leygardagur 9. februar 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 28 - 9. februar 2002
Nr. 28 - 9. februar 2002
37
Til sølu
Vælútgjørdur glasfipur útróðrarbátur við veiðu-
loyvi.
Tlf. 444324 ella 258909
Føroya
Fornminnissavn
Framsýningin hjá Føroya Fornminnissavni
í Brekkutúni 6 er afturlatin fyri almenninginum,
meðan arbeitt verður at leggja nýggjar trygdar-
skipanir inn.
Væntandi verður latið upp aftur í mai.
Føroya Fornminnissavn
Kúrdalsvegur 2, Hoyvík,
Postboks 1155, FO-110 Tórshavn,
tlf. 310700, fax 312259,
e-mail: fornminn@natmus.fo
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir pedagogi/starvsfólki til Føroya
Barnaheim at byrja 1. mars 2002 ella eftir nærri av-
talu.
Talan er um eitt fulltíðarstarv á ungdómsdeildini,
Nýggjustovu.Arbeiðstíðin er skiftandi og fevnir um
alt døgnið.
Nýggjastova er normerað til 6 ungfólk í aldrinum 12
– 18 (20) ár, umframt 2 bráfangis pláss.
Arbeiði krevur, at tú er før/ur fyri at arbeiða sjálv-
støðugt og at samstarva við foreldur, skúla og
onnur.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og verða settar út frá
tørvinum hjá tí einstaka barninum/tí unga.
Barnaheimið bjóðar eitt mennandi, krevjandi og
áhugavert starv, við møguleika at luttaka á faklig-
um skeiðum.
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum og viðmæl-
um skal sendast til: Stýrið fyri Føroya Barnaheim,
Pedda við Steinsgøta 10, FO-100 Tórshavn, att.:
Fríða Patursson, innan 22. 02.2002.
Viðkomandi, ið settur verður, verður lønt/ur sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvar-
andi fakfelag.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
virkandi leiðara Mirjam Johannesen á tlf. 312320.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steinsgøta 10 • FO-100 Tórshavn
Tlf: 312320 • Faks: 311886 • T-postur: fbh@post.olivant.fo
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
1. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður í
Bjargingarfelagshúsinum í Kollafirði sunnudagin
10. februar kl. 2000.
Nevndin
Útbúgvingarferð
fyri handverkslærlingar
Í samstarvi við Aberdeen College,Tekniska Skúlan í
Klaksvík og Tekniska Skúlan í Tórshavn skipar
Oljuútbúgvingarsamtakið fyri útbúgvingarferð til
Aberdeen.
Endamálið við ferðini er m.a., at:
• handverkslærlingar fáa innlit í viðkomandi olju-
útbúgvingar
• skapa størri samstarv millum føroyskt vinnulív/
skúla og vinnulív/skúla í Aberdeen
Luttøka og treytir:
• 10 handverkslærlingar fáa høvi at luttaka
• er galdandi fyri allar lærlingar, sum í viðkomandi
tíðarskeiði ikki eru í skúla
• lærlingar innan el-, maskinsmíð og smiðjuyrkini
• lærlingarnir skulu hava staðið í læru í minsta lagi
2 ár
• læruplássið innskrivar lærlingi til luttøku
Tíðarskeið:
• fráferð verður 18. mars og heimkoma 25. mars
• innskriving í seinasta lagi hósdagin 21. februar
Innskrivingarbløð fáast við at venda sær til:
• Tekniska Skúlan í Klaksvík tlf. 456311
• Tekniska Skúlan í Tórshavn tlf. 311957
Oljuútbúgvingarsamtakið rindar allar útreiðslur
(ferð,trygging og uppihald) í sambandi við útbúgv-
ingarferðina.
Tekniski Skúlin í Klaksvík • Tekniski Skúlin í Tórshavn
Hús til sølu
Eldri sethús á Sandi til sølu um
hóskandi boð fæst.
Tlf. 227019 ella 423529
Pedagogur og
hjálparfólk
Søkt verður eftir einum pedagogi 40 tímar um viku-
na, at byrja 01.04.2002. Starvið er tíðaravmarkað til
31.12.2002 (fyri pedagog, ið er í barnsburðarfar-
loyvi).
Søkt verður eftir einum hjálparfólki 40 tímar um
vikuna, fyri hjálparfólk, sum er í farloyvi frá
01.03.2002 til 28.02.2003.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin er sjálvsognar-
stovnur og normeraður til 60 børn í aldrinum 3 – 7
ár, býtt sundur í 3 stovur.
Á hvørjari stovu starvast tveir pedagogar og eitt
hjálparfólk.
Tann,ið settur verður,skal hava góð samstarvsevnir,
vera kreativur, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og
duga at síggja møguleikarnar í okkara náttúruum-
hvørvið saman við børnunum.
Løn og seturnartreytir eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Umsøkn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal vera Barnagarðinum í hendi í seinasta
lagi 22.02.2002 kl. 1200.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til leiðaran á tlf. 314373.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 41
FO–100 Tórshavn
Hjartafelagið
Aðalfundur felagsins verður týsdagin 26. februar
2002 kl. 19.30 á Landsbókasavninum.
Skrá samb. lógum felagsins.
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar á
aðalfundinum, mugu vera nevndini í hendi í
seinasta lagi 8 dagar fyri fundin.
Á fundinum heldur Ingelise Sørensen, fysiotera-
peutur, fyrilestur um heilsu og íðkan.
Nevndin
Hjartafelagið,
Postboks 3120,
110 Tórshavn
Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til
umboðsmannaval
í Sjúkrakassanum fyri Skála Læknadømi tann 12.
mars 2002.
2 umboð fyri Skála kommunu skulu verða vald.
Uppskot við minst 4 valevnum skulu vera sjúkra-
kassanum í hendi innan 4. mars.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · tlf. 449212
Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1.
studentaskúlaflokki á sumri 2002, at taka IB (IB merkir International Baccalaureate, og er hetta eitt altjóða
studentsprógv, ið gevur somu rættindi sum eitt føroyskt studentsprógv), eftir 2 árum á einum altjóða
studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki,og verður hetta m.a.gjørt við,at næmingar
úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.
Stuðulsstovnurin rindar - eftir umsókn - skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á United World College, fær
útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu treytum, sum studentaskúla-næmingar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálastýrið ella til lestrarvegleiðingina á
studentaskúlunum.
Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av støðumetan og stutt frágreiðing
um teg sjálva/n skulu vera Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. mars 2002. Gjørt verður
vart við, at einki umsóknarblað finst.
9. februar 2002
Mentamálastýrið
Postrúm 3279 • 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 • Telefax 35 50 55
UNITED WORLD COLLEGE
Mentamálastýrið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara til dagrøktina í Tvør-
oyrar kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Tú skal hava hug at arbeiða við børnum og geva
teimum ein tryggan og fjølbroyttan dag, og tú skal
duga at samskifta við foreldrini.
Áhuga kunnu ringja til dagrøktarskipanina í Tvør-
oyrar kommunu við Súsannu Poulsen, tlf. 371339.
Starvið:
Eitt starv sum avloysari fyri fulltrúa í barnsburðarfar-
loyvi verður leyst til setan í Almanna- og heilsumála-
stýrinum skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu og til
31. december 2002 .
Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum eru:
• Ráðgeva aðalstjóra og deildarstjórum
• Gera uppskot til lógir og kunngerðir
• Málsviðgerð
Førleiki:
Vit hugsa okkum at tú hevur, ella fær í næstum, út-
búgving frá hægri lærustovni, eitt nú cand.jur.,
cand.polit, cand scient.pol., cand. scient adm. ella
líknandi,og hevur góðan kunnleika til mál og til edv.
Av tí at tann, sum avloysast skal, mest hevur arbeitt
innan almannaøki, er ynskiligt, men tó ikki krav, at tú
hevur vitan/royndir innan sosialpolitikk.
Harumframt at tú hevur góð samstarvsevni og dugir
at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða:
• Starv, sum til tíðir er strævið, men samstundis sera
áhugavert og mennandi við skiftandi uppgávum.
• Flex tíð
• Sjálvstøðugt starv
• Skeiðmøguleikar.
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og Løgfrøðinga-
felagið.
Viðmerkjast skal at setanin umfatar Almanna- og
heilsumálastýrið og stovnar undir tí, umframt løg-
mansskrivstovuna og onnur aðalstýri.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almanna-og heilsumálastýrið
Postboks 64
110 Tórshavn.
Umsóknarfreist: 25. februar 2002 kl. 12.00
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Aibritt á Plógv, aðalstjóra tlf. 304050.
Almanna- og Heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Avloysari fyri fulltrúa í
barnsburðarfarloyvi
Almanna- og heilsumálastýrið hevur um hendi málsøkini: Almannamál, heilsumál, apoteksmál, íbúðarmál og ávís
arbeiðsmarknaðarmál,harundir m.a.javnstøðumál.
Í Almanna- og heilsumálastýrinum starvast í løtuni 9 fulltrúar. Aðalstýrið er skipað í 4 eindir: aðalskrivstovu, almannadeild,
heilsudeild og lønar- og starvsfólkadeild.
C
M
Y
K
37
36