fríggjadagur 15. oktober 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
Sosialurin
Jógvan í Løðuni 70 ár
Í dag 15. oktober verður ein
kendur eiðismaður, Jógvan
Kalsoy Mørkøre, 70 ár.
Jógvan í Løðuni, sum
hann verður nevndur, er
son ur Óluvu og Jóannes
Mørk øre.
Jógvan í Løðuni er út búgv
in radiomekanikari. Hann
lærdi í Klaksvík og var fyrsti
lærlingur hjá Marstein.
Undantikið nakrar túrar
við Karin K. hevur Jógvan
arbeitt á Loranstøðini á
Eiði. Hann byrjaði í starvi
hjá Farvandsvæsenet tann
17. desember 1962, og hevur
hann sostatt verið í sama
starvi í stórt sæð øllum sín
um arbeiðslívi.
Í dag er lítið lív í á støðini
í mun til hvat tað var, tá tað
var upp á tað besta. Seinastu
tíðina gjørdist Jógvan sjálvur
annar, meðan tað onkuntíð í
sekstiárunum vóru eini 32
34 fólk, sum starvaðust á
støðini. Í dag er alt so sjálv
virkandi, at tað krevst einki
fólk at ansa tí.
Tað, sum almenningurin í
Føroyum mest kennir Jógvan
fyri, er hansara luttøka í
kommunupolitikki.
Hann varð fyrstu ferð
vald ur í bygdarráðið á Eiði í
1966 og hevur sitið har síðan
við undantaki av onkrum
val skeiðum.
Men
hann
hevur
so
sanni liga eisini áhuga fyri
landspolitikki, og er er tað
uttan himpr Fólkaflokkurin.
Nú tað í hesum døgum er ein
uppgerð millum teir “libe ralu”
og “konservativu” í fólka
flokinum, so er neyvan ivi um,
hvønn vong, Jógvan hellir til,
nevniliga tann konservativa.
Jógvan
er
konservativur,
eisini í kommunupolitikki.
Tað hevur hann fingið mangt
høggið fyri.
Men tað er ikki so sjáldan,
at vit fáa dømi um, at tað
hevði kanska verið eitt sind
ur frægari statt, um tað ikki
varð lopið á leistum fyri
øllum, sum stingur seg upp.
Tá kann tað eisini vera gott,
um onkur heldur aftur. Tað
er hetta Jógvan ger!
Jógvan hevur eisini verið
stýrislimur og formaður í
Føroya Kommunufelag.
Jógvan
er
giftur
við
Katrini, dóttir Pavlu og Jens
Guttesen úr Havn. Tey eiga
tríggjar synir, Jóannes, Janus
og Ólavur.
Tað ber illa til at umrøða
Jógv an uttan at nevna Katr
ina. Tað kann sigast um tey
bæði, at tey eru eini fram úr
hjún. Tey eru sera trú føst,
kann siga tað av roynd um.
Tey eru eisini so sera gesta
blíð. Hetta er ikki minst kom
ið væl við hjá ætt og vinum
hjá Katrin í Havn, sum hava
havt teirra heim at fara til, tá
farast skuldi á bygd.
Føðingardagurin verður
hildin í høllini á Eiði, og
hetta er einki ov stórt, tá ið
føðingardagurin nú skuldi
haldast. So nógv fólk kenna
tey.
Tey bæði hava eisini eina
sjáldsama
umsorgan
fyri
onnur. Tað skal ikki komast
nærri inn á tað, men her
hava tey eisini víst sínar
menniskjansligu dygdir.
Sama dag verður yngsti
sonurin, Ólavur, 25 ár. Hann
hevur gjørt sítt fyri at berjast
móti órættvísi í heiminum
við at hava verið hermaður
í Afganistan! Hetta krevur
eisini sannføring og dirvi.
Ynskt verður teimum báð
um tillukku.
ó.
Handilslærlingur
Vit sóknast eftir lærlingi til
HVS deildina hjá
P/F Mariu Poulsen,
Smyrilsvegur 8
Vit kunnu bjóða:
Eitt spennandi starv, við dagligum avbjóð
ingum og góðum arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv:
FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum
lærlingur í handilsvinnuni.
Vit vænta at tú ert:
Røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur
við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein
fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella
útbúgvingar innan handilsvinnuna, men
hettar er eingin treyt.
Seinasta freist at senda umsókn við
prógvum er 31. oktober 2010.
Eru spurningar, eru tygum altíð vælkomin
at ringja á tel 31 20 00 – Símun Askham.
Box 182 · FO-110 Tórshavn
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í
Øksnagerði eftir einum pedagogi til serstovuna at
arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. desember
2010 ella eftir nærri avtalu.
Eisini verður søkt eftir einum pedagogi til barna-
garðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja
29. november 2010. Starvið er eitt farloyvisstarv
frá 29. november 2010 til 15. august 2011.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv-
ing og royndum, skal vera Dagstovninum í Øksna-
gerði, Øksnagerði 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
mánadagin 1. november 2010.
Meiri fæst at vita
Við at venda sær til Gunrid á Plógv, leiðara, á
telefon 302260 ella 219959.
PEDAGOGAR