Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. november · Nr. 156 4 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta er eitt stórt vónbrot! Tað er tann stutta stað­ festingini hjá Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra í Vági, nú hon hevur fingið greið boð um sparingarnar hjá Nær­ verkinum í Suðuroy næsta ár. Sum vit hava greitt frá í Sosialinum bæði miku­ dag in og fríggjadagin, føra sparingarnar hjá Nær verk in­ um í Suðuroy við sær, at átta búpláss til eldri skulu skerjast burtur í Suðuroy næsta ár og somuleiðis verða tilsvarandi størv spard burtur. – Hetta er ikki tað, sum Javnaðarflokkurin og sam­ gongan lovaðu okkum fýra kommunum í Suðuroyar syðru helvt, tá ið vit fóru und­ ir risa verkætlanin at gera eitt nýtt ellis­ og røktarheim í Vági, sigur Kirstin Strøm Bech. – Tá ið vit fóru undir verk ætlanina, varð lovað okk um, at talan skuldi verða um 24 nýggj búpláss og um tilsvarandi tal av nýggjum størvum. Men nú eru bæði átta bú­ pláss og eini 15 størv skorin burtur aftur og tað var ikki ætlanin, sigur hon. Ómetaligt vónbrot Hon er samstundis ómetaliga vónbrotin av, at sparingarnar skulu føra við sær, at tað ikki skal bera til at fáa meiri enn 18 fólk inn á ellis – og røktarheimið í Vági, hóast pláss er fyri 24 fólkum. – Mín niðurstøða er, at sam gongan hevur svikið tey lyfti, hon gav okkum sigur Kirstin Strøm Bech. Samgongan hevur sagt, at tað er óvirðiligt, at hava tveymannakømur og at tey tí skulu niðurleggjast. Kirstin Strøm Bech ivast ikki í, at h etta er einki uttan undanførslur og at veruliga orsøkin er rætt og slætt at spara pening. Umhugsar støðuna Tað er ongin loyna, at Kirst­ in Strøm Bech er Javn að ar­ fólk og tað er eisini Javn að­ arflokkin, hon umboðar í Vágs Býráði. Men hon viðgongur, at hon er so vónbrotin av hesum, at hon í løtuni umhugsar um hon skal taka sín stuðul til Javnaðarflokkin aftur, tí so herskin er hesin bitin hjá henni at svølgja. Nú fer hon í fyrstu at­ løgu at taka málið upp í Vágs Býráði og hon fer eis­ ini at taka málið upp við sítt politiska bakland í Javn­ aðarflokkinum og so vitar hon, hvat kemur burtur úr tí. Hon sigur, at tað er ikki so nógv, hon fer gjørt við støðuna uttan at vóna, at heimið so verður gagnnýtt til fulnar frá 2012. Skal tað eisini standa partvís tómt í 2012, mugu vit eisini taka avtaluna um at betala lánið aftur. Tað verður helst í 2012, at kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt skulu byrja at betala lánið aftur, tær tóku í sambandi við byggingina av ellis­ og røktarheiminum. – Men verða búpláss á heiminum spard burtur, so at tað ikki verður gagnnýtt til fulnar, mugu vit eisini gera upp við okkum sjálvum, um vit skulu góðtaka at betala lánið aftur, soleiðis sum av­ talað, sigur hon. Klárt 1. mai Gongst sum tað nú sær út, verður klárt at taka búfólk inn á nýggja ellis- og røktarheimið í Vági tann 1, mai næsta ár. Tað sigur Kirstin Strøm Bech, forkvinna í stýrinum fyri heim- ið. Hon sigur, at ar- beið ið ætlast at verða liðugt í mars og so gongur ein tíð at vaska og gera reint og annars at gera klárt til at taka ímóti búfólki. Búfólk verða so tik- in inn so við og við til, men tað tekur helst einar tveir mánaðir at taka búfólk inn. Hinvegin skal Nær verkið í Suðuroy spara og avleiðingin av tí verður, at tey fáa ikki ráð til at taka meiri enn 18 búfólk inn á heimið næsta ár, hóast pláss er fyri 24 búfólkum. Men at vit nú skulu spara, so at bara 18 fólk skulu takast inn á heimið í 2011, men vit fáa ikki gjørt so nógv uttan at vóna, at tað verður gagnnýtt til fulnar í 2012. Verður tað ikki tað, fer Vágs Býráð eisini at endurskoða ætlanina at betala lán- ið til heim ið aftur. Stórur áhugi er fyri at sleppa inn á nýggja heimið og longu nú, áðrenn tey hava lýst við upptøku, hava eini 30 fólk biðið um pláss. Umsóknarbløðini til tey eru send út. Talan er um fólk í teimum fýra komm- un unum í suðu royar syðru helvt: Sumbiar, Vágs, Por keris- og Hovs Komm unu. Borgarstjórin í Vági VónBrotin SVIKIN LYFTI Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, umhugsar nú um hon skal kvetta við Javnaðarflokkinum fyri at hava svikið lyftini til tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt Tað eru tær beru undan­ førslur Hetta er ikki tað, sam gongan og Javn aðar­ flokkurin lovaði okkum Hon um hugsar nú um hon skal taka sín stuðul til Javn að­ ar flokkin aftur Borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, sigur, at samgongan og Javnaðarflokkurin hava svikið lyftini, tey góðu kommununum í syðru helvt í Suðuroy aki@sosialurin.fo SVIKIN LYFTI