Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. november 2010 · Nr. 154 4 Sosialurin Randi Jacobsen Í gjár segði Alfred Olsen, formaður í løgtingsins fíggj­ arnevnd við Portalin og Rás 2, at rættarnevndin mælir fíggjarnevndini til at privati­ sera bilsýnini hjá Akstovuni. Endamálið skuldi vera at gera bilsýnini bíligari og effektivari og haraftrat ein vinningur fyri vinnuna. Men tað er ikki beint, at øll rættarnevdin tekur undir við hesum tilmælinum. Bjørt Samuelsen, limur í rættarnevndini ger vart við, at hon hevur ikki verið við til at viðgera nakra privatisering av Akstovuni, og at hon ikki hevur skrivað undir skjalið. Og Hans Pauli Strøm, limur í rættarnevndini vil heldur ikki hoyra um nakra privatisering av Akstovuni. Hansara lýsing av máli­ num er, at fyrst varð politiskt kvørkratak tikið um Akstov­ una, og tá so stovnurin gjørdi tað, sum neyðugt var at gera fyri at fáa raksturin at hanga saman, kom hetta uppskotið um at privatisera bilsýnini. Gáloysni Hans Pauli Strøm er harmur um, at hann av gáloysni kom at skriva undir skjalið frá rættarnevndini til fíggjar­ nevndina. Tveir nevndarfundir vóru, men Hans Pauli Strøm var ikki á seinna fundinum, tí hann hevði forfall. Á fyrra fundinum var nevndin samd um tað mesta, men Hans Pauli Strøm var ikki greiður yvir, at á seinna fundinum vórðu nakrar reglur aftrat skoyttar upp í tilmæli, og tað var um at privatisera bilsýnini. – Á einum tingfundir undir fyrstu viðgerð gekk skrivarin runt fyri at fáa undirskriftirnar frá limunum í rættarnevndini. Eg var upptikin av tingfundinum, tí eg luttók sjálvur í orða­ skiftinum, og eg gáaði tí ikki eftir, at hesar reglurnar vóru komnar aftrat. Tí skrivaði eg undir, sigur Hans Pauli Strøm. Hann hevur boðað for­ manninum í rættarnevndini frá, at hann ikki tekur undir við tilmælinum um at privati­ sera bilsýnini, og hann hevur biði hann boðað fíggjar­ nevndini frá, at tilmælið ikki kemur frá eini samdari rættarnevnd. Ber neyvan til Annars segði Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni í gjár við Portalin og Rás2, at hann væntar ikki, at nakar áhugi verður hjá vinnuni úti um landið at átaka sær at sýna bilar. Bilarnir eru ov fáir til, at tað gevur nakran vinning. Kravið má eisini vera, at bilsýnsfyritøkurnar ikki eru tengdar at nøkrum av vanligu bilverkstøðum. Ósemja um at privatisera bilsýnið Bara ein partur av rættarnevndini mælir fíggjarnevndini til at privatisera bilsýnið hjá Akstovuni Randi Jacobsen Hjørleif Enni, sum er skipari á norska bátinum Gollenes, er ógvuliga ávirkaður av eini hending leygarkvøldið í Bodø. Teir høvdu verið og landað í Bodø og skuldu fara út aftur hetta kvøldið. Men so avgjørdu teir at bíða við at fara, tí veðrið var vánaligt, og veðurvánirnar ikki tær bestu. Skipið hevði bílagt bunk­ ring, men av tí at teir ikki skuldu út, ætlaðu teir at út­ seta bunkringina. Tá ið teir so fingu at vita, at teir so ikki kundu bunkra fyrr enn eina ferð, valdu teir kortini at fara at bunkra hetta kvøldið. Tað dró út, og bunkringin var ikki liðug fyrr enn langt eftir midnátt. Í fyrsta umfari ætlaðu teir at leggja skipið við eina bryggju uttan fyri býin men broyttu avgerð og fóru til eina aðra bryggju. – Klokkan var hálvgum tvey, og júst sum vit skuldu seta bátin fastan, hoyrdi maðurin, sum bant har aftur, eitt øðiligt róp, sigur Hjørleif Enni. Í sjónum lá ein ung kvinna og rópti. Eydnaðist við felags hjálp Tað var hægsta fjøra, so fýra metrar vóru frá bryggju­ kantinum og niður á sjógv. Fyrst tveittu teir henni ein bjargingakrans, men hon hevði ongar kreftir og datt úr aftur kransinum. So loraðu teir ein mann niður á sjógv, og við felags hjálp fingu teir kvinna upp á turt. – Hon var meira enn hálvdeyð. Politiið var tá komið, og meðan vit bíðaðu eftir sjúkrabilinum, góvu vit kvinnuni fyrstuhjálp, sigur Hjørleif Enni. Dagin eftir fingu teir á Gollenes at vita, at kvinnan, sum var í 20­árunum, var komin fyri seg. Tilburðurin hevur givið Hjørleifi Enni nógv at hugsa um. – Eg fái meg ikki at halda, at alt hetta kvøldið var tilvild, sigur Hjørleif Enni. Hann hugsar um, at teir ikki vóru farnir út, ikki høvdu útsett bunkringina og høvdu valt at leggja skipið har, sum teir løgdu tað. – Høvdu vit verið komnir eitt lítið sindur fyrr ella eitt lítið sindur seinni, høvdu vit ikki hoyrt neyðarrópið, sigur Hjørleif Enni, sum leggur aftrat, at tað var bølamyrkt. Fimm menn eru við Gollenes, sum fiskar sild­ Henda túrin er Hjørleif Enni einasti føroyingur umborð. Hann sigur, at teir allir eru nógv ávirkaðir av hend­ ingini, og tað er sum eitt ósjónligt band er millum teir og kvinnuna. Ikki minst tí, at kvinnan var í sama aldri sum teirra egnu børn. Tað leiðir tankarnar inn á, at tað kundi verið eitt av teirra børnum, sum var í neyð. Tí vóna teir inniliga at sleppa at hitta ungu kvinn­ una aftur, um hon also hevur hug at tosa við teir. Hví kvinnan var endað á sjónum, vita teir ikki, men politiið heldur ikki, at nøkur brotsgerð liggur aftanfyri. Hjørleif var við til at bjarga ungari gentu Hjørleif Enni, sum er skipari á norska bátinum Gollenes, heldur ikki tað var tilvild, at teir júst vóru komnir inn, júst tá ið ein ung kvinna var endað á sjónum og rópti neyðarróp. Manningin kundi hugsað sær at hitt kvinnuna aftur Tilmælið um at privatisera partar av virkseminum hjá Akstovuni før ikki vælsignilsi frá allari rættarnevndini Gollenes skuldi fara út aftur leygarkvøldið, men ikki var veður. Tað var ein av orsøkunum til, at teir vóru har og bjargaðu kvinnuni