mánadagur 25. oktober 2010síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mánadagur 25. oktober · Nr. 150
Sosialurin
Rakstrarleiðari til MEST Runavík
MEST
P.O. Box 65
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 30 11 00
Fax +298 30 11 01
info@mest.fo
www.mest.fo
Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góð-
um møguleikum fyri persónligari
menning. Løn og eftirløn eftir nærri
avtalu partanna millum.
Skrivlig umsókn við upplýsing-
um um útbúgving og royndir skal
sendast til:
MEST P/f
FO-110 Tórshavn
Att.: Mouritz Mohr, stjóri
og verða okkum í hendi í seinasta
lagi 8. november 2010.
Nærri upplýsingar fáast hjá
Mouritz Mohr,
telefon 79 11 30 ella
mouritz.mohr@mest.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Á deildini hjá Mest Runavík fer fram søla,
framleiðsla og umvæling av framleiðslu-
útgerð, serliga úr rustfríum stáli, so sum
framleiðslubond, el- og pneumatiskar
stýringar, kassalyftarar, íleggjarar til salt-
fiskaframleiðslu, avsaltarar o.tl. Deildin selir
harumframt kryvjimaskinur, rækjumaskinur
og aðra framleiðsluútgerð. Í løtuni eru 25
fólk í føstum starvi á deildini.
Mest Runavík er partur av samtakinum P/F
MEST, har tilsamans um 170 fólk starvast
við at veita tænastur og sølu av eykalutum
til skipaflotan og vinnuna á landi. Hesar
tænastur fevna um stál, aluminium, timbur,
máling, el, beding- og dokkvirksemi, mekan-
iskar tænastur, tekniska ráðgeving, verk-
frøðinga- og teknistovuvirksemi og bein-
leiðis sølu. Mest hevur deildir í Tórshavn,
á Skála, í Vestmanna og í Runavík.
Søkt verður eftir rakstrar-
leiðara til Mest í Runavík
Starvið
Sum rakstrarleiðari fært tú evstu
ábyrgd av dagliga rakstrinum á
deildini fíggjarliga og rakstrarliga.
Rakstrarleiðarin hevur beinleiðis
tilvísing til stjóran, og er partur av
leiðslubólkinum fyri samtakið.
Rakstrarleiðarin skal vera við til at
menna virkið søluliga og tekniskt,
styrkja verandi virksemi og finna
nýggjar møguleikar fyri øktum
virksemi.
Arbeiðsplássið er á Mest Runavík.
Høvuðsuppgávur
- at vera dagligt bindilið millum
virkið, viðskiftafólk, veitarar og
myndugleikar
- at leggja ætlanir fyri arbeiði á
virkinum
- at vera formonnum og starvs-
fólki ein ráðgevi í tekniskum
spurningum
- at leiða tilboðsgeving og sølu-
virksemi og at gera eftirmetingar
av arbeiðum - bæði fíggjarliga
og tekniskt.
Førleikar
Vit rokna við, at tú:
- fyrst og fremst hevur góð
leiðaraevni
- hevur góð búskaparlig-, sølu-,
samskiftis- og samstarvsevni
- hevur evni at greina tekniskar
trupulleikar, viðgera møguleikar
til loysnir og ert førur fyri at taka
avgerðir
- dugir væl at málbera teg á
føroyskum og skandinaviskum.
Kunnleiki til enskt er fyrimunur.
SKRIVSTOVUHØLI
YTST Á ARGJABOÐA
Hølini eru nýumvæld og hava framúr-
skarandi útsýni yvir fjørðin. Til ber at leiga
allan bygningin ella hvørja hædd sær.
Meira fæst at vita við at ringja til
Rasmus Magnussen á telefon 794 270.
BYGNINGURIN HEVUR:
UÊ {Ê
C``À
UÊ sÊ«>ÀiÀ}ÃÛsÕÀÃvÌ
UÊ À>ÖÀÊÖÌÃßÊ
UÊ >ÀÊÌ©}>ÀÊi}}}>À
Hevur tú áhuga í bókhaldi, roknskapi
og fíggjarstýring, so er tú kanska
persónurin, sum vit leita eftir.
Í sambandi við at fíggjarleiðari
okkara hevur valt at taka við øðrum
avbjóðingum, søkja vit eftir nýggjum
fíggjarleiðara.
Talan er um eitt spennandi starv,
sum umfatar allar tættir innan
bókhalds- og roknskapararbeiði og
fíggjarstýring umframt yvirskipað
fyrisitingararbeiði. Avbjóvingarnar
eru nógvar, og arbeiðsumhvørvið er
jaligt og mennandi.
Høvuðsamboðini eru Navision
við Invoice Workflow til bókhald,
roknskap og fíggjarstýring, meðan
LøttLøn verður nýtt til lønarbókhald.
Umsóknir við viðkomandi skjølum
skulu sendast til niclas@articon.fo
ella á postadressu okkara, sum er:
P/F ArtiCon, Postboks 3109,
110 Tórshavn.
Merkið brævbjálvan »umsókn«.
Umsóknarfreistin er 31. okt. 2010.
Eru ivamál ella spurningar, er tú
vælkomin at ringja til Niclas Joensen
á tel. 216169 ella 350702 í vanligari
arbeiðstíð.
ArtiCon søkir eftir
fíggjArleiðArA
Sosialurin 341800