fríggjadagur 29. oktober 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
Sosialurin
6+,)7BWKHZD\\RXPRYH
Rakstrarleiðari til MEST Runavík
MEST
P.O. Box 65
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 30 11 00
Fax +298 30 11 01
info@mest.fo
www.mest.fo
Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt arbeiði við góð-
um møguleikum fyri persónligari
menning. Løn og eftirløn eftir nærri
avtalu partanna millum.
Skrivlig umsókn við upplýsing-
um um útbúgving og royndir skal
sendast til:
MEST P/f
FO-110 Tórshavn
Att.: Mouritz Mohr, stjóri
og verða okkum í hendi í seinasta
lagi 8. november 2010.
Nærri upplýsingar fáast hjá
Mouritz Mohr,
telefon 79 11 30 ella
mouritz.mohr@mest.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Á deildini hjá Mest Runavík fer fram søla,
framleiðsla og umvæling av framleiðslu-
útgerð, serliga úr rustfríum stáli, so sum
framleiðslubond, el- og pneumatiskar
stýringar, kassalyftarar, íleggjarar til salt-
fiskaframleiðslu, avsaltarar o.tl. Deildin selir
harumframt kryvjimaskinur, rækjumaskinur
og aðra framleiðsluútgerð. Í løtuni eru 25
fólk í føstum starvi á deildini.
Mest Runavík er partur av samtakinum P/F
MEST, har tilsamans um 170 fólk starvast
við at veita tænastur og sølu av eykalutum
til skipaflotan og vinnuna á landi. Hesar
tænastur fevna um stál, aluminium, timbur,
máling, el, beding- og dokkvirksemi, mekan-
iskar tænastur, tekniska ráðgeving, verk-
frøðinga- og teknistovuvirksemi og bein-
leiðis sølu. Mest hevur deildir í Tórshavn,
á Skála, í Vestmanna og í Runavík.
Søkt verður eftir rakstrar-
leiðara til Mest í Runavík
Starvið
Sum rakstrarleiðari fært tú evstu
ábyrgd av dagliga rakstrinum á
deildini fíggjarliga og rakstrarliga.
Rakstrarleiðarin hevur beinleiðis
tilvísing til stjóran, og er partur av
leiðslubólkinum fyri samtakið.
Rakstrarleiðarin skal vera við til at
menna virkið søluliga og tekniskt,
styrkja verandi virksemi og finna
nýggjar møguleikar fyri øktum
virksemi.
Arbeiðsplássið er á Mest Runavík.
Høvuðsuppgávur
- at vera dagligt bindilið millum
virkið, viðskiftafólk, veitarar og
myndugleikar
- at leggja ætlanir fyri arbeiði á
virkinum
- at vera formonnum og starvs-
fólki ein ráðgevi í tekniskum
spurningum
- at leiða tilboðsgeving og sølu-
virksemi og at gera eftirmetingar
av arbeiðum - bæði fíggjarliga
og tekniskt.
Førleikar
Vit rokna við, at tú:
- fyrst og fremst hevur góð
leiðaraevni
- hevur góð búskaparlig-, sølu-,
samskiftis- og samstarvsevni
- hevur evni at greina tekniskar
trupulleikar, viðgera møguleikar
til loysnir og ert førur fyri at taka
avgerðir
- dugir væl at málbera teg á
føroyskum og skandinaviskum.
Kunnleiki til enskt er fyrimunur.