Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 14 Sosialurin Nøvn Hósdagin 21. oktober eru 60 ár liðin, síðan hjúnini Judith (fødd Holm Jacobsen) og Osvald Kjærbo gingu saman í hjúnalag. Foreldrini hjá Judith vóru Anna Sofía og Dánjal Jákup Jacobsen. Anna Sofía var dóttir Marsannu og Jógvan í Skorini á Eiði. Dánjal Jákup var sonur Jacobinu og Poul Jacobsen úr Leynum. Judith búði barnaárini undir Glasheyggi í Havn, hagar familjan var flutt. Sum ung arbeiddi hon í bakarínum hjá Frants Restorff og í Skipahandlinum, umframt í Vega, sum var eitt av virkjunum hjá pápanum. Foreldrini hjá Osvald vóru Kristianna Jacobsen, ættað av Glyvrum. Hon var systir navnframa rokskiparan Napoleon á Glyvrum. Pápin var Tummas Jákup Kjærbo úr Sumba. Tummas Jákup var sonur Sunnuvu í Lopra og Thomas Jacob úti í Stovu, og tey fingu sær seinni eftirnavnið Kjærbo. Aftaná lokna skúlagongd á Tvøroyri fór Osvald í 1943 at arbeiða á politistøðini í Havn, og árini 1944-45 arbeiddi Osvald sum fulltrúi hjá sýslumanninum í Klaksvík. Haðani fór Osvald at arbeiiða í reiðaravirkinum hjá Christian Holm Jacoblsen í Havn, og seinni á sildaverksmiðuni hjá Gunnari Holm Jacobsen í Kollafirði. Í 1956 byrjaði Osvald egið virki við søluumboðum og heilsølu av ymiskum vørum. Hetta virki hevði inntil hann legði frá sær, gott 70 ára gamal. Osvald kom sum ungur til persónliga trúgv á Jesus Kristus, og er hann óiva mest kendur millum manna fyri sítt arbeiði í Harrans verki, har hann hevur havt ein virknan lut innan brøðrasamkomurnar. Umframt at bera orðið fram á møtum, hevur Osvald í ein mansaldur verið leiðari fyri Emmaus bíbliubrævskúlan í Føroyum. Hann hevur latið úr hondum hópin av traktatum, bíbliubrævskeiðum og greinum um bíbilsk evni . Osvald hevur á egnum forlagið givið út 8 bøkur seinastu 7 árini, og onkur bók er á veg. Tær bygdirnar eru fáar í Føroyum, sum Osvald ikki hevur vitjað í sambandi við møtir, bæði inni og úti, og altíð ger hann sær ómak at vitjað húsini við eini innbjóðing og eini traktat. Judith og Osvald bú- settust úti í Grønlandi í Havn, og tey eiga fimm døtur: Anna og Katrin sum búgva búgva í Havn, Kristvør sum býr í USA, og Guðrun og Jórun sum búgva í Keypmannahavn. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Diamantbrúdleyp Jógvan Arge, útvarpsmaður Nú søgdu teir so ofta í sjón- varpinum, at tað var við sorg- blídni, teir søgdu Sevmýri á Tvøroyri farvæl. Og tað skilji eg væl. Tað er eisini hugstoytt at staðfesta, at nú verða ikki fleiri rættiligir fótbóltsdystir spældir har. Fótbóltssambandið hevur boðað Tvøroyrar Bóltfelag frá, at vøllurin á Sevmýri lýkur ikki treytirnar, sum settar verða til kappingarvøllir. Hetta hevur verið undir upp sigling í fleiri ár, men kort ini hava tvørámenn onki alterna tiv fingið til vega – so teir eru vallarleysir. Tað er nú ein syndarlig støða hjá aldursforsetanum í før oyskum fótbólti. Før- oyska fótbóltsvøggan stóð á Sev mýri. Har byrjaði sýslu- mans sonurin Poul Effersøe at læra sínar bygdarmenn at spæla fótbólt soleiðis, sum hann hevði lært hann í Danmark – ivaleyst á Sorø og í Keypmannahavn. Á Sevmýri spældu tvørá- menn sínámillum, og tað tók nógv ár, áðrenn teir høvdu nakran at spæla ímóti í øðrum oyggjum. Tvøramenn vóru við, tá fótbóltsdystur var heima á Sandi á hvítusunnu í 1904, og teir komu fyrstu ferð til Havnar at spæla í 1909. Vunnu mong steyp Teir vóru fremstir í leikum í mong Harrans ár. Vunnu eitt kent steyp fyri og annað eftir, bæði fyri fyrra heimsbardaga og millum heimsbardagarnar. Undir seinna heimsbardaga vunnu teir ein tann fyrsta føroyameistaraskapin. Í fjørutinum vunnu teir onkran aftrat og eisini í fimmti árunum. Í kappingini um Ísa- fjarð ar súluna kappaðust teir á jøvnum føti við HB tey fyrstu mongu árini, og í sjeyti árunum gjørdu teir bart í nøkur ár við tveimum fylgjandi meistaraskapum í 1976 og 1977. Tá nyttaði ein fótbólts dystur einki, um TB ikki var við. Og tær størstu uppliv- ing arnar hesi árini vóru á sjálvari Sevmýri. Har vóru lív og glaðir dagar. Kvinna og maður úr allari Suðuroynni við síðulinjuna, og mangar góðar glósur fuku millum bóltarnar – bæði á vøllinum og uttanfyri. Aftaná stóð Klubbin opin fyri hugaðum gestum. Har var ikki minsta reypið. Appelsin í turbanina Nakað seint í áttatiárunum datt eitt FM aftrat sum ein appelsin í turbanina hjá TB. Fleiri lið høvdu møguleikan at vinna. TB helst tann minsta. Men hini úrslitini lagaðu seg soleiðis, at TB lá ovast, tá avtornaði hendan seinnapartin. Ongin hevði droymt um hetta, so steyp var einki á Sevmýri. Men eina góða løtu eftir, at dystirnir vóru lidnir, og teir bilsnu tvøramenninir so smátt høvdu fingið mál ið fyri seg aftur, dagaði tyrl- an hjá Atlantsflogi und- an á fjørðinum og setti seg á Sevmýri við FSFar um, steypinum og heiðurs merkj- unum. Mervin Dimon var ein av hetjunum í TB gjøgnum tíðirnar. Spældi høgri vongur í nógv ár, bæði á 1. liði og á landsliðnum. Hann stóð uppi undir TB-húsinum hendan dagin, og eg lokkaði hann at siga nøkur orð í útvarpinum, meðan bíðað varð eftir ceremoniini. Sjálvt hann var kløkkur av hesum óvæntaða heiðrinum til hjartabarn hansara, men sjálvsagt var hann uppiborin. Vøllur í Trongisvági Hetta var kanska tann sein- asta veruliga stóra fagn aðar- løtan á Sevmýri. Annars eru minnini mong hjá mongum – og teimum kann FSF so ikki seta bann fyri. Fyrsti fótbóltsdystur, eg varpaði út, var júst á Sevmýri. Hetta var jóansøkudag 1965, og dysturin var millum TB og B36. Havi gloymt úrslitið, men veðrið var onki serligt. Regnaði rættiliga illa beint í andlitið, so eg kendi meg ikki av tí besta, men missiónin varð fullførd. Síðani hava mangar góðar og spennandi løtur verið á Sevmýri. Tí er tað sárt at stað festa, at ongar slíkar koma aftur. Men spurningurin um nýggjan fótboltsvøll á Tvør- oyri er gamal. Eg minnist, at Mervin og teir longu í sekstiárunum arbeiddu fyri at gera nýggjan fótbóltsvøll inni í Trongisvági – ásann- andi, at Sevmýri var eingin varandi loysn. Tað fanst ein mynd, sum fór um alt ríkið, har Mervin stóð sum ein annar Napoleon og peikaði, hvar vøllurin skuldi verða. Kanska kemur gongd á loysn ina nú! Farvæl Sevmýri