Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 21 VIKUSKIFTI Skyn . Tórsgøta 16 . Tel. 357 400 . Fax 357 401 . www.skyn.fo Góð og væl hildin hús í Hoyvík Her er talan um eini sera væl hildin og góð hús í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er durur, gongd, baðirúm við brúsu, køkur, stór stova og tvey kømur. Úr tí eina kamarinum er útgongd til eina altan. Í niðaru hæddini er durur, gongd, vesi við brúsu, trý kømur, fýrrúm/vaskikjallari og hjallur. Eitt gott bilhús hoyrir eisini til ognina. Køkurin, sum er frá 2005, er sera snotiligur. Vindeyguni í ovaru hæddini eru skift í 2005. Frá stovuni er sera gott útsýni yvir fjørðin, Hoyvíkshólm, Havnina og Nólsoynna. Frammanfyri húsini er ein stór grasplena, og við inngongdina er ein sera vakur og væl røktur urtagarður. Flísar eru á túninum rundanum húsini, og eisini er ein góð terassa og fleiri sólkrókar. Húsini standa sera væl fyri beint við Hoyvíkar skúla, Hoyvíkshøll, ansingarstovnar, Keypssamtøkuna í Hoyvík og fleiri arbeiðspláss. Húsini eru væl egnað til at hava bæði bústað og arbeiðspláss í sama húsi. Tú fært meira at vita um húsini hjá Skyn tlf. 357 400 www.skyn.fo Prísuppskot: kr. 2.900.000,00 210 988 2 1974