Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Oyggjablaðið í næstu viku: FISKIVINNA Vit vitja við Gjógv Hetta blaðið snýr seg bert um bygdina Gjógv.Lesið í blaðnum: Síða 18: Elligomul bygd Síða 20-22: Úr Kina til Gjáar Síða 24-25: Byggja 16 frí- tíðar hús í nýggj- um býlingi Síða 26-27: Ein tunnil er ikki alt Síða 28-29: Vælumtóktur garður hjá ferðafólki Síða 30-31: Ein heystardagur í bygdini Síða 32: 1,6 mió smolt Snorri Brend Hildið verður, at Gjógv er niður­ setubygd úr Funningi. Tann elsta búsetingin, fólk vita um, hevur verið Eysturi við Garðar á leið har, kirkja og kirkjugarður eru, og oman fyri har. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í 1584; men hon er ivaleyst nógv eldri enn so. Gjógv hevur verið av bestu út róðrarplássum í landinum. Her var nógvur útróður í gomlum døg um, og tríggir handlar keyptu tá út róðrarfiskin, sum teir flaktu, saltaðu, turkaðu og seldu sum klippfisk av bygdini. Her hava eisini verið menn, ið bæði hava átt skip og partar í skipi, og onkuntíð hava verið umleið 70 skipsmenn í bygdini. Undir seinna heimsbardaga róðu einir 13 bátar út frá Gjógv um summarið, og var allur hesin fiskur førdur til Fuglafjarðar og haðani á bretska feskfiskamarknaðin at selja. Missur Bygdin hevur fleiri ferðir verið fyri svárum missi á sjónum. Í tí hálvu øldini (1870­1920) hava ikki færri enn 33 bygdarmenn látið lív av báts­ og skipsvanlukkum, og síðani tá eru eisini aðrir farnir av somu ávum. Teimum til heiðurs hevur bygdarfólkið reist ein prýðiligan minnisvarða, sum stendur Eystur í Kinnini. Tað er listamaðurin Frithjof Joensen, ið gjørdi henda minnisvarða, ið var avdúkaður 1. august 1971. Til bygdina liggja 15 merkur óðals jørð, ið ber bæði nógvan og góðan seyð, og merkisverdur er tann nógvi bøurin, ið forfedrarnir hava velt báðumegin Dalsá til epli og føði til fenaðin. Skúlin er bygdur í 1883, og kirkjan er vígd í 1929, og var tað fyrstu ferð, at øll kirkjuvígsla er farin fram á móð urmálinum. Altartalvuna hev­ ur Niels Kruse, listamaður, á Eiði, málað. Myndaevnið, ið tik ið er úr Halgubók, sýnir ein før oysk an bát, sum rør innan úr Djúp un um til lands, og har ein av báts mann­ ing ini fer ímóti Jesusi, ið kemur gang andi á sjónum til teirra. Gjáar samkomuhús er karmur um ment anarvirksemið í bygdini. Ung mannafelagið Norðstjørnan hevur eisini sítt virksemi í hesum nútímans húsum, sum ferðafólk eisini dúgliga plaga at leiga. Frá 1. januar 1948 til 31. desember 2004 var Gjógv kommuna, men 1. januar 2005 bleiv bygdin partur av Sunda kommunu. Undir seinna heimsbardaga vóru einusinni 283 fólk og 53 skúlabørn í bygdini, men eftir kríggið fluttu fleiri húski heiman, unga fólkið fór at læra og búsetti seg aðrastaðni, so nú búgva bara 40 fólk við Gjógv, og er meginparturin av teimum gomul fólk. Í bygdini eru stívliga 50 hús. Av teimum stendur nú helvtin tóm, og nøkur fá fólk búgva í hinum húsunum. Í dag verður skúli ikki hildin í bygdini. Gjógv man vera millum tær bygdir, tey flestu ferðafólk plaga at vitja. Ei undur í, at so er, tí fyri vestan ­ og sostatt á leiðini higar ­ standa hægstu fjøll landsins. Her er eisini nógv tann størsta og sjáldsamasta gjógvin í landinum, og her ber til hjá ferðafólki at njóta ta stórbæru, føroysku náttúruna í øllum sínum veldi og vakurleika. Ferðamál: Minnisvarðin og kirkjan, ein gamal handil, Gjógvin, Niðari Nasi og Niðan á Egg. Saman við staðkendum ferðaleiðara: Niðan á Barm, Norð á Múla (at síggja sólsetur), á Ambadal (at síggja Búgvan), Eystur á Skarð, Á Tyril og á Gráfelli. (Kelda: www.gjogv.fo) GjóGvin dreGur Bygdin Gjógv hevur fingið navnið av teirri um leið 200 metrar longu gjónni, ið er norðanvert við sjálva bygdina. Mynd: Jens Kristian Vang