fríggjadagur 29. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
16
VIKUSKIFTI
mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Við víðopnum sinni og kenslunæmum
sansum liggi eg fjálg og trygg í døkkum,
reyðum skyni. Kring meg skvatlar ein
flógvur bjálvi varliga aftur og fram
saman við ljóðinum frá rútmiskum
hjartaslátturi og tungum andadrátti.
Hóast eg eri sjey ára gomul, eri eg
eitt fostur í móðurlívi.
Fyri løtu síðani kreyp eg niður í
stóru barnakonuna á gólvinum. Onkur
lyfti lokið av búkinum og vísti mær inn
í opið, har til ber at kenna, hvussu tað
er at liggja í búkinum hjá mammu síni
aftur.
Uttan fyri barnakonuna stendur
ein persónbilur parkeraður á flísa
gólvinum. Hann er klæddur við
grønum flagi. Í øllum krókunum eru
alskyns aðrir løgn ir lutir og listaverk,
sum vit børn kunnu royna, nerta við,
kenna og práta um.
Eisini í vakra garðinum við víða
havútsýninum eru gávur til sansirnar.
Til dømis ein risastórur og ikki sørt
vandamikil skreiðibani og ein garvillur
rennistrongur tvørtur um eitt grønt
vatn, har summi detta útí.
Vit eru stødd í seinnu helvt av
sjeytiárunum. Modernaða listasavnið
Lousiana í Humlebæk í Norðursælandi
hevur, í rætta tíðarandanum, eina fram
sýning við heitinum ”Børn er et folk”.
Seinni havi eg skilt, at fólk í hópa
tali tustu til framsýningina, sum eisini
gjørdist eitt satt frambrot innan norður
lendska barnamentan.
Festir seg í hugan
Hetta er mítt fyrsta minni frá Lousiana.
Ein stekt uppliving, sum festi seg í
unga barnasinnið, og sum hevur fylgt
mær síðani. Eins og aðrar sterkar
upplivingar, sum hava lyndi til at
meiðsla seg í minnið.
Hetta vita tey á listasavninum
Lousiana. Stóra víðagitna modernaða
listasavninum, sum er millum tey
Legg Leiðina framvið listasavninum lousiana næstu ferð tú fert niðuR ein
túR. tú verður heiLt vist vísaRi innan, vakrari uttan og RíkaRi sum heiLd..
Her finna vit
stór bært
ríki dømi
Calderterrassan framman fyri matstovuni við útsýni yvir Oyrasund.
Louisiana Museum of Modern Art