Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. oktober 2010 · Nr. 148 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo FAROEXPO 2010 F aroexpo er ein altjóða vinnu­ stevna, og er tað sættu ferð, at hon verður hildin í Runa vík. Undirtøkan hevur verið vaksandi gjøgnum árini, og í ár hava fleiri luttakarar teknað seg til vinnustevnuna, enn nakrantíð áður, og luttakararnir eru bæði føroyskir og útlendskir. Á Faroexpo verður eisini altíð skipað fyri eini almennari ráð­ stevnu. Eins og í fjør verður ráð­ stevnan í Løkshøll, har fýra áhuga­ verdir og spennandi fyrilestrar verða hildnir. Heitið á ráðstevnuni í ár er: “Lønandi fiskivinna”. Mentanarvikan byrjar longu fríggjadagin 22. oktober og heldur á líka til sunnukvøldið 31. oktober. Skráin er rúgvusmikil og stak fjølbroytt. Her er veruliga nakað fyri øll! Sum dømi kann nevnast: Listaframsýningar, fyrilestrar, konsertir, føroyskur dansur, felags­ sangur, sjónleikur og altjóða film­ festivalur. Eitt serligt mentanarkvøld verð­ ur fríggjakvøldið 29. oktober við heitinum “Trumfa”, og við undir­ heitinum “Eitt kvøld við lívligari mentan og litríkari list!” Faroexpo og Mentanarvikan hava avgjørt sín stóra týdning fyri kommununa. Vit eru glað fyri at hava møguleikan at hava eina slíka vinnustevnu, samstundis sum vit varpa ljós á mentanina í økinum og í Føroyum annars. Vinnan og mentanin standa sterk her í økin­ um, so tí er tað natúrligt, at vit bjóða okkum fram til at fyriskipa slíkum tiltøkum sum hesum. Hesar dagarnar verður Runavíkin sett á breddan, og tað í sær sjálvum er eisini gagnligt fyri okkum. Nú er bert at vóna, at fólk leita sær til Runavíkar hesar dagarnar. Nógv orka er løgd í at fáa alt so gott sum tilber, og eg eri sannførdur um, at øll sum leita sær higar fara at fáa nakað burturúr, og sum tey kunnu hava heimaftur við sær. Hjartaliga vælkomin ­ øll somul! Magnus Rasmussen borgarstjóri Runavíkar kommuna Runavík sett á breddan Sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu vil eg hervið bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til Faroexpo og Mentanarvikuna 2010. Oyggjablaðið í næstu viku: við Gjógv FAROEXPO 2010: Síða 16: Borgarstjórin bjóðar vælkomin Síða 18-19: Vit liva ikki av kontórum Síða 20: Tónleikur til øll Síða 22-23: Kreppan hevur positiva ávirkan Síða 26-27: Man skal tora at mála Síða 28: Altjóða filmslist í Runavík Síða 29: Fáa nógv burturúr Síða 31: Lær at syngja við Annu Faroe Síða 44: Halló