Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. november · Nr. 153 6 Sosialurin Randi Jacobsen Kommunustýrið á Sandi sam tykti í seinastu viku ein­ mælt at arbeiða fram ímóti at leggja saman við hinum kommununum í oynni, men skálvíkingar vilja ikki spæla við. Málið var fyri á komm unu­ stýrisfundinum hóskvøldið, og har var full semja um at gloyma alt um samanlegging í hesum umfarinum. Linjohn Christiansen, borg arstjóri sigur, at gott orða skiftið var um evni á fundinum, og nógv sjónarmið vóru frammi. Annars heldur hann tað vera nokkso stuttligt, at tá ið kommunustýrið í Skálavík eina ferð tók stig til at tosa um samanlegging, vildu aðrar kommunur ikki hava nakað fram alment um álið. Nú eru tað stóru kommunurnar, sum vilja leggja saman. – Samanlegging er ikki fremst í huganum hjá okkum, tí vit eftirlýsa týðandi upp­ lýsingar, sigur Linjohn Christ iansen. Við týðandi upplýsingar sipar hann til, at ongar grund gev ingar eru komnar. Hvat verður úrslitið? – Hvat bjóðar ein saman­ legg ing? Hvat gevur saman­ legging okkum, og hvat verð ur tikið frá okkum? Vit vita tað ikki, sigur Linjohn Christiansen. Hann sigur, at hvørja ferð nýtt landsstýrisfólk í komm unumálum verður valt, kemur viðkomandi við onkrum útspæli um sam­ an legging. Tað er bara eitt fingra merki við ongum ítøki­ lig um ætlanum. Ein dóps­ váttan, sigur Linjohn Christ­ ian sen. – Vit hava einki beinleiðis ímóti samanlegging, men vit vita ov lítið um fyrimunir og vansar, sigur hann. Linjohn Christiansen held ur, at samanlegging er eingin frelsandi eingil. Hann eftir lýsir eina bíliga og góða fram tíðar loysn fyri alt landið. Politiska skip anin er ikki búgvin til at leggja fleiri øki út til komm unur nar at um sita. – So leingi sum so er, hevði samanlegging verið ein van­ lukka fyri okkum, sigur Lin­ john Chritiansen. Ov stirvið Hann heldur verandi um­ sitingarligu skipan vera alt ov stirvna. Borgarstjórin vísir á, at nógvar skipanir, ið áttu at kunna avgreiðast eftir trimum minuttum, nú skulu svarast við einum ótali av spurningum, spurningar, ið eins væl kundu verið settir í London ella París. Linjohn Christiansen nevnir onkur dømi: Eigararnir av tveimum neysta grundum á 50 metrar spurdu kommunustýrið um loyvi at leggja tær saman, so eitt nýtiligt neyst kundi byggjast á grundina. – Allir spurningarnir, ið tá skuldu svarast, vístu týðiliga vantandi hugflog fyri effek­ tiviteti og smidligheit, sigur Linjohn Christiansen. Eittt annað dømi var í sam bandi við, at allar neysta­ grundir í bygdini við und­ an taki av fimm eru leigu­ grundir. Allar hava tær ábygt neyst. – Eigararnir av neystunum á leigugrundunum spurdu kommununa um loyvi at keypa grundirnar. Komm­ unu stýrið segði ja. Borgar­ stjórin setti seg so í samband við landsstýrið, men fekk nokt andi svar, grundað á alment útboð. Halló, menn in ­ ir eiga neystini, sigur Lin john Christiansen. – Eg spyrji bara, hvat hava vit nærumhvørvið til? Linjohn Christiansen skil ir væl, at fólk eru ivasam við kommunusamanlegging eftir búskaparligu skrædlini hjá landinum. Binda vit ikki um heilan fingur, kunnu øk­ ini skúli, eldraøki og komm­ unuálitið syndra samfelagið, bera vit okkum ikki rætt at. – Trupulleikin er, at okk­ ara politiska skipan er ov veik, og umsitingini vantar royndir og vitan. Ymist fyri Kommunurnar í Sand oynni sam starva um skúla, lækna­ mið støð og barna vernd, men so hendi tað, at Sands komm una ikki rind aði sín part til skúlan, og Skop unar kommuna kom í skuld til lækna mið støð ina. Sam an lagt høvdu tær stóru komm un­ urnar 2,5 mió. krónur í skuld til samstørvini. – Tá settu vit trumfin á, og endin var, at Gjaldstovan tók yvir, sigur Linjohn Christ­ iansen. Tað hoyrir við til søguna, at Skopunar kommuna og Sands kommuna, sum tykjast vera fyri samanlegging, báð­ ar hava stóra skuld. Eystur­ bygdirnar hava ikki ett seg í so stóra skuld sum stóru bygd irnar. Vilja ikki leggja saman Kommunustýrið í Skálavík er ikki fyri at leggja saman við hinar kommunurnar í Sandoynni. Tað hevur ongan skund, so leingi sum eingin kennir fyrimunir og vansar við samanlegging, sigur Linjohn Cristiansen Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík vil hava eina framtíðarætlan fyri alt landið heldur enn við ongum ítøkiligum endamáli at leggja kommunur saman Hunda lív í Havnar ­ gøtum Vikuskiftið, sum fór, var alt annað enn eitt av teimum friðar ligu í Havn. Líka frá hós­ degnum til sunnu ­ morg un in var poli­ tiið ótelj andi ferðir úti eftir avdotnum fólk um og ill um fólk um, og fleiri ferðir var sjúkra­ bilur boðsendur, tí full fólk vóru dott­ in. Leygar kvøld ið og sunnu nátt ina bar av, tí tá var DJ Show í høll ini á Hálsi. Fleiri ferðir varð ringt eftir poli ti­ num, tí blað ung fólk, gentur og dreing­ ir vóru avdottin, og summi vóru ill í sær. Nøkur fóru á skaðastovuna og so aftur í høll ina at skapa ófrið. Í onkrum føri tá ein var farin á skaða stov una, møttu onnur ung­ fólk har at gera ófrið, og poli tiið noydd ist at koma til hjálp ar. Eisini býnum var óskil av fólk um á vertshúsum og á gøtuni. Tíðindi um ó skil ið koma út um landamarkið, tí júst hetta viku­ skift ið var danska sjón varps støðina TV2 í Føroyum og lýsti býar lív ið. Har var nóg mikið at gera upp tøk ur av, men brúk ast skulu í mesta lagi átta minuttir til send­ ingina Station2. Mappu­ stuldur Á einum vertshús í Havn varð ein svørt mappa stolin frá einum gesti, sum eina løtu var burturfrá. Í mappuni vóru m.a. eitt Visa Elektrinkort, koyrikort og einar 400 krónur í reiðum peningi. Hvat bjóðar ein saman­ legg ing? Hvat gevur saman legg­ ing okk um, og hvat verð ur tikið frá okkum? Vit vita tað ikki LinJohn CRistiansen