mánadagur 1. november 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 1. november · Nr. 153
Sosialurin
Kjak
Hvønn dag í november mánaða verða
Sudoku uppgávur at fi nna í Sosialinum.
Jú fl eiri uppgávur, ið tú hevur loyst,
tess størri møguleika hevur tú at
vinna.
Sendið okkum loysnina innan
mánadagin 6. desember 2010
kl. 10.00 og merkið brævbjálvan
»Sudoku«.
Drigið verður í viku 49.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Vinningurin í november er ein
BlackBerry Gemini - 8520
fartelefon frá Vodafone
Virði tilsamans: kr. 3.495,-
November-kappingin
Egið minni 256 MB
Møguleika at útbyggjað minni
upp til 32GB
MicroSD minnskorti
Bluetooth 2.0 við A2DP
Wifi 802.11 b/g
Stand-by 408 tímar (17 dagar)
Talutíð 4 tímar og 30 minuttir
2 MP-myndatól
Media player
Tónleika spælari MP3/AAC/AAC
+/WMA/ASF
Video spælari H.263/H.264/
WMV
BlackBerry maps
Blackberry Messenger
Fakta um BlackBerry Gemini - 8520
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Óreint í! Nú eydnaðist tað
aftur Jenisi av Rana at
stempla Føroyar sum eitt
tilafturskomið, reaktionert
land, nú hann lat sítt homo
fobiska
kenslulag
forðað
honum í at eta døgurða
saman við Jóhonnu Sigurdar
dóttir og konu hennara.
Føroyingar, búsitandi í
Danmark, hava borið í bøtu
flaka fyri hansara ótýdliga
atburð og roynt at greiða
umheiminum frá, at flestu før
oyingar meina nakað annað
og minni fordømandi enn
tað miðaldarliga trongskygni
Jenis
og
Miðflokkurin
umboða. Vit royna framvegis
at bøta um okkara umdømi.
Á
konsertferð
í
Íslandi
bar tónleikabólkurin ’200’
umbering
fram
vegna
føroyingar. Onnur gera tað
á Facebook og aftur onnur
umbera seg í bløðunum.
Hjálandahaftið táttar í
Tað er sjáldan lættvunnið
at verja Føroyar mótvegis
teimum danskarum, ið fram
vegis hava ta fatan, at hjálandi
Føroyar og føroyingar sum
tegnur í ríkisfelagskapinum
skulu geva seg undir donsk
harraboð. Og tá ið Jenis av
Rana, ið er kendur maður
eisini í Danmark, orðar seg
fávitskut og ber seg ljótt
at, eru danir beinan vegin
til reiðar at leggja uppí
at bjarga hesum neyðars
føroyingunum
burtur
úr
teirra andaliga sjálvsøkni.
Henda hugburð hevur
LGBT (Landsforeningen for
bøsser, lesbiske, biseksuelle
og
transpersoner)
víst.
Aftaná diplomatiska stuntið
hjá Jenisi av Rana, skýrdu
tey Føroyar ’menningarland’
og kravdu, at vit skuldu
taka við læru frá Danmark
og tí donsku samkynda
lóggávuni. Hóast eg kenni
somu vreiðina ímót Jenisi
av Rana, so eri eg ikki samd
í, at Føroyar eiga at fylgja
Danmark. Vit áttu heldur at
tikið Ísland og Svøríki sum
fyrimyndir. Borið saman við
Danmark hava hesi bæði
londini hert innsatsin ímóti
níðingsgerðum, strikað tær
mannminkandi
greinirnar
í lóggávunum og játta sam
kyndum at verða vígd í
kirkju. Síðst nevndu rættindi
hava samkynd eisini í fleiri
evropeiskum londum og í
fleiri serstatum í USA. Í so
máta er Danmark eftirbátur.
Føroyar kann leggja
Danmark afturum
Sum fólkatingevni fyri SF
og føroyingur, búsitandi í
Danmark tykist mær, at bæði
í Føroyum og í Danmark
verður drála ov nógv við at
broyta lóggávuna soleiðis,
at tær sýna eins rættindi fyri
allar samfelagsbólkar.
Tað eru fleiri føroyingar
við mær, ið eru leiddir av
religiøsum ørvitistosi, og sum
hava fyrimyndir í Íslandi
og tí íslendska forsætis
ráðharranum í stríðnum fyri
rættindini hjá samkyndum.
Við Íslandi og Svøríki sum
fyrimynd
kunna
Føroyar
leggja seg á odda, at vit kunna
læra Danmark setningin,
tá ið afturhaldspolitikarar
royna at reka okkum aftur í
miðaldarmyrkri.
Ikki hitt danska dømið – men tað besta dømið
Annika Smith
fólkatingsevni fyri SF
Tá ið talan er um samkyndarættindi, hava Føroyar nógv at læra
– men vísdómurin er kanska ikki at finna í Danmark