Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. oktober 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 149 · 22. oktober 2010 12 VIKUSKIFTI Politikkur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Føroyar eiga einki politiskt super­ brand. Her er eingin Obama. Eingin Blair. Eingin Fogh Rasmussen. Langt frá tí. Men vit eiga Kaj Leo Johannesen, Høgna Hoydal og Heina O. Heinesen Fáur føroyskur politikari skarar fram úr sum stórt politiskt brand. Hinvegin hava vit í Føroyum polit­ ikarar, ið standa seg væl í heim liga politiska og samskiftisliga umhvørv­ inum, hóast teir ikki eru í superliguni hjá polit isku brandunum. Tað er nakað av tí, sum journalisturin Per Højgaard heldur um politisk brand í Føroyum. Per Højgaard er útbúgvin journa­ listur, og hann hevur arbeitt sum pro­ fess ionellur samskiftisráðgevi í fleiri ár. Tá hann skal meta um dygdina á politik arum, vísir hann millum annað á hugs anina um »politiska super­ brandið«. Hann nevnir bókina »Det Politiske Superbrand,« sum donsku Mads Christian Esbensen og Bo Breds­ gaard hava givið út. – Tað er ein áhugaverd bók til teirra, sum vilja vita, hvussu góði politikarin er settur saman, sigur Per Højgaard, sum tekur støði í politiska superbrandinum, og nevnir hættirnar sum máta politiska brandið. Á 331 blaðsíðum tekna donsku høv und arnir vangamyndina av tí full­ komna politikarunum, og gera greitt, hvørji krøv verða sett politiska super­ brandinum. Tess fleiri av ávísum krøvum, polit­ ik arin kann liva upp til, tess sterkari brand er hann. Krøvini og lyklaorðini, sum eyð­ kenna politiska flogvitið, eru seks í tali. Tað er sjónligheit. Politiskt handverk. Greiðar visiónir. Munagott samskifti við veljaran. Trúvirði. Og karisma Fevnir politikarin væl og virðiliga um hesi, so ert tú eitt politiskt super­ brand. Størri krøv Nógv er broytt í føroyskum politikki sein astu 40 árini. Broytingarnar seinastu 10 árini hava verið serliga stórar. Samskiftismiðlarnir við útvarpi, sjón varpi, politiskt óheftum bløðum, tíðindaportalum á internetinum, heima síðum, teldupostum, bloggum, kjatt síðum og øðrum eru eitt lutvís nýtt fyribrigdi. Nýggju miðlarnar hava kollvelt tíð­ inda heimin, og teir hava stóra ávirkan á politiska samskiftið. Tíðin, har røðarapallurin í Løg­ tinginum, valfundir í bygdarhúsum og alinlangar greinar í partapolitskum bløðunum vóru samskiftispallarnir, er væl og virðiliga farin. Krøvini til nútímans politikaran eru samstundis herd munandi. Politikarin skal duga at brúka nýggju fjøl miðlarnar, um hann vil hava sam­ band við sínar veljarar. Tað er har, polit­ ik arin skal marknaðarføra seg og síni sjónarmið. Summi halda, at í Føroyum er tørvurin á slíkari miðlagrundaðari profilering vorðin størri, eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi. Kappingin um umtaluna í almenna rúminum stór, og tað ræður um at skilja seg burtur úr rúgvuni. Ljós verður varp­ að á einstaklingin, sum traðkar fram sum umboð fyri seg sjálvan heldur enn sín politiska flokk. Per Højgaard hevur í fleiri á starvast sum samskiftisráðgevi. Frammanundan ar beiddi hann sum tíðindamaður, har hann millum annað var í starvi á Christianborg. Hann hevur innlit í politiska umhvørvið í Føroyum og Dan mark. Hann heldur, at hóast framstigini eru stór, gagnnýta føroyskir politikk­ arar framvegis ikki mongu samskiftis­ pallarnar til fulnar. – Politikkur fer eftirhondini fyri mesta partin fram í fjølmiðlunum. Tað er har, tú røkkur út til veljaran við tín­ um sjónarmiðum. Tað vita føroyskir politikarar, men tilvitanin, hvussu politiska samskiftið kann skipast og gagn nýtast, kann verða størri, sigur Per Højgaard. Tað ræður ikki longur bara um at duga politiska handverkið. Tað var eyð­ kennið hjá Atla Dam, Paula Ellefsen, Jógvani Sundstein og hinum, sum mynd aðu føroyskan politikk fyri nøkr­ um árum síðani. – Teir arbeiddu og samskiftu út frá fortreytunum, sum vóru tá. Nú eru for treytirnar heilt øðrvísi, tí politiska samskiftið er flutt út í miðlarnar, sum ar beiða skjótt, og har veljarin hevur møgu leika at svara eftir stuttari tíð. For treytirnar eru kollveltar, sigur Per Højgaard. Skeiv orð og ongin vinkul Veljarin er drigin nærri politiska leik­ vøllinum, og útsýnið av áskoðara pláss­ unum hevur ongantíð verið betri. Málbólkurin av veljarum er stór­ ur. Starvsheitini eru sjómaður, flaka­ Føroyskir poltikarar duga ov illa at samskifta við velJaran á mongu samskiftispallUnUm, heldur per HøJgaard, sum hevur arbeitt sum samskiftisráðgevi í Fleiri ár Føroyar eiga Politikkur fer eftirhondini fyri mesta partin fram í fjølmiðlunum. Tað er har, tú røkkur út til veljaran við tín um sjónarmiðum Jóannes eidesgaard JavnaðarFloKKurIn Javnaðarhøvdingurin er ein »gomul rotta« í føroyskum politikki. Tá væl liggur fyri, fær hann politiskt handverk og samskifti at spæla væl saman. Vandin við rutinuni er, at hin rutineraði slær autopilotin til. Tað hepnast sjáldan væl. Í tí sterka sjónvarpsmiðlinum stendur Jóannes Eidesgaard seg ójavnt. Stundum brennur hann ígjøgnum sum ein debatørur av Guds náði. Stundum avdúkar kropsmálið vreiði ella ónøgd, og tað er onnur av tveimum deyðssyndum í persónligum samskifti. Í flestum førum slær Jóannes Eidesgaard ígjøgnum sum røðari. Hansara politiska brand er gott men eisini slitið. kaj leo Johannesen SambandSFloKKurIn Ein stjórnarleiðari eigur at vera eitt sterkt politiskt brand. Tað er Kaj Leo Johannesen ikki enn, og tí hevur hann her eina avbjóðing. Vert er tó at vita, at leiðarar verða vigaðir á øðrvísi skál enn onnur. Kaj Leo Johannesen hevur verið í óhepnum fjølmiðlatilburðum og verið týðiliga kroystur fyri snurrandi myndatólum. Tí eru hansara politiski autoritetur og samskiftisliga gjøgnumslagskraft framvegis í veikara lagi. Stundum bleiktrar stjørnan kortini, og tá hómast eitt brand, sum higartil hevur verið heldur væl fjalt. Løgmaður er fram um alt sympatiskur, og tað skal ikki undirmetast. Jenis av rana mIðFloKKurIn Formaðurin í Miðflokkinum kann lýsast sum ein góður »segment-samskiftari«. Í fjølmiðlum talar hann beinleiðis við sítt veljarasegment um politisk mál av týdningi fyri júst miðflokkaveljarar. Hann talar eitt mál og brúkar orð og vendingar, ið hesin veljarabólkur kennir seg aftur í. Avbjóðing hansara er at samskifta við aðrar veljaratypur enn miðflokkasegmentið. Tá hann hevur loyst hesa uppgávu, hevur hann stutta leið til at gerast ein meira savnandi politikari heldur enn ein, ið umboðar ein avmarkaðan bólk. Brandið hjá Jenisi av Rana er sterkt, men har er eisini nakað at arbeiða við. Floksformenn eru blandað politisk brand Sosialurin hevur heitt á journalistin Per Højgaard, ið hevur arbeitt sum professionellur samskiftisráðgevi í fleiri ár, um at gera eina brandmeting og meting av samskiftisdygdunum hjá formonnunum í politisku flokkunum. Per Højgaard tekur fyrivarni fyri, at hann ikki hevur havt høvi at gera eina systematiska kanning av floksformonnunum til tess at finna fram til teirra brandprofilar. Metingin niðanfyri er gjørd við støði í subjektivum eygleiðingum av formonnunum í almenna rúminum og í fjølmiðlunum yvir fleiri ár. Til stuttleika fáa floks- formenninir ein karakter í metingini av brandi og samskiftisdygdum. (5 stjørnur er hægsti karakterur) 3 2 3