Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 7 VIKUSKIFTI lagt tIl rættIs: Inna Törnroos, inna@sosialurin.fo útIsetIn Sára er so at siga fødd inn í ferðavinnuna. Abbi hennara, Malberg Simonsen, koyrdi buss í nógv ár, og pápin Mikkjal Simonsen starvaðist á flogvøllinum. Tí er tad kanska ikki so løgið, at Sára er endað har hon nú er. Men lat okkum byrja frá byrjanini. Sára er fødd og uppvaksin í Sørvági saman við tveimum beiggjum. Sum 20 ára gomul flutti hon til Danmarkar at ganga á HH á Ishøj Handilsskúla. Eftir lokna útbúgving søkti hon starv sum flogterna á Maersk. Sára fekk starvið, og í fimm ár fleyg hon fyri Maersk. – Eg arbeiddi fyri tað mesta á rutuni til Vágar, onkuntíð var eg í Føroyum upp til fimm ferðir um vikuna. Næstan hvørju ferð eg lendi í Vágum, vóru omma og abbi á flog vøll­ inum og heilsaðu uppá meg. Pápi arbeiddi eisini á flogvøllinum um tað mundið, so eg sá familju mína næstan hvønn dag, sjálvt um eg búði í Danmark, greiður Sára frá. Størsti munurin at flúgva á føroyarutuni og hinum rutunum hjá Maersk var sambandið, man fekk við ferðafólki og veðrið. – Á rutuni til Føroya var oftani onkur við, sum man kendi. 1998 hitti Sára Thomas Vikre, ið er hálvur dani, hálvur normaður, men upp vaksin í Portugal. – Hann er skandinavi av útsjónd, men latino í verumáta – ein góð blanding, sigur Sára. Sára segði upp á Maersk og flutti við Thomas til Portugal at royna eydnuna. Thomas og foreldrini hava eina fyri­ tøku – AirPass – innan ferðavinnu, sum hjálpir skandinaviskum flog­ fel øgum, ið flúgva til Algarve. – Tey fyrstu árini arbeiddi eg partvís í fyritøkuni hjá verfamiljuni, men eg havi eisini fingist við annað. Starvaðist nøkur ár sum persónligur assistentur hjá einum svensk/portugisiskum dreingi sum var autist, hann búði skiftivís 1/2 ár her og 1/2 ár í Svøríki. Tað var eitt sera spennandi og gevandi arbeiði. Seinastu árini havi eg tó arbeitt fulla tíð fyri AirPass. Tað, ið Sára fæst við, kallast »passager handling« og »supervision services«. Hon arbeiðir á flogvøllinum í Faro, og tað kemur meir enn so fyri, at hon møtir føroyingum á flogvøllinum. Sjálv er hon einaferð um árið í Føroyum, og oftast er tað um veturin, eftirsum arbeiðið fyllir so nógv um summarið. Algarve er kent feriuøki, og Sára býr í einum lítlum fiskibýi í húsum við havið. – Eg trívist sera væl at búgva í einum landi, ið hevur fleiri enn 300 sóldagar um árið. Tað ger, at nógv av tíðini verður brúkt úti og ikki so nógv inni, sum ein jú er í Føroyum, fortelur Sára. Hóast tað er heitt og gott í Portugal, so merkjast árstíðirnar, og millum november til mars er ikki so nógv virksemi í ferðavinnuni. Eftirsum veðrið fyri tað mesta er til vildar, er Sára nógv úti við hundinum – til gongu ella við súkklu. Ferðast tú nógv – nú tú arbeiður innan ferðavinnuna? – Ja, tað kann ikki sigast annað. Eg havi ferðast nógv til Thailands, Indonesia, Malaysia, Brasilia, USA og eisini nógva staðni í Evropa. Okkum dámar væl at kava, og tað hava vit gjørt nógv av, tá vit hava ferðast í Asia. Eisini eri eg blivin heilt bitin av at standa á skí og vil helst sleppa á skíferiu minst eina ferð um árið, um tað ber til. Í desember­januar gongur leiðin til Borneo og Thailands, vit skulu verða burtur í tveir mánaðir, og tað gleði eg meg til. Tað hevur nógv at siga fyri meg at ferðast, síggja onnur lond, og uppliva aðrar mentanir. Sára tekur ímóti á Faro Tá Tú lendir í AlgArve í PorTugal, kann Tað gott vera, aT ein av teimum, ið sTendur og Tekur ímóti á flogvøllinum er SárA SimonSen úr Sørvági. sára hevur búð seinasTu 12 árini í PortugAl og sTarvasT innan FerðAvinnunA. Fakta Navn: Sára Simonsen Aldur: 39 ár Familja: Maðurin Thomas. Maðurin hevur tvey børn, Patrick 20 ár og Karine 16 ár, og hundurin Kobe (Border collie skjótt 2 ár) Starv: Supervisor í AirPass Bústaður: Alvor, ein lítil fiskibýur á suðurstrondini í Algarve, Portugal, Hvat saknar tú úr Føroyum? Vinfólkini og familjuna. Ta frísku luftina og vøkru náttúruna, og so tann góða føroyska matin. Kann eisini finna uppá at sakna at kunna drekka eitt glas av køldum vatni beinleiðis úr krananum. Hvat saknar tú ikki úr Føroyum? Regnið myndir: PrIVATAr Sára Simonsen úr Sørvági býr býr beint við strondina í lítla býnum Alvor.