fríggjadagur 22. oktober 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 22. oktober 2010 · Nr. 149
Sosialurin
nevnda sangi frá 1707 hjá
Isac Watts: Tá andi mín hin
kross kann sjá.
”See from His head, His
hand, His feet,
Sorrow and love flow
mingled down!
Did e´er such love and
sorrow meet,
Or thorns compose so rich a
crown”.
Í føroyskari týðing ljóðar
hetta 3. ørindið soleiðis:
”Hygg á hans sár, har blóðið
rann,
hvussu hans sál av sorg er
mødd!
Hvør hevur møtt tí sorg
sum hann!
Hvar krýndu tornir slíkt eitt
høvd!”
Kári plagdi at siga, at tað var
salvilsi fyri sálina at hoyra
hesar sangir.
Hesin fyrrverandi år husi
anarin lýsti Kára sum ein
mildan og spakføran mann
við eini mildari og inniligari
rødd.
Kári var kanska ov mild
ur og spakførur til at svara
aftur á hóskandi hátt, tá
lús ingarnir komu gjøgnum
lívið, so hann kreyp longur
og longur inn undir skjøld
urin.
Kári hevði góðar gávur, og
hann gav mongum nógv ar
góðar løtur við tí stóra ómaki,
hann legði í krossorðini, sum
hann gjørdi hvørja viku inntil
fyri 14 árum síðani. Nógv
hava tikið til hesi krossorð,
sum tey gleddu seg til, hvørja
ferð blaðið kom út.
Kári var á hesum sum
øðrum økjum nærlagdur.
Hann gjørdi sær stóran ómak
og hevði nógvar an tenn ur
langt úti, tá hann arbeiddi
við hes um orðum, máliskum,
vend ing um,
pers ónum
og hend ingum, sum hann
onkurs vegna fekk lumpað
og lirk að inn í hesar teigar
í kross orðagátuni. Har var
eisini ítróttur – men mangt
ann að so sum politikkur,
humor, søga, átrúnaður og
mentan. Fólk fingu nakað, tá
tey settu seg við hesum væl
úr hondum greiddu kross
orðum.
Tað var ikki lætti soppa
kent. Tað var áðrenn inter
netið breiddi seg út. Hann
legði m.a. nógv arbeiði í at
vitja bókasavnið fyri at finna
myndir av ávísum persónum
og citat, greinar og bókum
um ymisk mál.
Tað hevði møguliga verið
uppiborið, at Kári fekk eina
M.A. Jacobsen virðisløn fyri
serligar bókmentir, kross
orðagáturnar, sum hava ríkað
so nógv fólk, og sum hava
fingið fólk at forvitnast víða
um í bók mentaheiminum.
Kári
var
hugtikin
av
mong um krossorðum um
framt
krossorðunum
hjá
Isac Watts á plátuni hjá Ernie
Ford.
Vit gráta um, at Kári
er farin. Vit gráta eisini
um, at vakri, sjarmerandi,
humor istiski
og
gávuríki
unglingin, sum leyp útí og
bjargaði mær, og sum frøddi
føroyska fótbóltsheimin í
sekstiárunum, meir og meir
kreyp inn undir skjøldurin
eins og skjaldbøkan, og at
hann seinni fekk eitt sera
tungt lív
Vit takka tykkum øllum
inniliga, sum hildu í og
fevndu Kára, sjálvt um tað
mangan var tungt.
Vit hava hvør sær knýtt
bond til Kára – summi
sterkari og longri enn onnur.
Men lati okkum eina løtu
halda í tað band, sum knýtti
okkum at honum og gleðast
um tað, hann gav okkum.
Takk fyri og farvæl, kæri
bróðir.
Árni
Fríggjadagin kl. 16.00 letur
upp nýggj framsýning í
Lista glugganum.
Tað
eru
Beinta og Heidi av Reyni, ið
báðar eru búsitandi í Dan
mark, sum sýna fram máln
ingar og skulpturar. Beinta
er væl kend á bæði føroyska
og danska lista pallinum og
hevur sýnt fram í Føroyum
áður. Tað er fyrstu ferð at
Heidi sýnir fram í Føroyum;
fyri stuttum síðani var hon
við á sensureraðari fram
sýn ing
hjá
Kunstnernes
Sommerudstilling í Tistrup.
Við á framsýningini í
Lista glugganum eru 36 máln
ingar og skulpturar.
Framsýningin er at síggja
í
Listaglugganum
næstu
tvær vikurnar.
Beinta og Heidi
í Listaglugganum
Heidi og Beinta av Reyni
Fyrrverandi SEVstjórin
Klæ mint Weihe fylti 60
ár mánadagin 25. oktober.
Klæ mint er sørvingur,
men hann hevur megin
part in av ævi síni búð í
Havn.
Klæmint er útbúgvin
radio mekanikari og elek
tro verkfrøðingur. Hann
byrjaði
á
elfelagnum
SEV í 1980 og tók við
sum stjóri í 1982 og var
stjóri í 25 ár. Klæmint
var stjóri á SEV í eini tíð
við nógvum broytingum
og út bygginum. Eftir at
hann gavst á SEV í 2007,
var hann eitt skifti stjóri á
fyritøkuni MVH á Hjalla.
Í dag starvast hann
sum lærari á eldeildini
á Tekniska Skúlanum í
Tórs havn, um framt at
hann eisini er stjóri á
FDS, sum er ein almenn
fyri tøka sum ger digital
kort og myndatilfar um
Føroyar.
Klæmint
er
giftur
Ketty Dam úr Havn. Tey
eiga børnini Karin og Heð
in. Abbabørnini er 4 í tali.
Klæmint Weihe
60 ár
Hevur tú áhuga í bókhaldi, roknskapi
og fíggjarstýring, so er tú kanska
persónurin, sum vit leita eftir.
Í sambandi við at fíggjarleiðari
okkara hevur valt at taka við øðrum
av bjóð ingum, søkja vit eftir nýggjum
fíggjar leiðara.
Talan er um eitt spennandi starv,
sum umfatar allar tættir innan
bókhalds- og roknskapararbeiði og
fíggjarstýring umframt yvirskipað
fyrisitingararbeiði. Avbjóvingarnar
eru nógvar, og arbeiðsumhvørvið er
jaligt og mennandi.
Høvuðsamboðini eru Navision
við Invoice Workflow til bókhald,
roknskap og fíggjarstýring, meðan
LøttLøn verður nýtt til lønarbókhald.
Umsóknir við viðkomandi skjølum
skulu sendast til niclas@articon.fo
ella á postadressu okkara, sum er:
P/F ArtiCon, Postboks 3109,
110 Tórshavn.
Merkið brævbjálvan »umsókn«.
Umsóknarfreistin er 31. okt. 2010.
Eru ivamál ella spurningar, er tú
vælkomin at ringja til Niclas Joensen
á tel. 216169 ella 350702 í vanligari
arbeiðstíð.
ArtiCon søkir eftir
fíggjArleiðArA
Sosialurin 341800