mikudagur 27. oktober 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
46
Sosialurin
Ítróttur
Rólant Waag Dam
27 dystir uttan at fáa ein einasta
mann
útvístan.
Tað
megnaði
HB at gera, samstundis sum
teir vunnu 16 av hesum dystum,
spældu seks javnar og taptu fimm
dystir, sum leygardagin á seinasta
leik degi kastaði enn eitt Føroya
meistaraheitið av sær.
Kortini, HB fekk í lands kapp
ingini í ár, vóru gul burturav og 41 í
tali. Bara B36 fekk færri gul kort enn
HB, men tað fekk so trý reyð kort í
staðin. Við øðrum orðum er HB tað
liðið, sum saman við B36 fekk fæst
sektarstig sambært faroesoccer.
com, har eitt stig verður latið fyri
gul kort og trý fyri reyð.
EB/Streymur,
sum
endaði
numm ar trý á hesum sama lista við
47 gul um og einum reyðum korti,
gjørdist nummar tvey í Voda fone
deildini.
Um nakað má læran av hesum
vera, at tað loysir seg at hava høvdið
við sær, tá spælt verður.
Vit skulu annars heilt aftur til
2003 fyri at finna nakað lið, sum
kom í gjøgnum eitt heilt kapp
ingarár uttan nakra útvísing. Tá
spældu bæði KÍ og NSÍ seg gjøgnum
teir 18 dystirnar, sum lands kapp
ingin taldi tá, uttan at fáa ein ein
asta mann vístan av vølli.
Spæla pent í
høvuðsstaðnum
Lítlibeiggin í Gundadali, B36, sum
endaði nummar seks í lands kapp
ingini við 14 stigum færri enn HB,
kann erpa sær av, at liðið fekk lítið
meira enn eitt gult kort í miðal
hvønn dyst. 32 gul kort í 27 dystum
gevur 1,185, sum er serstakliga lítið.
Vert er at hefta seg við, at
kortini er býtt hampiliga javnt út
millum leikararnar, tó at Jákup á
Borg eigur sjey av gulu kortunum.
Hinvegin eigur hann einki av reyðu
kortunum, B36 fekk í ár. Dmitrije
Jankovic fekk tvey av hesum og
Klæmint Matras eitt.
32 gul kort og trý reyð geva til
samans 41 sektarstig, ið er tað sama,
HB fekk. Sostatt eru tey bæði liðini
úr Gundadali í Havn tey liðini, sum
eru skikkiligast á vøllinum.
Næst teimum er EB/Streymur
við 50 stigum, men úti í Vika á
Argjum hava tey eisini uppført seg
pent. AB fekk 47 gul og tvey reyð
kort, ið geva 53 sektarstig. Sostatt
átti høvuðsstaðurin trý av teimum
fýra mest skikkiligu liðunum í ár.
B71 og ÍF óskikkiligast
Í keðiliga endanum á sektar stig
anum hjá Faroesoccer, kappast B71
og ÍF um verstu plaseringina. Bæði
liðini vunnu sær 63 sektarstig, men
við fimm reyðum kortum og 48
gulum, endar B71 aftast. ÍF var hin
vegin tað liðið, ið fekk flest gul kort
yvirhøvur, 54 tilsamans, men fekk
bara tríggjar mans útvístar í mun
til tey fimm reyðu kortini hjá B71.
Tríggjar av hesum fimm út
vísingunum átti Símin Hansen, sum
eisini tiltuskaði sær átta gul kort.
Og sum vit skrivaðu á Portalinum í
gjár, var hann tann mest óskikkiligi
leikarin í landinum í júst farna
kappingarári.
B71 og ÍF vóru annars í harðari
kapping við B68, sum fekk 62
sektar stig. Toftamenn gjørdu eitt
ordans hál á seinasta leikdegi, har
liðið fekk tveir mans vístar av vølli,
soleiðis at B68 tilsamans hevur
fing ið seks reyð kort í ár.
Í samband við óskikkiligu liðini
er eisini vert at hyggja nærri at
Víkingi. Ofta verður sagt, at Víkingur
spælir so harðligt og ófantaligt. Men
sambært yvirlitinum á faroesoccer.
com, eru tað fimm lið, ið fingu
fleiri kort enn Víkingur í ár, og
um sektarstigatalvan verður býtt
í helvt, so er Víkingur í skikkiligu
hálv uni av liðum.
rolant@sosialurin.fo
Skikkiligir meistarar
Vodafonedeildin
HB gjørdist føroya
meistari uttan at fáa
ein einasta mann
útvístan, og granna
fíggindarnir vunnu
kappingina um at
fáa fæst gul kort.
Á faroesoccer.com
er yvirlit yvir øll
kortini, sum eru givin
í lands kappingini í
ár, og hesum hava
vit hugt nærri at
Sektarstigatalvan
1
HB . . . . . . . . . . . . . . . 41 gul 0 reyð . . . . . . . . . . .41 stig
2
B36 . . . . . . . . . . . . . . 32 gul 3 reyð . . . . . . . . . . .41 stig
3
EB/Streymur . . . . . . . . . 47 gul 1 reytt . . . . . . . . . . .50 stig
4
AB . . . . . . . . . . . . . . . 47 gul 2 reyð . . . . . . . . . . .53 stig
5
Víkingur . . . . . . . . . . . 48 gul 2 reyð . . . . . . . . . . .54 stig
6
FC Suðuroy . . . . . . . . . . 49 gul 3 reyð . . . . . . . . . . .58 stig
7
NSÍ . . . . . . . . . . . . . . 53 gul 2 reyð . . . . . . . . . . .59 stig
8
B68 . . . . . . . . . . . . . . 44 gul 6 reyð . . . . . . . . . . .62 stig
9
ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 54 gul 3 reyð . . . . . . . . . . .63 stig
10
B71 . . . . . . . . . . . . . . 48 gul 5 reyð . . . . . . . . . . .63 stig
Rólant Waag Dam
Yvirlitið verður gjørt upp í sek
tarstigum, har gult kort gevur
eitt stig og reytt kort trý stig.
Símin Hansen fekk tilsamans 17
stig, seks stig fleiri enn Ndende
hjá B68, ið var næstur á listanum,
og sjey stig fleiri enn Jón Krosslá
Poulsen, ið var nummar trý.
Tríggjar
ferðir
sá
Símin
Hansen reytt í ár. Tað er einaferð
meira enn Dmitrije Jankovic í
B36, Kasper Schultz í FC Suðuroy
og Ndende í B68. Hinvegin vóru
tað eis ini tríggir aðrir leikarar,
sum sóu ostaskorpuna átta ferð
ir. Jens Joensen í NSÍ, Evrard Ble
í AB og Pætur Dam Jacobsen í
EB/Streymi vóru í so mátar líka
raskir sum Símin Hansen.
Ikki tí, Símin Hansen hevur
eisini verið raskur í aðrar mátar
í ár. Brian Kerr, landsliðsvenjari,
hevur sagt, at hann heldur eitt
vakið eyga við sandoyinginum,
sam stundis sum Víkingur eisini
hevur verið so sannført av av rik
um hansara, at teir í gjár gjørdu
sáttmála við hann.
rolant@sosialurin.fo
Símin var
óskikkiligast
fótbóltur Símin Hansen er
tann leikarin, ið fekk flest gul og
reyð kort í Vodafonedeildini í ár.
Sambært yvirliti á Faroesoccer fekk
sandoyingurin átta gul og trý reyð kort
Føroyameistarnir og grannarnir í Gundadali vóru skikkiligastu liðini í
Vodafonedeildini. Dmitrije Jankovic (4) sá tó tvær ferðnar reyða kortið í ár
Mynd: Jens Kristian Vang