verður í hesum soppafongdu tíðum drigin eftir oyrunum fyri at umvæla 100 ára gamlar bygningar,
samstundis sum landsstýrið brúkar 100 tals mió.kr. til at byggja nýggjar soppafongdar bygningar fyri
Niels Midjord
Borgarstjórin
steðgaði lógarbroti
Hallur av Rana
formaður í Ungmannafelag Miðfloksins
Ein tagnað rødd
hoyrist aftur!