fríggjadagur 29. oktober 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
Sosialurin
Óli Jacobsen
Hampafólk eru skakað av teirri
viðferð, sum Jan Højgaard gav
einum starvsmanni gjøgnum
35 ár við at blaka hann sum
ein brotsmann úr starvinum
uttan at ætla honum ta upp
sagnarløn, sum hann átti
rætt til. Hetta varð gjørt Jan
Højgaard líkt við broti á øllum
skrivaðum og óskrivaðum
lógum og reglum.
Seinni noyddist nevndar
meirilutin
kortini
eftir
hart trýst at ásanna, at upp
sagnarlønina sluppu teir so
ikki undan at gjalda.
Tá høvdu teir møguleika
fyri í hvussu er at enda hetta
mál eitt sindur virðisliga. Olaf
hevði kortini ikki farið aftur
til arbeiðis á FF. Tí kundu
teir avmarka seg til at boða
honum frá, at hann fekk upp
sagnarløn, og annars eisini at
takka honum fyri ta tíð, hann
hevur tænt fiskimonnum!
Men soleiðis spælir klaver
ið ikki á FF. Kann nevndar
meirilutin ikki nýta tann
óndasta háttin, so skulu teir
nýta tann næstóndasta.
Nú skuldi burturvísingin
avloysast av eini uppsøgn við
nýggjum
grundgevingum.
Tað var framvegis umráðandi,
at tað skuldi setast ivi um
heiðurligheitina á Olafi.
Tað var ikki nokk við tað.
Morgunin eftir, at boðað
var frá uppsøgnini, kemur
eitt tíðindaskriv frá Fiski
mannafelagnum, sum tann
heiðurligi minnilutin í nevnd
ini sum vanligt einki visti
um. Her var enn eitt spark til
tann nú uppsagda Olaf, sum
verður sagdur at hava framt
“grov tænastubrot.”
Hetta er ein seinasta
roynd at ærumeiða mannin.
Men samstundis kemur Jan
Højgaard saman við sínum
sameindu enn eina ferð at av
dúka sína ræðuligu muru.
Hetta minnir eitt sindur
um kvinnuna í Iran, sum
skuldi steinast til deyða.
Eftir mong mótmæli góðtók
iranska stjórnin at vísa “mild
leika.” Nú skuldi kvinnan
“bert” heingjast!!
Hetta er sami “mildleiki”
sjálvútnevndi næstformaðurin
í FF, Sámal Poulsen úr Sandvík,
boðaði frá í Degi og Viku!
Watergate á
fiskimannafelagnum?
Tað er nóg mikið at vísa
óhugnan í hesum máli við
bert at lýsa eitt av Olafsa
“grovu tænastubrotum.”
Her verður sagt, at “at
tú lat óviðkomandi persóni
lykilin til skrivstovu felag
sins, soleiðis at hesin persón
ur fekk høvi til at sletta tað,
sum stóð á teldu felagsins.”
Málið lýsir Jan Højgaard
á sínum Facebook profili
soleiðis:
“Tad var eitt innbrot á
skrivatovu mína 3 feb 2007. Eitt
sokallad watergate. Har tilfard
hjá FF bleiv burturbeint.
Tad var leygardagur, so
vidkomandi hevdi nokk ikki
vænta meg har, men eg tók
hann uppá ferskan gerning.”
Hevði hetta verið rætt,
hevði tað enntá verið orsøk
fyri burturvísing.
Beinleiðis og
tilætlað falsan
Tað, sum er aftanfyri hesa
søgu, er fylgjandi:
Tá ið eg fór av fiskimanna
felagnum 31. januar 2007,
hevði eg sjálvsagt rætt til at
fáa við mær tað tilfar, sum eg
átti á skrivstovuni.
Av hesum var nógv tilfar
á teldu. Hetta kundi eg av
praktiskum orsøkum ikki fáa
við mær sama dag. Tískil bað
eg teldukønan mann, sum í
fleiri ár hevur verið í starvi
hjá fiskimannafelagnum við
uppseting av FFblaðnum og
øðrum uppgávum, og sum
tí heilt lógliga hevði lykil til
skrivstovuna, um at kopiera
mítt tilfar.
Hetta tók fleiri tímar
og varð gjørt í tí fylgjandi
vikuskiftinum fyri ikki at
órógva nakran.
Jan Højgaard kom framvið,
meðan hetta varð gjørt. Hann
fekk at vita, hvørji ørindini
vóru. Hann var so findarblíður
og bað enntá viðkomandi
heilsa mær! Síðan fór Jan
Højgaard víðari, og maðurin
gjørdi arbeiðið liðugt.
Og nú pentar hann hesa
søgu saman nærum fýra
ár seinni fyri at skaða ein
ósekan starvsmann.
Eg kundi saktans mín
seinasta dag á FF tikið við
mær úr telduni hetta tilfar,
sum var mín persónliga ogn,
sum t.d. alt tilfarið hjá FF
blaðið, har eg var blaðstjóri.
Men so hevði einki ligið eftir
á FF. Tað hevði ongin kunnað
sagt nakað um. Men tí hevði
eg ongan áhuga í.
Hetta merkir, at tað er
ikki eitt komma slettað. Jan
Højgaard hevur nú heldur
ikki førleika fyri at meta um
tað hevði verið gjørt.
Tað tilfar, sum liggur
eftir, kundi við skili saktans
verið felagnum at gagni.
Sum til dømis ein hópur av
fiskimannasøgu.
Tað, sum veruliga hendi
undir hesum “innbroti” var,
at eg gjørdi FF tann beina,
at lata felagið hava mítt
teldutøka tilfar.
Burtursæð frá tí, at hetta
var so regluligt og rímiligt,
sum tað kundi vera, hevði
Olaf einki við hetta at gera.
Hevnd uttan náði
Fólk mugu sjálvsagt halda,
at tá enntá eitt fakfelag fer
soleiðis við einum starvs
fólki, so má vera “okkurt,”
sum liggur til grund. Men,
sum tað sæst her, er talan
um eina regulera falsan,
og tí fellur henda grund
gevingin, sjálvsagt saman
við øllum hinum ákærunum,
fullkomiliga burtur. Veru
leikin er, at her er “einki.”
Men sannleikin kemur
nokk
fram
í
greinini
í
Dimmalætting.
Her
sigur
Jan Højgaard, at tað sum
nú ræður um er at fáa teir
menn úr nevndini, sum eru
skilagóðir,
heiðurligir,
og
sum loyva sær at vera ímóti
ørskapinum hjá Jan Højgaard.
Tað man vera av somu grund,
at Olaf skuldi burtur.
Allar hesar menn havi
eg samstarvað saman við í
mong ár við stórum úrslitum
fyri fiskimenn.
Vit vóru ikki altíð samdir,
men Jan Højgaard vil bert
hava fólk um seg, sum treyta
leyst dansa eftir hansara pípu,
so hann kann halda áfram við
sínum destuktiva virksemi.
Tað er áhugavert, at allar
teir vánaligu eginleikar, Jan
Højgaard sigur onnur hava,
hevur hann sjálvur í ríkt mát.
Nú er tað spurningurin
um fiskimenn vilja fara í
sama pottin.
Hetta uppsagnarmál er
bert eitt av mongum dømum
um, at drívmegin hjá Jan Høj
gaard er ein trongd til at hevna
seg inn innbiltar “fíggindar”.
Alt tað, sum Jan Højgaard
greiðir frá um hetta mál,
sum t.d. skemtiliga “water
gatesøgan”, er bert nakað,
sum bert er hent inni í
hansara døkka hugaheimi.
Slík fólk kunnu gerast
vandamikil, tá tey fáa vald.
Tá føla tey seg púra óheft
av reglum og lógum, sum
vit hava sæð nógv dømi um,
eisini í hesum máli.
Hetta vald skal so nýtast
til at hevna seg inn á tey, sum
viðkomandi hevur vald á, og
serliga tey, sum eru mest sár
bar. Tað er hetta, sum er hent
í hesum málinum móti manni
við lívshóttandi sjúku, men
sum kortini var arbeiðsførur
og eitt aktiv hjá felagnum.
Tað verður enntá gjørdur
størst møguligur ómakur at
skaða mannin og hansara
umdømi fyri at oyðileggja
tað lív, hann eigur eftir.
Henda mannagongdin er
snøgt sagt andstyggilig. Tað
sama kann sigast um tey,
sum standa aftanfyri!!
»Stuðulspedagogarnir«
eins stóra ábyrgd
Nógv spyrja, hvussu slíkt kann
henda. Tað er nevniliga greitt,
at Jan Højgaard einsamallur
hevur ikki mentalan førleika
at gera nakað sum helst.
Fyrst og fremst er hann
eggjaður av fiskimonnum,
sum t.d. á landsfundum hava
bakkað hansara lógarbrot
upp, og sum á Facebook
og portalum hava stuðlað
hansara framferð. Sjálvsagt
eru nógvir reiðuligir fiski
menn, men hesir muna opin
bart ikki móti øllum hinum.
Endurtøkan úr Facebook
profilinum hjá Jan Højgaard
lýsir hansara skrivikynstur.
Hann kann ikki skriva ein
setning uttan villur.
Nógv av teirri øru skriving,
sum Jan Højgaard leggur navn
til, er rætt stavað. Hetta merkir,
at hann hevur “stuðulspeda
gogar”, sum fyri gjaldi gera
skitna arbeiðið fyri hann.
Spurningurin er so, hvør
tað er, sum er ókritiskur
pennaførari fyri ein mann,
sum ferð eftir ferð hevur
víst, at hann ikki kennir mun
á sannleika og ósannleika.
Hann er nærum ikki enn
“tikin” fyri at siga satt!
Og so at festa á blað slíka
falska skuldseting um “teldu
stuldurin”, sum tað er øll
grund til at ivast í rættleikan
um av! Rætta søgan um hetta
mál kundi komið fram við
bert eini telefonsamrøðu.
Tað mátti verið meira
virðiligt fyri ein “pennaførara,”
at fáa sín klient frá slíkari
mannagongd.
Stuðlar Samtak
eisini óndskap?
Tað var vælgerandi at hoyra
Gunnleiv Dalsgarð ógvast í
Degi og Viku um framferðina
hjá Jan Højgaard, hóast hann
ikki visti, at mannagongdin
var nógv fúlari, enn hann
ánaði.
Men hinvegin var tað
sera avdúkandi at hoyra sam
skiparan í Samtak siga seg
stuðla Jan Højgaard, Sámal
Poulsen, Andreas Berglíð og
Sniálv Røvilsberg. Bert tað,
at teir kunnu stinga í bakið
ein mann, sum teir hava
kent gjøgnum nógv ár, sigur
nóg mikið um teir og teirra
stuðlar.
IQstøðið á hennara ands
feløgum verður væl lýst av
Sámali Poulsen, tá hann í
sjónvarpinum váttaði, at hann
eftir síni mongu ár í fakfelags
arbeiði ikki kendi munin á
“burturvísing” og “uppsøgn,”
og tá hann segði nakað so, at
“tað er ikki altíð man hugsar
so nógv.” Ja, mon ikki!
Tað var frammanundan
gruni um, at samskiparin
eigur sín virkna leiklut í hesi
skemdargerð. Nú váttaði hon
tað sjálv! Tað eru nógv fólk
sum eru skakað um tað. Men
hvat siga egentliga limirnir í
Samtak?
Og hvat sigur religiøsa/
politiska baklandið, sum fyri
kortum lýsti Jan Højgaard til at
vera ein av sínum “profilum.”
Tey allarflestu av teimum
eru heiðurlig fólk. Men
hvussu kunnu fólk tiga, tá ið
tey síggja, hvussu ein bólkur
av fólki uttan grund miðvíst
kann fremja slíkan yvirgang
móti einum medmenniskja?
Tað skal eingin ivi vera
um, at slíka tøgn tekur ein
“typa” sum Jan Højgaard sum
stuðul.
Tað er eingin ivi um, at
tann sum “onga viðmerking”
hevur til eitt slíkt mál, stuðlar
umrøddu framferð!
Krimi á Fiskimannafelagnum:
Sálarligt yvirgangsvirksemi
Tað er neyvan komið fyri í Føroyum, at eitt uppsagnarmál hevur verið so óndsinnnað og
so vanvirðisligt, sum tað á Fiskimannafelagnum. Og tað bara versnar. Aftaná greinina í
Dimmalætting týsdagin má tað vera uppá tíðina, at onkur setur tingini uppá pláss
Kjak