Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 4 Sosialurin Randi Jacobsen Eins og undanfarin ár gjørdi Royndarstøðin í Kolafirði í ár royndir við ymiskum eplasløgum. Hetta verður gjørt fyri at hava eina leið­ beining í, hvørji eplasløg loysa seg best at seta niður. Tvær royndarveltur vóru. Onnur var í sandjørð, ein hyppivelta á Sandi, og hin var ein flagvelta í Miðgerði í Kollafirði. Saman um tikið var úrtøkan ójøvn kring landið. Á Sandi var úrtøkan undir miðal, uttan at til ber at siga, hvør orsøkin til hetta var. Men í Miðgerði var úrtøkan sera góð við 11,5 folld í miðal. Hetta er eitt sindur minni enn besta ár sum var í fjør. Tá var úrtøkan 12,8 fold. Veðrið hevur nógv at sigast, hvussu eitt ár roynist til eplir. Einki óvanligt var við veðrinum í ár. Tíðliga i mai var heldur kalt, men sambært hitamátingunum hjá Búnaðarstøðini var lýggjari enn vanligt alt summarið. Tað var ikki ov turt, men hinvegin skein sólin færri tímar enn vanligt. Lítil svartaspilla Tað var ikki nógv svartaspilla í veltunum í ár, men onkur dømi vóru tó. Royndarstøðin royndi at sproyta slokkarnar sum fyribyrging 6. og 28. august, og eingin spilla var, tá ið eplini vórðu tikin upp. Seinast í september var nógvur vindur, sum fór illa við slokkunum. Úrtøkan Í veltuni á Sandi royndyst fýra av átta nýggjum sløgum best. Allrbest royndist Mette, men Senna gav eisini nógv. Kendu sløgini Hanna, Folva, Raja og Oleva góvu øll yvir miðal. Í veltuni í Kollafirði roynd­ ust sjey av níggju sløgum best, og eisini her vóru Metta og Sanne best við ávikavist 15 og 17 fold. Raja, Oleva og Hanna góvu miðal úrtøku. Mette Hetta eplaslagið er nýtt og hevur nú í tvey ár fruktað betur enn onnur roynd eplasløg. Eplið er hvítt og slætt. Tað smakkar nøku­ lunda sum Hanna og Folva. Metta verður at fáa sum set næsta ár, og Peder T. Haahr, stjóri á Royndarstøðini væntar, at nógv fólk fara at seta hetta eplið niður í vár. Senna Hetta nýggja eplaslagið hevur fruktað væl í ár. Um tað verður, sum væntað, at Raja ikki fæst aftur, kann Senna óivað avloysa. Eplini eru rímiliga stór og egnað seg væl sum bakieplir. Senna er ikki so mjølvit sum Raja og Oleva. Tað verður at fáa set set næsta ár. Onnur nýggj sløg eru roynd, men verða ikki at fáa sum set næsta ár. – Vit kunnu framvegis viðmæla hvítu eplini Folva, Hanna og Maris Piper og reyðu eplini Oleva og Raja, um tað sæst næsta ár. Men fleiri áttu eisini at roynt Mette og kanska Senna eisini, sigur Peder T. Haahr. Royndarstøðin mælir til at viðgera eplini, tá ið tey verða sett niður, við einum pulvuri moti rótasoppi. Tey seinastu árini hava serliga Hanna, Raja og Oleva veri fongd við rótasoppi, men við at viðgera eplini í royndarveltuni í ár, var úrtøkan góð. Peder T. Haahr sigur, at rættast er at seta niður í flagveltu millum flaggdag og fyrst í mai, og í hyppiveltu frá fyrst í mai og til seinast 20. mai. Hvørt epli skal hava 45­55 gramm av eplatøðum. Verður tað meira, síggjast ofta rivur á eplinum, ella svartir blettir ella hol eru í teimum størstu eplunum. Jú meira tøð, meira vatnut verða eplini. Randi Jacobsen Mánadagin byrjaði Jákup Andrias Joensen í starvinum sum leiðari fyri Húsið í Klaksvík, og hann fekk sera góða móttøku. Tey ungu komu og tóku í hondina á honum fyri at ynskja honum vælkomnum. Hann fekk eisini blómur frá starvsfólkunum og frá Margarinfabrikkini í Havn. Jógvan Andrias Joensen hevur longu gjørt sær nakrar tankar um virksemið í Húsinum, og hvønn leiklut tað hevur. – Tað er ómetaliga gott, at kommunan hevur lagt hetta frítíðarvirksemið fyri børn og ung til rættis, tí Húsið rakar ein bólk, sum ikki er so virkin í ítrótti og øðrum skipaðum virksemi, og tað forðar fyri, at ung bara rekast fyri vág og vind í frítíðini, sigur Jógvan Andrias Joensen. Húsið hevur havt eitt ungdómsráð, men av eini ella aðrari orsøk var trupult at fáa tað at virka. Fyrireiking til vaksna lívið Nýggi leiðarin hevur hug at taka tann táttin uppaftur. – Ungdómurin eigur at hava eitt talirør fyri at verða hoyrd og kann harvið tilogna sær ein part av samfelags­ køkuni, sigur Jógvan Andrias Joensen. Hann heldur tað eisini vera týdningarmikið, at tey ungu læra demokratisku spælireglurnar um uppstill­ ing, val og innkalling til fund­ ar, tí tað er ein partur av fyri­ reikingini til vaksna lívið, at fara frá leiki til list. – ST hevur satðfest, at børn og ung hava rættindi. Hesum mugu vaksin geva ans og ikki bara tosa yvir høvdið á børnum og ungum, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur eigur børn í Húsa­aldi. Samstarv við onnur Hann er spentur uppá at fara inn í ymist samstarv í nærumhvørvinum, eitt nú SSP, og hann vil fegin hava skipað samstarv við skúlarnar. Tey ungu ganga í skúla, og tí kundi hóskandi verið at havt val har til eitt ungdómskommunustýri. Aðrastaðni hava tey ungdómskommunustýri, og tað er ein góður máti at lata ungdómin koma til orðanna, sigur leiðarin. Hann heldur, at tað skuldi borið til at bygt upp eitt netverk rundan um Húsið. Umstøðurnar eru rímiliga góðar, og Húsið hevur bæði upptøkuhøli og fotohøli. Tá ið okkurt er, kundu køn fólk verið komið inn at luttikið. Jógvan Andrias Joensen hevur eisini nakrar tankar um skipað samstarv í Klaks­ vík við onnur ungdómshús í Føroyum. Í næstum skal hann í øðrum ørindum til Dan­ markar, og tá fer hann at nýta høvi at vitja nøkur donsk ungdómshús fyri at fáa at vita, hvussu tey Mette royndist best Nýggja eplaslagið Mette royndist í ár best í bæði flagveltu og hyppiveltu, men nøkur av kendu sløgunum góvu eisini nógva fold Tey ungu mugu hoyrast Nýggi leiðarin í Húsinum í Klaksvík, Jógvan Andrias Joensen, kundi hugsað sær, at býurin fær eitt ungdómskommunustýri, sum kann vera talirør hjá ungdóminum Royndarstøðin hevur seinastu árini mælt til at brúka reyða eplið Raja sum set, men í ár royndist nýggja hvíta eplaslagið Mette best Jógvan Andrias Joensen, sum er nýggjur leiðari í Húsinum fyri børn og ung í Klaksvík, vil hava ungdómin at stíga meira fram og siga sína hugsan Mynd: Dávur Winther