fríggjadagur 5. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
26
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
P
eter Jacob Hansen var
føddur á Glyvrum 28.3
1850. Hann var snikkari og
hann doyði 9.8. 1890. Kona
hansara var Kristina Simon
sen sum var av Selatrað.
Tey giftust 19.9. 1880 og
fingu fimm børn. Ein dóttir,
Christiane, giftist við Niels
Holm, sum fyrr er umrøddur
í hesi røð, sum maðurin, ið
noktaði at smíða dópskarið
fyri Sloan, sum hann seinni
sjálvur fór í.
Yngsti
sonurin,
Peter
Jacob f. 28. 4. 1891, misti bæði
foreldrini sum smádrongur.
Hann fór ungur av landinum,
og einki frættist frá honum í
50 ár.
Men ein dagin í 1963 er tað
ein skyldmaður, Ingi Tofta
tún, sum tilvildarliga rennur
seg fram á hann í havnini í
Wellington í New Zealandi.
Tá kom samband aftur við
ættina í Føroyum. Tað var
brævaskifti fram til 1966, tá
ið Peter Jacob doyði.
Hann átti ein son, sum
kallaðist Bernhard, og sum
eina ferð vitjaði í Føroyum.
Bernhard átti fleiri børn.
Samband er við Peter, upp
kallaður
eftir
abbanum.
Hann hevur útvegað tilfar og
myndir til hesa grein. Henda
ætt eru einastu eftirkomarar
hjá glyvrasnikkaranum.
Í 1995 fær ein skyldmaður,
Niels Pauli Djurholm, eitt
tjúkkan brævbjálva. Inni í
er ein metaldós. Tá er hetta
urnan við øskuni av Peter
Jacob. Sonurin helt, at tað
kundi verið hóskandi, um
pápin slapp at fáa sítt sein
asta hvíldarstað í Føroyum.
Tann 5. september 1995
varð urnan sett nærindis
grøvina hjá fastur síni, Else
beth Kristine, kona Johan
Simonsen í Hoyvík.
Lívið hjá Peter Jacob
Hesar endurminningar hjá
Peter Jacob vóru skrivaðar
av Bernhard Robert Hansen,
sum doyði 80 ára gamal í
mars 2002.
Hann skrivaði hetta til son
sín Peter James Hansen, sum
hevði ynskt at fáa nakað at
vita um abba sín. Bernhard
greiðir frá:
Pápi var føddur 25. apríl
1891. Bæði foreldrini doyðu,
tá ið hann var lítil. Pápi
kom at vaksa upp hjá post
meistaranum C.C. Danielsen.
Sum drongur setti hann seg
ímóti at fara í kirkju, nógvir
føroyingar eru sera religiøsir,
lutheranar.
Peter Jacob minnist sum
drongur at hava havt eitt
heimalamb.
Heimalomb
vóru nýtt til at eta grasið á
takinum. Pápi plagdi eisini
at spæla við kanónirnar á
skansanum.
Pápi arbeiddi á post
húsinum í Havn sum ungur
drongur. Eina Mohr var
telefondama. Ein dagin blak
aði pápi ein vátan svamp
eftir Einu men rakti post
meistaran sjálvan, sum rópti:
“Hvør
blakaði
svampin?”
Eingin gjørdi vart við seg.
Peter Jacob mátti ganga
við posti yvir fjøll. Tá ið tað
kavaði mátti hann fylgja
varðum.
Av landinum
Pápi varð sendur til Dan
markar at arbeiða á posthúsi
í Keypmannahavn. Her hitti
hann Knud Lambaa. Teir
avgjørdu at fara til sjós. Frá
umleið 1910 sigldi hann kring
heimin við træskipum. Eitt av
skipunum, hann var við, var
hildið at vera burturgingið,
men kom tó aftur í aftur.
Teir
ringastu
túrirnir
vóru, tá ið farið varð til Suður
amerika við guano. Lukturin
var ræðuligur alla tíðina.
Í USA fekk pápi ávaring
frá politisti, tí hann hevði
latið einum nekara sítt siti
pláss í einum bussi.
Til New Zealand
Í 1917 kom pápi til New Zea
land, har hann bleiv verandi,
og hann kom ikki aftur til
Føroya.
Hetta var undir fyrra
veraldarbardagi.
Tá
pápi
varð roknaður fyri at vera
dani, mátti hann møta upp
á politistøðini hvørja viku at
skráseta seg. Hetta østi hann
alt lívið.
Pápi vónaði at kunna nýta
sín málkunnleika, tí hann
tosaðu umframt tey størru
norrønu málini eisini týskt
og spanskt. Men hetta bar so
ikki til. Hann kom alt lívið at
arbeiða í havnum og umborð
á skipum.
Undir stóru kreppuni í
30unum vóru nógv skip
uppløgd runt í New Zealandi.
Pápi hevði arbeiði umborð á
einum kolaskipi, sum var
lagt upp í Westport. Í 1929
var jarðskjálvti, og sjógvurin
fjaraði ógvusliga. Hann fekk
tá ein slitnaðan weir um bein
ið og fekk mein fyri lívið.
Undir kreppuni arbeiddi
pápi eisini á einum heimi
fyri illa stødd og fekst við
urtagarðsarbeiði. Her kom
ikki nógv burtur úr, tí jørðin
var so vánalig.
Pápi gjørdist vinur við ein,
sum koyrdi mjólk út, og hann
kom at koyra hjá honum. Teir
koyrdu í landbúnaðarøkjum
við vørum, men hetta gekk
ikki væl. Pápi sat eftir við
skuld og óseldari vøru.
Pápi var ein góður kort
spælari, drakk ikki, men
roykti illa. Roykti sterkasta
tubbakið og skráaði eisini.
Pápi var sera ruddiligur,
sum ikki nógvir sjómenn
eru.
Í 1920 hevði pápi ein Model
T Ford vøruvogn. Eg helt tað
vera sera keðiligt. Hægsta
ferðin var 25 miles (40 km).
Eina ferð bjargaði pápi lívi
num á kolasølumanninum í
okkara gøtu. Hann tók eitur.
Errin av at vera
uppvaksin í Føroyum
Pápi mín lærdi meg danskar
sangir. Hann var annars
errin av at vera uppvaksin í
Føroyum.
Í
1923
fluttu
vit
til
Australia. Men her trivust
vit ikki so væl og fluttu aftur
til New Zealand.
Eina ferð var pápi við
einum tangaskipi Otrkaia.
Áleiðis til San Pedro gjørdist
hann sjúkur og endaði á
sjúkrahúsinum á staðnum.
Tá hann kom nakað fyri seg,
virkaði hann sum tulkur á
sjúkrahúsinum. Tá gjørdi
hann tað, sum hann altíð
ynskti at gera.
Tá skipið kom til Welling
ton, har vit búðu, fóru vit
ímóti honum, men tá var
hann ikki umborð. Tá hevði
mamma eingi boð fingið um,
at hann var innlagdur.
Pápi var sera politisk
ur, altíð í parti við arbeiðs
manninum. Honum dámdi
væl kappríðing. Hann keypti
allar bøkur um ross og las
tær gjølla.
Hann arbeiddi eisini á
skipasmiðjuni í Wellington
sum spælmaður. Hann var
einaferð raktur av einum
umfatandi verkbanni, sum
vardi í 151 dagar. Tað gekk
sera harðliga til.
Í 50unum keyptu míni
foreldur eini hús í Paremata.
Tey vóru sera errin av teirra
fyrsta
húsi.
Pápi
gjørdi
nógv burtur úr at halda alt
viðlíka.
Beiggi mín Don búði eisini
í Paramata, har hann arbeiddi
á eini verksmiðju.
Eg havi stóra virðing fyri
pápa mínum, sum ofta hevði
eitt hart og trupult lív.
Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum:
Varð jarðaður undir Svínaryggi 29 ár eftir andlátið
Ein av teimum sjáldsomu søgunum úr kirkjugarðinum undir Svínaryggi er um Peter Jacob
Hansen. Hann hvarv í New Zealandi, men kom 85 ár seinni aftur í eini urnu
Her verður Peter Jákup jarðaður í Havn, 29 ár eftir,
at hann doyði. Á myndini eru f.v. Bjarni Bæk, Bjarni
Djurholm, Ebba Vang, Arnóra Djurholm Jacobsen, Gunda
Djurholm, Eydna Djurholm og Niels Pauli Djurholm
Peter Jákup saman við abbasynunum David
f. 1950, Michael f. 1943 og Peter f. 1946
Peter Jákup saman við
konuni Annie í 1942
F.v. sonurin Bernhard, Peter Jákup og
stjúksonurin Donald Ponmann
Peter Jákup arbeiddi nógv sum spælmaður
Komandi partur
verður um Jacobinu,
systir Thorstein
Petersen, sum doyði í
1901 bert viku gomul