fríggjadagur 22. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
17
VIKUSKIFTI
sum vit hava hjálpt Eik Banka í Danmark
við. Tey vænta vit at kunna bera aftur
til Danmarkar. Tá ytra lagið er flust av,
vænta vit at síggja ein føroyskan banka
við eini útlánsportefølju, ið tú kanst
vænta at finna í einum føroyskum
banka. Tað avgerandi er jú ikki, um
bankin hevur nakran váða, tað hevur
ein og hvør banki. Tað avgerandi er,
at bankin hevur sett nóg mikið av at
standa ímóti váðanum, og tað hevur
Eik Banki, tá vit sleppa honum.
Fær endurreisnin av Eik
avleiðingar fyri vinnukundar,
sum Eik fíggjar?
Nei, tað kann eg ikki ímynda mær.
Finansiel Stabilitet er ikki komið til Før
oya at avtaka Eik Banka. Vit hava ikki í
hyggju at skapa ein sokallaðan reyðan
banka, har kundarnir kunnu vænta
at standa fastir. Finansiel Stabilitet er
komið til Føroya at hjálpa Eik Banka
á føtur aftur, so bankin sum ein sunn
fyritøka kann seljast nýggjum eigara.
Ætlar Finansiel Stabilitet at
broyta starvsfólkahópin í Eik?
Tað hava vit ongar ætlanir um. Vit
síggja fyri okkum, at gestaupptraðkan
okk ara í Føroyum verður stutt. Vit lata
nýggju eigararnar leggja ætlanirnar
fyri framtíðina.
Hvussu kennist at sita í
Eik Banka og rekonstruera
fyrrverandi kappingarneytan?
Tað var í byrjanini eitt sindur løgið fyri
meg, men tann sera positiva móttøkan,
eg havi fingið frá starvsfólkunum í Eik,
hjálpti mær skjótt at sleppa av við ta
eitt sindur løgnu upplivingina.
Hvør var orsøkin til, at Eik
Banki fór á heysin og endaði
undir Finansiel Stabilitet?
Undan fíggjarkreppuni í 2008 vuksu
út lánini hjá samtakinum sera nógv og
ótálmað, serliga í Eik Banka í Danmark.
Bankin átók sær sera stórar váðar –
váðar, sum undir kreppuni av álvara
komu til sjóndar. Ferðin var rætt
og slætt ov nógv, eftir at Eik Banki
slepti síni spari kassa tilveru. Og við tí
ósunna eigara bygn aðinum, har bara
ein grunnur var ovast, var ongin
atfinningarsamur at hála í jakka velini
hjá leiðsluni.
Kundi ikki verið funnin ein loysn
fyri Eik Banka bara í Føroyum?
Eftir øllum at døma ikki. Eg haldi, fólk
skulu gera sær greitt, at Eik í mars 2010
– um ikki áðrenn – fór um the point of
no return. Tá Eik Banki átók sær eitt
veðhald á 2,5 mia. kr. fyri dótt ir felagið
í Danmark, var lagnan hjá móðir
felagnum vís. Tað ber jú ikki til at sleppa
undan veðhaldinum, tá tað verður
aktuelt, eins og eitt tryggingarfelag ikki
kann biðja um at fáa tryggingarskjalið
aft ur, tá húsið logar.
Hvussu leingi verður tú
í Føroyum á hesum sinni?
Við miða eftir at selja bankan áðrenn
jól, og tað svarar spurninginum. Nýggir
eig arar sleppa undan at hanga upp á
meg.
Hvussu skulu bankar
í Føroyum sleppa undan
húsagangum í framtíðini?
Á sama hátt sum í øðrum londum. Ert
tú í iva, mást tú halda teg til sunnan
for nuft, ella kanst tú spyrja frisørin ella
taxa sjafførin um ráð. So einfalt er tað.
Teir bankar, sum komu í trupulleikar
und ir kreppuni, tóku á seg alt ov stórar
váðar.
Hvat heldur tú, at eftirspælið
um eftiritini við bankum og
grunnum skal enda við?
Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera neyð
ugt at sláa fast, at tað er leiðslan og ikki
eftirlitið, sum hevur ábyrgdina, tá ein
banki fer út av eggini. Fyri tað ann að
haldi eg, vit skulu gleðast um, at eftir
litið legði uppí, áðrenn september mán
aði var runnin, so bankans innlán vóru
umfatað av statstrygdini. Eg havi ikki
nøkur ráð til eftirlitið, men tað kann
væl vera, at brúk er fyri einum øðrvísi
eftirliti í Føroyum enn í Danmark. Og
so haldi eg, at alt tað, sum hevði við
sær, at Eik Banki fall, má gerast endin
á teirri heilt ótolandi reguleringini av
spari kassagrunnum.
Tað var ein løgin kensla at stíga inn um gáttina hjá fyrrverandi kappingarneytanum Yviri við Strond,
men starvsfólkini tóku væl ímóti Jørn Astrup Hansen, og tí kennir hann seg longu væl í Eik Banka
mynd: Jens Kristian Vang