Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Trupulleikarnir hjá Eik vilja ongan enda taka og nú verður bankin oman á alt, eisini meld aður til løgregluna. Tað er greitt, nú sam­ stund is sum Jørn Astrup Han sen situr í bankanum og roynir at greiða teir fløktu træðrirnar fyri Fíggjarligt Støðu festi, sum yvirtók hann, eftir at hann hevði rent seg í fíggjarligt óføri. Málið er at selja Eik fyri jól, men nú fær bankin so umfatandi sakarmál afturat at dragast við. Tað er Smápartafelagið Sjey, sum nú fer at melda Eik og fráboðanin verður latin løg­ reguni um einar tvær vikur. Stjórin, Jan Joensen, hev­ ur ongar viðmerkingar til málið í løtuni. Men vælvitandi keldur staðfesta fyri Sosialinum, at Sjey fer at melda Eik fyri at hava fuskað við skjølum, sum tikið verður til. Talan er um eina millióna­ upphædd, sum Eik verður meldað fyri at hava fuskað við og í øllum førum er upp­ hæddin so mikið stór, at hetta var beinleiðis orsøkin til, at Smápartafelagið Sjey fór í sjálvbodna likvidatión fyri eini góðari viku síðani. Keldur okkara siga, at Sjey eru ikki tey einastu, ið fara at melda Eik, men at eisini aðrar fyritøkur føla seg so illa handfarnar av Eik, at tær somuleiðis fara at melda bankan. Talan er um so ógvusligt óreglusemi, at fyritøkurnar halda, at tað er rættast at melda. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jørn Astrup Hansen áðrenn blaðið fór til prentingar. aki@sosialurin.fo 27 hava longu biðið um pláss í Vági Tað er stórur áhugi hjá teimum eldru í Suðuroy at sleppa inn á nýggja ellis­ og røktarheimið, sum nú stendur í gerð í Vági og sum verður tikið í nýtslu næsta ár. Kirstin Strøm Bech, sum er for­ kvinna í stýrinum fyri ellis og røkt­ ar heimið, sigur, at longu nú hava 27 fólk søkt um at fáa pláss á heiminum. Umsóknar bløð­ ini til tey vórðu send í farnu viku. Borgarstjórin í Vági sigur, at talan er um eldri fólk í Sumba, Vági, Porkeri og í Hovi og tey flestu av teimum eru farin um tey 80 ár. Á nýggja heim­ in um í Vági er pláss fyri 24 búfólkum, so líkt er til, at tað verður yvirteknað beinanvegin. Hon tekur hetta sum tekin um, at sera stórur tørvur er fyri at sleppa inn á heimið, tí allar hes­ ar umsóknirnar eru komnar inn, longu áðrenn tey hava lýst við, at tað er klárt at søkja um pláss. – Hetta eru helst fólk, sum vilja vera í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss á heimum, sigur Kirstin Strøm Bech. Annars hevur stór ur ivi verðið sádd ur um, hvussu stórur tørv ur in á ellis­ og røktar­ heimspláss um er í Suðuroy yvirhøvur. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur meiri enn einaferð upplýst fyri Løgtinginum, at í Suðuroy er bráð­ neyðugur tørvur á sjey ellis­ og røktar­ heims plássum. Men hesum vísti Anna Djurhuus, leið ari á Suður oyar Ellis­ og Røktar­ heimi aftur. Eik mEldað til løg­ rEgluna MELD Eik Banki verður nú meldaður til Løgregluna fyri at hava fuskað við skjølum og samstundis verður krav sett fram um stórt endurgjald VEksanDi trupuLLEikar Støðan hjá Eik stendur við og versnar og nú verður hann eisini meldaður fyri at hava svikað fyri eina milliónaupphædd