mánadagur 25. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
4
Sosialurin
Vit vitja
við Gjógv
Í Oyggjablaðnum mikudagin
seta vit fokus á norðastu
bygdina á Eysturoynni.
Í hesum blaðnum kanst tú
millum annað lesa hetta:
• Sammy úr Kina:
– Eg stórtrívist við Gjógv
• Gjáargarður hevur bíleggingar
bæði í 2011 og 2012
• Nýggjur býlingur við 16 húsum
sprettur fram í summar
• 1,6 mió rogn á smoltstøðini
• Ein tunnil MÁ koma
Oyggjablaðið verður í sølu
búðunum mikudagin.
Nú
2010
er
ár
fyri
lívfrøðiligt
fjølbroytni,
hava
Lívfrøðingafelagið
og
Miðlahúsið
skipað
fyri
myndakapping
og
eini
skúlakapping
við
endamálinum
at
lýsa
lívfrøðiligt
fjølbroytni
í
føroysku náttúruni.
Nógvar myndir, tekningar,
kollasjur og frágreiðingar
komu inn og seinnapartin
fríggjadagin fekk Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
innlendismálum,
heiðurin
at
handa
vinnarunum
virðislønirnar fyri avrikið.
Í skúlakappingini var tað
2. flokkur á Strondum, sum
vann kappingina fyri tey
yngstu skúlabørnini í 1.-3.
Flokki. 5. A á Tvøroyri vann
kappingina fyri miðdeildina
í skúlanum, sum fevndi um
4. og 5. Flokk, og 7. flokkur á
Toftum vann kappingina fyri
tey eldru skúlabørnini, ið var
fyri børn í 6. og 7. flokki.
Í myndakappingini fekk
Helgi Winther Olsen fyrstu
virðisløn,
sum
var
eitt
myndatól, Hanus Bergsson
vann 2. virðisløn, sum var eitt
myndatól, sum Expert hevði
latið og triðja virðisløn var
ein eksternur harðdiskur frá
City, umframt 1500 krónur.
Í Sosialinum mikudagin
hava vit eina myndarøð
á tveimum síðum frá til-
takinum, tá ið vinnararnir
vórðu funnir.
Hava funnið
vinnararnar
Handilslærlingur
Vit sóknast eftir lærlingi til
HVS deildina hjá
P/F Mariu Poulsen,
Smyrilsvegur 8
Vit kunnu bjóða:
Eitt spennandi starv, við dagligum avbjóð
ingum og góðum arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv:
FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum
lærlingur í handilsvinnuni.
Vit vænta at tú ert:
Røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur
við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein
fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella
útbúgvingar innan handilsvinnuna, men
hettar er eingin treyt.
Seinasta freist at senda umsókn við
prógvum er 31. oktober 2010.
Eru spurningar, eru tygum altíð vælkomin
at ringja á tel 31 20 00 – Símun Askham.
Box 182 · FO-110 Tórshavn
Er hópur av børnum
og nógv vaksin vóru til
staðar í Miðlahúsinum
fríggjadagin, tá ið Annika
Olsen, landsstýriskvinna
í umhvørvismálum,
avdúkaði vinnararnar
Myndina tók Jensk Kr. Vang