fríggjadagur 15. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
24
Sosialurin
Richard Danielsen
Kjak
3. partur
Eg havi í tveimum undan
farnum pørtum reint at vísa
á, at lógin og fyriskipanirnar
vóru givnar teimum um
skornu
(Jødunum).
Allar
hinar tjóðirnar lat Harrin
ganga
sínar
egnu
vegir.
Áp.14,16. Ísraels fólk er eitt
serligt fólk, sum Gud hevur
útvalt til eina serliga upp
gávu, m.a. til at vísa á sín
heilagleika og við lógini vísa
strongu krøv síni.
Hóast at Gud gav Ísrael
lógina, so visti hann, at teir
fóru ikki at halda hana. Hann
kennir alt frammanundan. Í
Nýggja Testamenti fáa vit
eina greiða vitan um, hvussu
hesir lutir skulu skiljast.
Serliga ger Paulus hetta
greitt í Rómbrævinum og
Galatiabrævinum. Her skal
ikki verða farið í smálutum
um, hvussu hetta er, men í
stuttum kunnu vit siga, at
Paulus lærir púra greitt, at
frelsan er við trúgv á Kristus
og ikki av lóverkum. Hann
vísir t.d. á, at arvurin var
givin Ábrahami við lyfti. Gal.
3,18. Vers 16 sigur:
Nú vórðu lyftini givin
Ábrahami og avkomi hansara;
ikki stendur „avkomum“, sum
um nógvar, men sum um ein:
„Og avkomi tínum“ – og tað er
Kristus.
Hetta vísir heilt aftur til 1.
Mós. 12,3:
Eg skal signa tey, ið signa
teg, og tann, ið tær bannar,
honum skal Eg banna; og í
tær skulu allar ættir á jørðini
verða signaðar.“
Paulus sigur víðari í sama
kapitli í Galatiabrævinum:
Tað, sum eg vil siga, er
hetta: Sáttmála, ið framman
undan er staðfestur av Gudi,
kann lógin, sum kom 430 ár
seinni, ikki seta úr gildi, so
hon skuldi gjørt lyftið til
einkis. Vers 17.
Síðani fer Paulus víðari og
sigur:
Hvat skuldi lógin tá til? Jú,
hon varð løgd aftrat, fyri at
lógbrotini skuldu koma fyri
dagin – inntil avkomið kom,
sum lyftið var givið – og hon
varð givin við einglum – við
millummans hond. Ver19.
Men skriftin hevur lagt
alt inn undir synd, fyri at
tað, sum lovað var, skuldi við
trúgv á Jesus Kristus verða
teimum givið, sum trúgva.
Áðrenn trúgvin kom, vórðu
vit hildin innistongd, og
lógin helt vakt yvir okkum
– inntil trúgvin, ið koma
skuldi, opinberaðist. Soleiðis
er lógin vorðin tyktari okkara
– til Kristus, fyri at vit skuldu
verða rættvísgjørd við trúgv.
Vers 2224.
Paulus er heilt avgjørdur
í, at tann sum trýr á Kristus
er leysur av lógini og hevur
einki við hana at gera. Í 25.
versi sigur hann soleiðis:
Men nú trúgvin er komin,
eru vit ikki longur undir
tyktara.
Í Ápostlasøguni 15. Kap.
lesa vit nakað sera áhugavert.
Har vóru nakrir, sum vildu at
trúgvandi heidningar skuldu
verða umskornir og fáa boð
um at halda Móselóg. Tá reist
ist Pætur og segði hetta m.a.:
Hví freista tit tá nú
Gud við at leggja ok á háls
lærisveinanna, sum hvørki
fedrar okkara ella vit hava
verið mentir at bera! Vit
trúgva jú, at vit verða frelstir
av náði Harrans Jesusar – vit
líka væl sum teir!“ Vers 1011.
So skriftirnar læra, at
frelsan er við trúgv á Jesus
Kristus. Lógin var givin
Ísrael, sum ein liður í ævigu
ætlan Guds, fyri at vísa á
heilagleika Guds, og fyri at
hon, lógin, skal reka okkum
til Kristus.
Vit, sum ikki eru jødar,
men eru komin til trúgv á
Harran Jesus Kristus, hava
einki við lógina at gera. Og
tey, sum ikki eru frelst, mugu
ikki prøva uppá at halda
lógina fyri at verða frelst,
tí tað er ómøguligt at verða
frelstur á nakran annan
hátt enn við trúgv á Jesus
Kristus. Tó hongur lógin,
sum ein hóttan yvir hvørjum
gudleysum menniskja.
Paulus sigur soleiðis í 1.
Timoteusar brævi 1,811:
Vit vita, at lógin er góð, um
onkur nýtir hana, sum lógin
eigur at verða nýtt, so hann
skilir hetta, at lógin er til, ikki
fyri hin rættvísa, men fyri
lógleys og sjálvráðin, gudleys
og
syndarar,
vanheiløg
og óandalig, fyri slík, sum
nýta yvirgang móti faðir og
móður, fyri manndráparar,
siðloysingar, tey, sum synda
móti náttúruni, menniskja
tjóvar, lygnarar, meinsvorin
– og alt annað, sum er ímóti
hini heilnæmu læru, eftir
evangeliinum um dýrd hins
sæla Guds, sum mær er litið
upp í hendur.
So niðurstøðan er, at Gud
kallaði Ábraham í forðum og
gav honum lyftið um landið,
sum avkom hansara skuldi
fáa í ogn. Hann gav honum
lyfti um, at av avkomi hans
ara skuldi frelsari heimsins
koma, ikki bara frelsari ísraels
manna, men als heimsins.
Lógin var givin seinni við
Mósesi, og var bert ein liður
í frelsuætlan Guds, hon vísir
ómetaligu høgu krøv hins
hægsta og rekur okkum til
Kristus, sum er einasti vegur
til frelsu. Lógin kann ongan
frelsa, og tey, sum hoyra
Harranum til hava einki at
gera við lógina, men eru fríð
keypt frá henni við ofri og
deyða Harrans Jesusar.
Tann álvarsami spurning
urin er tí, hevur tú vent
við og lati teg frelsa í blóði
Kristusar, sum er einasta
offur fyri synd, ella gongur
tú enn eina leið, sum tú ikki
veitst hvar hon endar, hvat í
endin verður av tær?
Endi
Móselóg, jødar og heidningar
Í
farnu
viku
setti
eg
nakrar spurningar til verk
ætlanarbólkin, sum arbeiðir
við at gera ein 50 metra
langan svimjihyl í Vági. Bólk
urin var skjótur at svara, og
tað vil eg takka teimum fyri
Eg havi als einki ímóti
at kostnaðurin á tílíkum
arbeiðum fer niður. Tvørtur
ímóti kann tað ofta vera ilt
at skilja, hví prísirnir eru so
høgir sum teir maangan eru.
Tá ið so ein ætlan verður
løgd fram, sum kostar so
nógv minni enn tað vanliga,
verður tað áhugavert at vita,
hvør orsøkin er til henda
lægra kostnaðin.
Eg skilji svarið frá fyri
reikingarbólkinum soleiðis, at
landið skal bara játtað 4 mió.
krónur til íløguna, og einki
meira enn tað. Raksturin av
svimjihøllini verður uttan
stuðul frá landskassanum,
um eg havi skilt svarið rætt.
Fyrireikararnir
eru
væl
komnir at rætta meg, um
hetta er misskilt.
Ein
sjálvsognarstovnur
skal eiga høllina, og tað
merkir helst, at einki meir
virðisgjald verður goldið fyri
byggingina, men tað er so
tað...
Eg setti spurnartekin við
undirlendið, tá høllin skal
rúma eini so ovurhonds
stórari nøgd av vatni, men
um so er, at ein verkfrøðíngur
hevur sagt gott fyri tí, so
fari eg sjálvandi ikki at siga
nakað annað, sjálvt um eg
framvegis haldi, at tað ljóðar
ótrúðligt.
Eg ivist framvegis í, um
arbeiðið kann ganga so skjótt,
at tað verður svimjandi
longu í fyrsta ársfjóðringi í
komandi ári, men tað hevur
sum so minni at siga.
Verkætlanarbólkurin end
ar við at siga, at ætlanin er
ikki at brúka tíð og orku til
blaðkjak um verkætlanina.
Tað skilji eg væl, men haldi
kortini, at tað er umráðandi
fyri allar partar, at fáa málið
so væl lýst sum til ber. Tí
fari eg enn einaferð at takka
fyrireikarunum fyri, at teir
gjørdu sær ómak at svara.
Samtíðis fari eg at biðja teir
um at rætta meg, um eg havi
misskilt okkurt (serliga hatta
við, at landið ikki skal stuðla
rakstrinum).
Takk fyri svarið
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður