fríggjadagur 5. november 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. november 2010 · Nr. 155
38
Sosialurin
Eftir at Eik Banki og Eik
Grunnurin komu í trupul
leikar og Eik Banki fór undir
Finansiel Stabilitet hevur
nógv verið kjakast, um før
oyska Grunnaeftirlitið gjørdi
sína skyldu. Grunnaeftirlitið
gjørdi kanningar av Eik
Grunninum, sum eigara av
Eik Banka bæði í mars 2009
og aftur í mars 2010 uttan
at nakar trupulleiki bleiv
fráboðaður
landsmyndug
leikunum.
Miðlarnir hava eisini sett
spurnartekin
við
stovns
samansetingina í Tryggingar
felagnum Føroyar, sum í síni
uppbygging er ógvuliga lík
Eikstovninum.
Tað
sum
eyðkennir hesar stovnar er,
at teir hava eftirlit við sær
sjálvum,
nevndarlimirnir
ganga aftur í teimum ymsu
feløgunum í samtakinum og
at ovast situr ein forstjóri,
sum í veruleikanum hevur
alt at siga.
Hvør sítt mál
Fyri at greina hetta málið
nærri, bað Samhald Johan
Dahl,
landsstýrismann
í
vinnumálum og sum varðar
av bæði Grunnaeftirlitinum
og Tryggingar Eftirlitinum,
greiða
frá
á
fundi
hjá
Samhald,
hvussu
hesi
viðurskifti í veruleikanum
vóru samansett.
Johan vísti á, at her var
talan um tvey heilt ymisk
eftirlit. Meðan Grunnaeftir
litið bert hevur avmarkað
eftirlit við grunnum, hevur
Tryggingar Eftirlitið óav
markað eftirlit við tryggingar
feløgum,
herundir
eisini
fíggjareftirlit.
Grunnaeftirlitið
bert juridiskt
Grunnaeftirlitið bleiv yvir
tikið málsøki 1. jan. 2008 í
samband við nýggju vinnu
lóggávurnar og verður um
sitið av Skráseting Føroya.
Grunnaeftirlitið skal syrgja
fyri, at lóggávan fyri vinnurek
andi grunnar verður yvirhildin
og at grunnarnir halda sína
egnu lógir og viðtøkur. Soleiðis
hevur Grunnamyndugleikin
sokallað
legalitetskontroll
yvir grunnunum. Grunna
myndugleikin
skal
eisni
góðkenna viðtøkubroytingar
og
hevur
sýtingarrætt
í
ávísum málum.
Eisini
skal
Grunna
myndugleikin
góðkenna
serligar avgerðir, sum kunnu
hava ta fylgju, at grunnurin
ikki verður førur fyri at
halda egnar lógir og viðtøkur.
Sostatt er økið hjá Grunna
eftirlitinum avmarkað til
tann juridiska partin.
Tryggingareftirlitið
bæði juridiskt
og fíggjarligt
Øðrvísi er við Tryggingar
Eftirlitinum, har eftirlitið
hevur skyldu til bæði at
kanna tann juridiska og tann
fíggjarliga partin. Soleiðis
skal Tryggingar Eftirlitið
tryggja ein kappingarføran
tryggingarmarknað, at trygg
ingarfeløgini
nýta
góðan
etikk og skikk og halda reglur
og lógir.
Men harafturat skal Trygg
ingareftirlitið eisini tryggja
tryggingartakaranum móti,
at tryggingarfelagið fer á
húsagang.
Tryggingareftir
litið fremur sítt virksemi í
mun til vandan fyri, at lóg
gávan ikki verður hildin.
Eftirlitið kannar ársfrágreið
ingar, innheintar fíggjarligar
upplýsingar frá feløgunum,
herundir
endurtryggingar
upplýsingar,
kannar
um
ognirnar dekka tryggingar
ligar burturleggingar og skal
viðgera umsóknir um loyvir,
rakstrarætlanir og evt. av
hendan av tryggingarmongd.
Sostatt kann í stuttum
takast samanum, at Grunna
eftirlitið er av juridiskum slagi
og kann ikki metast saman
við Fíggjareftirlitið, meðan
Tryggingareftirlitið hinvegin
bæði er av juridiskum og
fíggjarligum slagi og tí
bæði kann metast saman
við Grunnaeftirlitinum og
Fíggjareftirlitinum.
Samanumtikið ein rætti
liga áhugaverdur fundur.
Fíggjareftirlit?
Samhald
v/Johan Petersen
Í kjalavørrinum av Eik- skrædlinum hevur spurningurin tikið seg upp, um føroyska
grunnaeftirlitið hevur røkt sínar skyldur. Eisini er spurnartekin sett við eiklíknandi eigara-
og leiðslusamansetingina í stóra samtakinum Tryggingarfelagið Føroyar. Til tess at greina
hesar spurningar hevði Johan Dahl, landsstýrismaður framløgu í Sjókafeini
Kjak
Roynt verður í útvaldum miðl
um at flyta fokus frá eini byggi
gølu yvir á eitt ellisheim.
Kostnaðarmikið
krotu
smíð, sum lagt er úr hond
um í einum skúladepli, skal
krógvast burtur, nú skatt
gjaldarin situr við apuni.
Øll undrast yvir, at lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um fyri aðru ferð eftir tveim
um vikum forðar almennum
eftirmetingum fyrst í eini
bankagølu og síðani í eini
byggigølu.
Undarligt kortini, at júst
hesin landsstýrismaðurin ger
júst hetta í einum hjartamáli
sínum.
Hann eigur jú hetta pro
jektið við høvdi og gørnum
saman við flokki sínum.
Talan skuldi verið um
eitt upplagt erpingarmál,
men so tykist ikki vera, nú
landsstýrismaðurin
hevur
fingið tað aftur í nakkan.
Øll vanlig fólk duga nú
at síggja, at ørskapurin í
tí samlaða projektinum er
himinrópandi, bæði í dygd
og í krónum.
Tingmenn hava sum kunn
ugt eftirlit við landsstýrinum,
og tá landsstýrið ikki ruddar
upp eftir sær sjálvum, fara
tingmenn sjálvsagt at nýta
rætt sín til at sóknast eftir
gongdini í einum hurlivasa
sum hesum.
Tá forða verður fyri eini
eftirmeting av málinum, trok
að fleiri spurningar seg fram.
Øll minnast vit jú, at tað
var løgmaður, sum var úti í
miðlunum og lýsti gongdina í
málinum, og ikki landsstýris
maðurin í mentamálum.
Hvussu
var
manna
gongdin tá fyri áleið fimm
árum síðan, tá løgmaður tók
yvir umsitingina av skúla
deplinum frá landsstýris
manninum í mentamálum?
Er tað rætt, at politiski
myndugleikin
tá
álegði
skerpaða tagnarskyldu, og
at víkjast skuldi frá lógará
settum forðingum, so at bygt
varð skjótast gjørligt?
Vísandi til ræðandi sýns
metingina, ið gjørd er av
skúladeplinum, verður lands
stýriskvinnan
nú
spurd,
hvør fer at tryggja, at tey har
nevndu brekini verða um
væld til fulnar og ikki bara
pjøssaði samanaftur.
Seinasta gølan, ið sjálv
boðin kom undan kavi, hendi
nú um dagarnar, tá móra og
óhumska skolaði inn á tey
bonaðu gólvini.
Dreningin er typt, og hon
skolast ikki rein aftur.
Vísandi til, at sýnsmet
ingin er umbiðin av pørtun
um í málinum, og ikki fevnir
um dreningina undir og
uttan um skúlan, verður
landsstýriskvinnan
spurd,
hvussu hon fer at tryggja
okkum eina ábyrgdarfulla
víðari handfaring av tí full
komna skilaloysi, ið valdað
hevur í hesum byggimáli.
Tá dreningin er typt,
og móruvatn setur inn á
gólvini verður ikki livandi
innanveggja og serliga ikki
hjá ungdómi, ið skal nema
sær útbúgving.
Status er, at almennu Før
oyar hava fingið ein skirvis
ligan saneringsbúnan bygn
ing stikkaðan saman fyri
100 mió.kr. í einum dýki úti í
haganum ein góðan fjórðing
vestanfyri Hovs bygd.
Ja, so ótespiligt er hetta
lendi, at fjallboð vóru givin
fleiri ferðir fyri at bjarga
seyði, ið var sokkin niður, har
bygt varð.
Er
tað
hugsandi,
nú
dreningin er typt, og móran
setur upp gjøgnum gólvini,
at neyðugt verður at taka
allan skúlan niðuraftur?
Vónandi
gevur
lands
stýriskvinnan almenningi
num eitt rætt, skjótt, sakligt
og ábyrgdarfult svar í sama
álvara, hesir spurningar eru
settir.
Fokus á ørskapin
Hergeir Nielsen