mikudagur 20. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Við teimum privatu sjúkra
húsunum
í
grannalond
unum er talið av ryggjskurð
viðgerðum økt, tí lættari er at
sleppa ftramat. Hetta er skeiv
gong, halda heilsustýrini í
londunum.
Hetta hendir, sjálvt um
grannalondini hava rygg
ambulatorir við endamáli
num at veita fólki hjálp, so
tey seinni ikki noyðast at
verða løgd undir skurð.
Heilt nógvir føroyingar
fara niður at fáa skurðviðgerð
fyri eitt nú diskosprolaps og
aðrar sjúkur í rygginum.
Hetta eigur ikki at vera
neyðugt so ofta, helt Jákup
Petersen, sum fór til Heilsu
málaráðið við hugskotinum
um at stovna ryggambulatori
um á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Væl dámt
– Bæði Aksel Johannesen,
landsstýrismaður og Lands
sjúkrahúsið tóku væl ímóti
hugskotinum, tí øll duga at
síggja, hvussu nógv ílegan
kann geva aftur, sigur Jákup
Petersen.
Hann sigur, at ein stórur
partur av fólkunum, sum
hava trupulleikar við ryggi
num, kundu sloppið undan
skurðviðger, um tey bara
fingu røttu viðgerðina í góð
ari tíð. Tíverri hendir tað ofta,
at fólk ikki fara til lækna við
sínum trupulleikum, fyrr enn
ov seint, og brekið er vorðið
verandi.
– Sjálvandi verða altíð
nøkur, sum ikki kunnu sleppa
undan skurðviðgerð, men við
einum
ryggambulatorum
kundu vit hjálpt nógvum
uttan at skurðviðgera tey,
sigur Jákup Petersen.
Nógv at spara
Tað verður ein stór sparing
fyri samfelagið, tá ið rygg
ambulatoriið kemur í gongd.
Tað slepst ungan longri sjúkra
meldingum,
skurviðgerðir
nar kosta nógv, og tað kostar
somuleiðis nógv at senda sjúk
lingar við ella uttan fylgjarar
til Danmarkar.
Aftrat tí kemur alt tað
menniskjaliga við at sleppa
fólki undan at verða løgd
undir skurð.
Tað hevur eitt sindur av
útreiðslum við sær at seta
ryggambulatorum á stovn.
Nakað av útgerð krevst,
og nakað skal brúkast til
útbúgving av starvsfólki.
– Men tann íløgan kemur
fleirfaldað innaftur, sigur
Jákup Petersen.
Á
ryggambulatoriinum
fara at arbeiða giktalæknar,
fysioterapeutur
og
ein
ortopedur.
Jákup Petersen er einasti
lækni, sum í Føroyum ger rygg
skurðviðgerðir, og hann skal
seta ambulatoriið í gongd.
– Aksel Johannesen, lands
stýrismaður og eg eru samdir
um, at ambulatoriið skal
byrja ein av fyrstu mánaðum
í komandi ári, sigur Jákup
Petersen.
Skjót ryggviðgerð er góð íløga
Ein av fyrtu mánaðunum næsta ár letur upp ryggambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Við at geva fólki við ryggjtrupulleikum hjálp beinanveg slept undan fleiri skurðviðgerðum.
Nógvur peningur er at spara, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi stendur
fyri ætlanini um at lata upp ryggambulatorii
Randi Jacobsen
Starvsfólk í Nærverkinum
halda lítið um tær sparing
ar, sum nú verða framd
ar
í
Heimarøktini
og
í
Serforsorgini.
Limirnir í Almanna og
Heilsurøktarfelagnum
arbeiða ikki í heimarøktini,
men teir eru á røktarheimum,
sambýlum og bústovnum.
Á summum av hesum
stovnum skulu fólk setast
niður í tíð.
–
Á
bústovnum
átti
starvsfólkatalið heldur at
verið uppnormerað. Nógv
av teimum, sum búgva har,
brúka nógvan heilivág, og tí
er ikki rætt næstan bara at
seta pedagogar og starvsfólk
at arbeiða á hesum stovnum,
sigur Majbritt Mohr, for
kvinna
í
Almanna
og
Heilsurøktarfelagnum.
Hon heldur tað vera løgin
raðfesting at spara so nógv í
heimarøktini.
– Heimarøktin ger eitt
stórt fyribyrgjandi arbeiði, og
skulu vit bara so nøkulunda
liva upp til málsetningin um,
at gomul skulu búgva sum
longst í egnum heimi, má
heimarøktin vera góð, sigur
Majbritt Mohr.
Øll reingerð er nú spard
burtur, og tað er ikki beint,
heldur hon, men leggur
aftrat, at reingerð eigur
at
verða
veitt
gomlum
heimabúgvandi.
Følna skjótari
– Vit vita, at gomul fólk
følna skjótari, um tað ikki er
hampiligt uttan um tey, og
tað er eisini virðiligari. Men
reingerð er ikki alt. Tað hevru
stóran týdning fyri tey gomlu,
at heimahjálpin kemur inn at
práta, og heimahjálpin kann
eisini eygleiða, um nakað er
galið, um tey eru í ørviti o.a.
sigur Majbritt Mohr.
Ein álvarslig avleiðing
aftrat
av
sparingunum
verður, at heimahjálpirnar
verða minni nøgda við sítt
arbeiði og fara at mistrívast
av øktu arbeiðsbyrðuni.
Hon væntar, at sparingin
í heimatænastuni fer at økja
um trýstið á røktarheimini.
Majbritt Mohr er samd
við teimum, sum halda, at alt
apparatið rundan um Nær
verkið er bólgnað av nógv.
– Vit hava sæð tað seinastu
1012 árini, at eitt starv fyri
og eitt eftir er komið aftrat.
Tað ber ikki til at seta so
nógv nýggj leiðarastørv, tí
tey skulu jú gjaldast. Tað
verður ov langt millum loft
og gólv. Raðfestingarnar eru
so løgnar. Kanska hevði tað
verið eitt hugskot at sett seg
niður á gólvið og mett um,
hvat vit vilja, sigur Majbritt
Mohr.
Heimarøkt er fyribyrging
Góð heimarøkt er neyðug, skulu vit liva upp til málsetningin um,
at gomul eiga at búgva heima sum longst. Tað heldur Majbritt
Mohr, forkvinna í Almanna- og Heilsurøktarafelagnum
Randi Jacobsen
Í heimarøktini eru øll forfard av, at ta enn eina ferð
verður spart í hesi tænastuni.
– Vit harmast um hesar sparingarnar á eldraøkinum,
tí har r so nógv spart frammanundan.
Hetta sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag
Føroya. Hetta er fakfelagið hjá heimahjálpunum.
Ása Holm sigur, at limirnir kenna seg ótryggar bæði
egna vegna og vegna tey gomlu.
– Eg eri samd í, at pínumarkið nú r nátt, sigur hon.
Tey gomlu, sum búgva í sambýli ella á røktarheimi,
fáa í hvussu er eitt sindur av hjálp. Men úti um landi
valdið ruðuleiki, og nú náttarøktin er spard burutr,
liggja gomul fólk einsmøll og óhjálpin heima, sigur Ása
Holm.
Felagið hevru fleiri ferðir mótmælt og sagt, at hesar
sparingarnar eru óforsvarligar.
– Við hesum kunnu vit seta spurnartekn við, um vit
hava nakra heimarøkt longur. Vit mugu eisini spyrja,
hvør politiski viljin er, sigur Ása Holm.
Fólk liggja
óhjálpin heima
Við seinastu sparingunum í
heimarøktini er spurningurin um
vit hava nakra heimarøkt longur,
sigur Ása Holm, forkvinna í
Heilsuhjálparafelag Føroya