mánadagur 18. oktober 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Leo Poulsen
Føroya Pedagogfelag kunn
gjørdi í morgun rúgvis
mikla kanning, sum er gjørd
millum starvsfólk á dag
stovn um kring landið, og
har eru nakrar áhugaverdar
niður støð ur.
Fyri tað fyrsta vísir
kann ing in, at starvsfólk á
dag stovn unum sum heild
eru væl nøgd við arbeiðið,
men hon vísir eisini, at lønin
er alt ov lág, staðfestir Maud
Wang Hansen, forkvinna í
felag num.
Serliga hjálparfólkini eru
væl nøgd, men sami tend
ens ur sæst eisini hjá peda
gog unum.
Í hinum endanum dregur
nið ur, at fólk yvirhøvur eru
ónøgd við lønina.
Fleiri enn 80% vísa á, at
lønin er alt ov lág, og at ar
beið ið er so strævið, at tey
flestu arbeiða niðursetta tíð,
sig ur Maud W. Hansen.
Hetta eru pástandir, sum
leingi hava verið at hoyrt,
og tí hevur eisini ein áhugi
ver ið í felagnum fyri, at fáa
gjørt hesa kaningina fyri at
staðfesta, hvussu starvs fólk
ini í felagnum trívast við sítt
arbeiði.
Vit vildu fáa kannað hesi
við urskifti, og tíverri vísa
tøl ini, at tað, sum er komið
okk um fyri oyra, eisini er
veru leikin, sigur Maud Wang
Hansen.
Ein staðfesting
Kanningin
er
rættiliga
rúgvus mikil, yvir 80 síður. Av
teim um 1117 spurdu starvs
fólk unum, svaraðu 493, og
tað svarar til 44%.
Vit bíløgdu kanningina
í september í fjør, og av tí at
hon er so rúgvismikil, hevur
tað eisini tikið gott ár at
fáa gjørt kanningina, sigur
Maud W. Hansen.
Kanningin
vísir,
at
starvs fólk á dagstovnum
í
Havnini
hava
verið
lutfalsliga undir mann að í
at svara, men hetta metir
Karin Jóhanna Knud sen –
onnur av teimum, ið hava
gjørt kanningina – komast
av, at kanningin varð gjørd
um somu tíð, sum Tórs
havn ar kommuna gjørdi
sína nøgd semis kanning.
Kanningin er farin fram á
tann hátt, at spurnarbløð eru
send út til øll starvsfólkini,
og síðani er fylgt upp við at
seta seg í samband við hvønn
einstakan leiðara á dag stovn
unum.
At úrslitið av kanningini
verð ur lagt fram júst nú,
með an
lønarsamráðingar
fara fram millum Føroya Pe
da gog felag og tað al men na,
er ikki tilvitað sum so.
Men tað gevur okkum
eina grundgeving fyri teim
um krøvum og ynskjum, ið
vit hava, tá vit fara til sam
ráð ingar, sigur Maud W. Han
sen.
Kanningin vísir jú, at
talan
er
um
veruleikan
og ikki bara pástandir frá
felagnum.
Góðar vónir
Forkvinnan í Føroya Peda
gog felag sigur, at lønin hjá
lim um felagsins er ógvuliga
lág.
Byrjunarlønin hjá pe
da gog unum
liggur
undir
23.000 krónur um mánaðin,
og tað er fyri fulla tíð væl at
merkja. Og hjá hjálparfólki
ligg ur lønin beint omanfyri
18.000 krónur, so tað sigur
seg sjálvt, at um pedagogar
og hjálparfólk arbeiða niður
setta tíð, munar tað ikki tað
heilt stóra í húsarhaldinum,
sig ur Maud Wang Hansen.
Men hóast hetta, so hev
ur forkvinnan í Føroya Peda
gog felag kortini vónir um, at
fáa rætta eitt sindur upp á
lágu lønina í sattmála sam
ráð ing unum, ið nú eru.
Eg eri rættiliga bjart
skygd, og eg havi altíð vónina
við mær til endan, og tí vænti
eg, at samráðingarnar fara at
ganga væl og enda við ein
um góðum úrsliti fyri øll. Vit
umboða jú so stóran part av
arbeiðsmarknaðinum, so tað
hevði komið væl við nógva
staðni, sigur Maud Wang
Hansen.
Tað eru Karin Jóhanna L.
Knud sen og Martha H. Mýri
frá
Granskingardeplinum
fyri Samfelagsmenning, ið
hava gjørt kanningina fyri
Før oya Pedagogfelag.
Trivnaður við lítlari løn
KANNING Trivnaðarkanningin, sum Føroya Pedagogfelag hevur latið gjørt millum stavsfólk á
dagstovnunum kring landið vísir, at starvsfólk sum heild eru nøgd við arbeiðið, men at lønin er ov lág
Karin Jóhanna Knudsen, ið legði kanningarúrslitið fram, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag
Mynd: Jens Kristian Vang